Skriva út

Jesu uppreisn

09.01.2024 Tíðindi
Mynd Krossur

Beint fyri jól kom  triðja útgáva hjá Forlagnum Vøkstri, forlag hjá fólkakirkjuni.

Bóklingurin ber heitið Jesu uppreisn, og høvundurin er Eiðisprestur Jónhard Jógvansson.

Bóklingurin viðgerð, sum heitið sigur, Jesu uppreisn, og her ber høvundurin okkum væl inn í henda týdningarmikla spurning, um Jesu veruliga reis upp likamliga ella ikki. Gjøgnum tekstin verður spurningurin svaraður, bæði út frá Bíbliuni og við tilvísing til ymsar keldur, ið hava viðgjørt hetta evnið ígjøgnum øldirnar, síðani hendingin fór fram fyri 2000 árum síðani.

Høvundurin knýtir seg til gomlu munnligu játtanina, sum Paulus hevur í einum av teimum elstu brøvunum í Nýggja testamenti. Jesus doyði fyri okkara syndir, hann varð gravlagdur, hann reis upp, og hann varð sæddur.

Uppreisnin merkir, at vit hava eina vón, sum heldur bæði í lívi og deyða. Hetta er gott at minnast, bæði á páskum og allar ársins dagar!

Bóklingurin fæst  í bókabúðunum og verður umsitin av Bókamiðsøluni.

Kostnaðurin er 145,- kr.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum