Skriva út

Kirkjuráðini í Suðuroynni á SALT

26.02.2024 Tíðindi
Salt 5

Leygardagin 24. februar møttust kirkjuráðini í Suðuroynni og stýrið fyri Bønhúsið í Øravík til fundar á SALT. Uppmøtingin var góð, og fundurin vignaðist væl.

Fundurin setti sjóneykuna á tað jaliga, góða og gagnliga, ið longu er. Út frá hesum leisti umrøddu vit okkara felags hjartamál, hvussu fólkakirkjan í okkara samtíð á bestan hátt kann møta menniskjum við boðskapinum um Jesus.

Út frá evninum “børn, ung og barnafamiljur” var ljós varpað á møguleikar og avbjóðingar í einum nútíðar samfelag. Vit umrøddu kor teirra eldru, støðu teirra støku og teirra, ið koma at sita einsamøll.

Ætlanin við fundinum var eisini at styrkja samstarvið ímillum kirkjurnar oynni. Hvussu kunnu kirkjurnar stuðla hvør aðrari uttan at leggja seg út í arbeiðið hvør hjá øðrum.

Fólkakirkjan er ein eind, hóast kirkjurnar eru ymiskar bæði í stødd, fólkatali og møguleikum. Við at standa saman standa vit sterkari og uppbyggja eina felags kenslu og ábyrgd, ið gagnar øllum kirkjunum um alt landið.

Teir tríggir prestarnir í oynni løgdu dagin til rættis saman við yrkissálarfrøðinginum Jan Willemoes.

Á skránni vóru fyrilestrar, og kirkjuráðslimirnir viðgjørdu síðani evnini í bólkum. Nógv var skrivað niður, og hetta verður tikið upp til viðgerðar í tíðini, sum kemur.

Felagið fyri Kirkjuráðslimir var umboðað av forkvinnuni Dagbjórt Ó. Hansen og skrivara felagsins Katrin Højsted. Evnið var “visjón felagsins fyri 2024”.

Jógvan Ravnsfjall, ið umboðaði Føroya Stiftsstjórn, umrøddi evnið: “Uppgávur og skyldur hjá kirkjuráðnum og kirkjutænarum.”

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, umrøddi “ta góðu lestrabókina”. Áhugavert, gevandi og læruríkt.

Umstøðurnar á SALT eru framúrskarandi, og tænastustøðið var høgt. Tann avbera góði maturin gjørdi dagin til tað besta, ið ein skeiðsdagur kann bjóða.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum