Skriva út

Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár

19.12.2024 Tíðindi
Missiónshúsið Á Argjum

Sunnudagin, 22. desember, 4. sunnudag í atvent, fyllir Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár.
Argir er ung kirkjubygd, og fekk bygdin undan jólum í 22. desember í 1974 sína fyrstu kirkju. Hetta eftir at Havnar kirkja hevði verið sóknarkirkja hjá argjafólki, síðan hvalbingurin Andrass Mortansson keypti Argir í 9. mai í 1828 og setti búgv har.

Longu árið eftir, 24. august í 1975, varð Vesturkirkjan vígd og tikin í nýtslu.

Argja kirkja- og missiónshús heldur dagin við gudstænastu kl. 11.00, har Uni Næs, dómpróstur, prædikar, og har prestarnir í Suðursteymoyar vestara prestagjaldi taka lut.
Kvinnukórið av Argjum, Tabitha, syngu nakrar sangir til høvi.

Tveir kirkjutænarar, sum hava verið virknir frá tí, at Kirkju- og missiónshúsið varð vígt, hava tænastu tann dagin. Teir eru Alfred Hansen, klokkari, og Gunnar Reynslág, deknur.

Ungi og longu kendi tónleikarin Ari Hammer Joensen, sum hevur havt urgutænastu í Argja kirkju, og sum nú gongur á Musikk-konservatioriinum í Danmark, situr við urguna henda dagin.

Beint eftir gudstænastuna eru øll boðin til døgurða í Róðrarneystinum hjá Argja Róðrarfelag. Har koma argjamaðurin Bárður Johannesen at syngja og Argjakórið, og ein kend bygdamynd Eyðun á Borg hugleiðir um heimbygdina.

Nakað av felagssangi verður, og fólk kunnu bera eina heilsu.

Ein bóklingur um søguna hjá Kirkju- og missiónshúsinum, sum Gunnar Reynslág hevur lagt til rættis, verður býttur út henda dagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin at gleðast saman við fólkinum í Argja kirkjusókn henda dagin.
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum