Grøni liturin sunnudagin 6. oktobur
Liturgiski liturin fyri trinitatis í kirkjuárinum er grønur. Hetta tíðarskeiðið gongur frá hvítusunnu til advent, tá nýtt kirkjuár byrjar. Eitt nú Hoyvíkar kirkja lýsir við grønum liti í torninum hesa árstíðina, sum ímyndar vár, vøkstur og vón.
Hin 6. oktober fær grøni liturin tó ein heilt serligan týdning fyri summi, tí hendan dagin er Altjóða CP (Cerebral Paresu) dagur. Liturin hjá Cerebral Paresu er grønur, og sunnudagin fara nakrar kirkjur kring landið at lýsa grønt fyri at varpa ljós á CP.
CP er stytting av diagnosuni Cerebral Paresa. "Cerebral" merkir "heili" og "Paresa" merkir "lamni". Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum og t.d. ikki av skaða í rygginum. Cerebral Paresa varð fyrr nevnt "spastiskt lamni" á føroyskum.
CP er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum.
Tað er sera ymiskt frá persón til persón, hvussu nógv rørsluligt tarn ein fær av CP. Tær rørsluligu avbjóðingarnar kunnu t.d. vera manglandi ella viknað tamarhald og styrki í vøddunum. Tað kann hava við sær niðursett førleikastøði, sum t.d. broyttur kropsburður, skerdur gonguførleiki og trupulleikar við at skriva, tekna ella tosa.
Í Føroyum eru yvir 100 fólk sum hava CP og hóast avbjóðingar, eru fólk við CP partur av samfelagnum og hava sum oftast somu førkeikar sum onnur, ganga í vanligum skúla, eru útbúgvin lærarar, skrivstovufólk, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar v.m.
Meir kunning um CP og um áhugafelagið CP Føroyar kann finnast á www.cp.fo