Skriva út

Kirkjan stóran leiklut á Ovastevnu

15.08.2024 Tíðindi
Nólsoyar kirkja 150 ár.

Um vikuskifti verður skipað fyri árligu ovastevnuni í Nólsoy. Nólsoyingar hava á hvørjum ári síðani 1994 bjóða stevnugestum til Nólsoyar. Skráin er sum vant rúgvismikil, og nærum øll tiltøk eru ókeypis. Kirkjan hevur eisini ein stóran leiklut í skránni. Har verður andakt, morgunsangur, konsertir og sjálvandi guðstænasta sunnumorgun. 

Fríggjakvøldið 16. august
kl. 20.30 - Andakt við Una Næs, dómprósti

Leygardagin 17. august
kl. 10.30 - Morgunsangur við Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti
kl. 13.00 - Konsert við Eystanljóð, Jón Eliasen, stjórnar
kl. 15.00 - Konsert við Tarira, Bernharður Wilkinson stjórnar
kl. 16.00 - Konsert við Havnarkórinum, Leif Hansen stjórnar
kl. 17.00 - Konsert við Tórshavnar manskóri, Jón Festirstein stjórnar

Sunnudagin 18. august
Guðstænasta, Steintóra Erhardsdóttir sóknarprestur prædikar.
Kringvarpið sendur útvarp frá guðstænastuni.