Skriva út

Gudstrúgv og hjálpsemi leiddu fólkið í trongdini

27.03.2019 Tíðindi
Gudstrúgv og hjálpsemi leiddu fólkið í trongdini.jpg

‒ Eingin manglaði nakað. Tey, sum áttu, góvu teimum, sum lítið áttu, segði Tórur Zachariasen, sum var sjey ára gamal, tá tveir bátar í Hesti gingu burtur við ellivu monnum 1. apríl 1919. Hundrað ára minningarhald verður í Hesti komandi sunnudag, 31. mars.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

‒ Eg var sjey ára gamal, tá fýramannafarið »Hestoyggin« og seksmannafarið »Roysningurin« gingu burtur 1. apríl 1919. Og eg minnist allar ellivu menninar, sum henda dagin gingu burtur. Serliga Esmar á Teigagarði. Minnist, at eg hugdi eftir starum í garðinum niðan fyri trøð hansara Uppi í Gerðinum, beint norðan fyri Heimarugjógv. Hann rópti meg við kelinavninum Tolli.

Hesum greiddi Tórur Zachariasen frá, tá eg fyri 25 árum síðan hevði samrøðu við hann um skaðadagin í Hesti. Tá vóru liðin 75 ár síðan bátarnir fórust. Tórur var føddur á tollaksmessu 1911 og vaks upp í Hesti. Hann doyði í 2000.

Tórur segði hetta vera eina dapra tíð, sum vituligt var. Í Hesti vóru 25 hús og 124 fólk, og næstan hvørt hús hevði mist.

‒ Í okkara familju fór Jóan Jakku pápabeiggi, og pápasystir Lotta misti mannin, Hjalgrím. Veðrið var gott henda dagin. Nógvur fiskur var at fáa, og hann stóð innarlaga eisini. Hetta var beint eftir fyrra heimsbardaga og grunnarnir høvdu fingið frið fyri bretskum trolarum, sum vanliga lógu í hópatali og grópaðu grunnarnar so at siga inn í klett. Tað vóru summir bátar, sum komu tvær ferðir aftur at landi um dagin at avreiða, so nógvur fiskur var at fáa.

Tórur segði seg stutt undan skaðadegnum hava havt ein undarligan dreym:

‒ Meg droymdi, at árar stóðu uppi við bergvegginum heimanvert Hæl, nettupp har, ið ein helt seinna bátin – seksmannafarið – vera farnan. Staðið verður nevnt Sáturnar; hetta eru tveir knokkar, sum standa upp úr sjónum har úti. Har kjøkrar í, tá harðir streymkvarar eru. Og menn vóru varnir, tá teir høvdu nógvan fisk í bátinum. Nakað seinni varð báturin, sum fór at leita, funnin í Hestfirði. Kjølurin var skrædnaður, og tað kundi bent á, at teir hava róð seg á land, greiddi Tórur frá.

Eftir henda skaðadag lógu menn heima í fleiri dagar. Fyrsti dagur, farið varð aftur til útróðrar var 10. apríl, og tá mundi bygdin verið mannleys. Ódnarveður brast á av suðri, og henda dagin vóru eingi eygu turr í bygdini, tí var skaði hendur fyrr, so kundi hann tað ikki minni henda dagin. Tað var ikki meira enn teir slitu upp land. Teir sluppu ikki um Grísarnar í Kolturssundi, men komu sær tó inn undir land, undan vestfallinum, bíðaðu til teir fingu løgir og fóru so inn um Kotursnakk og høvdu tungan róður suður við Koltri og Hesti.

Hjalgrím Hentze tók ímóti fiski frá bátunum, sum róðu út í Hesti. Hann hevði samband við Vágsbotnshandilin í Havn. Eisini Poul Poulsen í Nýggjustovu tók ímóti fiski.

Gudrøkin og hjálpsom
‒ Har norðuri hjá okkum, norðan fyri Garð, var fólkið hart rakt av missi í bjørgum og á havi. Sum nevnt gekk Jóan Jakku pápabeiggi burtur skaðadagin 1919. Abbi mín, Zacharias, fall í bjørgunum í juni 1905 saman við soninum Olufi; teir vóru vesturi í Skjøt og drógu lunda. Bakkin í Hesti er nógvstaðni leysur í bjørgunumn fyri vestan, so har ræður um at ansa sær. Og í 1912 gekk Martin pápabeiggi burtur við »Oliviu« við Napoleon í Dali.

‒ Omma mín, Malena norðan fyri Garð – hon var slektað úr Koltri – var ein still og gudrøkin kona. Hon tók allan henda mótburð – at missa mann og tríggjar synir og dótturmann – við tolni og stinni í sál sínari og áliti á Gud. Hon fell ikki í fátt. Gerandisdagurin skuldi halda fram hjá teimum, ið eftir vóru.

Hvussu hjálptust so fólk eftir slíkt mannfall? kann ein so spyrja. Tórur sigur, at tað var eingin, sum manglaði nakað ella var óhjálpin. Tey hjálptu hvørjum øðrum bæði við torvi og hoyggi. Og tey, sum ongan bát áttu, fingu fisk frá teimum, sum áttu.

‒ Fólk vóru gudrøkin og hjálpsom. Tær góðu dygdir, ið eyðkendu gomlu bygdarfólkini. Hjá okkum var eitt fátækt hús, men vit sótu ongantíð svong. Einaferð minnist eg, vit høvdu fingið eina kvígu úr Andrasstovu, og hon fór fyri bakka norðuri í Staksa. Hannis uppi í Stovu kom grátandi til pápan, Jógvan, og sigur, at nú hevði Meinhard – elsti beiggi mín – mist kúnna. Um kvøldið kemur so Jógvan við eini kvígu og bindur í básin hjá okkum – fyri einki. Tað var ein góð gerð.

Tórur sigur, at í Hesti var gott at búgva. Har var nógvur ungdómur á hansara aldri, og øll rættu hvørjum øðrum eina hond í tí fyrifallandi arbeiði, sum var í bygdini. Øll hjálptust at. Eingin ivi um tað. Hetta var ein sjálvfylgja.

‒ Sum børn vórðu vit lærd at befala okkum í Guds hendur. Mamma mín Jóhanna – hon var slektað av Nesi í Vági – var ellivu ára gomul, tá hon fór at tæna hjá Napoleon Nolsøe á Marknoyri, sum bæði hevði jørð og handil. So fór hon til Trongisvágs í bóndahús at tæna. Og haðani kom hon í bóndahúsið uppi í Stovu í Hesti. Nítjan ára gomul giftist hon í Hesti og aldi upp stóran barnaflokk. Fóru vit út, rópti hon altíð aftan á okkum: »Hvør skal vera hjá tykkum í dag?« Og vit svaraðu: »Jesuspápi!« Og um kvøldið, tá vit fóru upp á loftið at leggja okkum, spurdi hon: »Hvør skal vera hjá tykkum í nátt?« Og sama svarið: »Jesuspápi!« Vit skuldu svara.

‒ Hetta hevur verið signing mín alt lívið. Eg havi biðið til Harran bæði úti á havi og tá eg havi verið til bjarga. Ja, í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Tórur Zachariasen.

Við »Silver Lining« og »Ondine«
Sjálvur var Tórur fimtan ára gamal, tá hann fór til skips. Tað var við »Silver Lining« við Jústinus Ejdesgaard í Oyndarfirði sum skipara. Við var annar ungur drongur úr Hesti, Jógvan Nybo (sonur Poul á Hvítanesi); hann var ½ ár yngri enn Tórur, og hetta var eisini fyrsta ferðin hjá honum til skips. Jústinus í Oyndarfirði átti skipið, men Jens Evensen í Havn reiddi tað út.

‒ Vit vóru vártúrin á Suðurlandinum og fóru so til Grønlands. Við ongum motori. Størstu aldur, eg nakrantíð havi sæð, var tá vit sigldu heim. Vit høvdu 27 dagar yvir og 19 heimaftur – 8 dagar suður á Kappan. Og so brann hann á við stormi og tók undan. Sjógvurin var øgiligur. Vit høvdu eina lýsitunnu undir rigninginum og seymaðu lýsiposar at heingja í hvørt borðið til at slætta sjógvin. Millum brotini var stilli, men har var ein slupp sanniliga lítil. Vit lógu bakk áðrenn vit komu á landgrunnin og fingu so ein sjógv, sum knústi alt omanav, bæði segl og bátar. Heimkomnir lógu vit sum eitt illa tiltýggjað vrak á Oyndarfirði, sigur Tórur.

Hann var bara hetta eina árið við »Silver Lining«. Og óvist er um skipið fór útaftur hetta árið eftir skaðan. Hann var fimm ár til skips. Síðsta árið var 1931 við »Ondine«, ein trímastrað skonnart, sum Sofus Petersen á Steig í Sandavági átti part í saman við Balslev. Hon sakk á Havnarvág.

‒ Vit skuldu fara inn í Grønlandi og høvdu túsund fiskar á dekk. Eg skuldi fara niður í lastina at leggja hesar fiskarnar. Leypi av lastalúkuni niður á ein stakk og haðani niður á banjaran; eg var áhælsin og skeiklaði knæið; men eg stóð so og legði allan fiskin; og tá alt var liðugt, fór eg í koyggjuna og lá restina av túrinum, allan august mánað. Men teir vóru lagaligir ímóti mær og søgdu, at eg skuldi fáa líka part kortini.

Heimkomin varð Tórur lagdur inn á Alexandrines Hospital. Pauli Dahl, yvirlækni, sigur tá við hann, at hann kundi ikki fara til skips aftur, tí knøini toldu tað ikki.

‒ Eg spyrji so doktor Dahl: »Hvat skal eg so gera, tá eg ikki kann fara til skips aftur?« »Far og lær til lærara,« sigur hann. Men tað hevði eg ongan hug til. Varð heimamaður, fekst við jarðyrki og róði út eisini.

Bygdi við Villingadalsvegin
Tórur sannaði skjótt, at hann mátti finna sær annað abeiði. Í Hesti bar ikki til at búgva.

‒ Knøini vóru so ring, at eg kundi ikki fylgja við øðrum monnum í arbeiði. So fór eg til Havnar. Velti hjá Wenzel Petersen í Havnardali og arbeiddi á verkstaðnum hjá honum eisini. Undir krígnum bøtti eg ketur hjá eingilskmonnum og passaði revarnar hjá Zachariasi á Skipafelagnum. Jú eg hevði nóg mikið at gera. Var eisini við at byggja hús. Men pengar vóru ikki nógvir at vinna tá.

Eftir kríggið bygdi Tórur sær hús við Villingadalsvegin, har hann velti stóra trøð. Hóast nógv er bygt har um leiðir sum tíðin er liðin, so teljast hesi húsini framvegis millum tey ovastu í hesum býlingi.

Tey gomlu vóru sterk í Skriftini
‒ Guds orð er ikki tómur setningur, men sannleiki. Eg havi granskað Skriftina meira og meira sum árini eru liðin fyri at koma Orðinum nærri. Tá ólukkur henda, sum tann í Hesti 1. apríl 1919, krúpa øll til krossin. Og tá er nógv ímillum at eiga gudsorðið enn ikki eiga tað – og so fara at rópa.

‒ Harrin hoyrir altíð okkara bønir, men tað er ikki vist, at vit altíð fáa okkara ynski uppfylt. Harrin veit, hvat tænir okkum. Eingin er lýtaleysur, og Hann vil royna okkum sum síni lýdnu børn.

‒ Í Hesti varð kirkjan vígd í 1911. Á kirkjuklokkuni standa hesi orðini: »Eg milda geri sorg og gleði trygga«. Og trúliga gingu fólk kirkjugøtuna, tá klokkan kallaði tey til ákallan og bøn. Og heima varð eisini lestur lisin. Hjá okkum búði ein maður, sum nevndur varð Jógvan hjá Kristiani. Hann var gamal drongur, og hann var ein gudrøkin maður í allar mátar; las tveir lestrar hvønn sunnudag og mishalgidagar – ein danskan og ein svenskan.

‒ Vit sluppu ikki út at spæla, um vit ikki høvdu verið í kirkju sunnudag. Tað var danskur lestur, og tað var var ofta, at ein sum smádrongur svav ein lestur av sær í kirkjuni. Og tá eg kom til hús aftur spurdi Jógvan: »Nú, hvør var teksturin í dag?« Líkasum fyri at vita, um vit høvdu lurtað. Og so hendi tað, at ein ikki visti. Tá smírdist hann. »So skal eg siga tær,« segði hann. Eg helt tað vera skomm ikki at vita hetta og fór so at leggja meg eftir at lurta meira, sigur Tórur Zachariasen í samrøðu í mars 1994.

Hann endaði samrøðuna við at siga, at tey gomlu vóru sera sterk í Skriftini. Hon var saman við lestrum og sálmum tann holla andliga keldan, tey leitaðu sær ráðføring úr. Og væl mintust tey og dugdu til at taka, tá tey vendu sær til ungdómin við áminnandi orðum.

— — —

Sunnudagin 31. mars verður minningarhald í Hesti í sambandi við, at hundrað ár eru liðin síðan tveir bátar úr bygdini gingu burtur við ellivu monnum. Gudstænasta verður kl. 10.30 við prestunum Hera Joensen, Derhardi Jógvanssyni og Bergi D. Joensen.
 
Eftir gudstænastuna verður farið norður til minnisvarðan á Hálvmørk, har borgarstjórin, Annika Olsen heldur røðu.

Teir, ið sjólótust 1. apríl 1919
Við fýramannafarinum »Hestoynni« fórust:

Esmar Poulsen, einkjumaður, 46 ár.
Hans Poulsen, 46 ár; eftir sótu einkja og trý børn, ein sonur og tvær døtur, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul.
Johannes Pauli Poulsen, 17 ár (sonur Hans Poulsen).
Joen Daniel Frederik Danielsen, 45 ár; eftir sat einkja við tveimum døtrum, 6 og 3 ára gamlar.

Við seksmannafarinum »Roysninginum«:

Joen Joensen, 53 ár; eftir sótu einkja og tríggir synir, sum vóru 18, 13 og 8 ára gamlir.
Hjalgrim Hentze, 33 ár; eftir sat einkja við tveimum børnum, eini 4 ára gamlari dóttur og einum 1 árs gomlum soni.
Joen Jacob Thomas Zachariasen, 37 ár; eftir sótu einkja og sonur, sum var 4 ár.
Samuel Christoffer Johannesen, 17 ár.
Joen Ferdinand Joensen, 33 ár, ógiftur.
Antonius Martin Christian Colbjørnsen, 26 ár; eftir sat einkja við 18 ára gamlari dóttur og 17 ára gomlum soni (í fyrru giftu).
Frants Danielsen, 19 ár.

MYND:
Bátar og neyst niðri í Fjøru í Hesti.