Skriva út

Hátíðardagur í Hvalba

16.06.2023 Tíðindi
Hanus P

Sunnudagin 18. juni skipar dómprósturin Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Hanus Pál tekur við embætinum eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør.

Hanus Pál hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er 30 ára gamal, og hevur lokið teologiskt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Århus í 2020.

Nýggi sóknarpresturin verður skipaður í embætið undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju kl. 11.00.

Hann byrjar í embætinum 1. juli.