Skriva út

Gloymda várið

15.05.2020 Tíðindi
Armgarð.jpg

Várið boðar frá lýðku, nýggjari byrjan, blómum, trøum sum grønkast, smálombum. Alt vaknar og syngur um alt tað livandi.

Várið er vón, júst sum okkara børn og ungu eru tað. Tað eru tey, sum seta við og fáa lívið at ganga víðari.

Hvør hevur ikki lisið ”Det forsømte forår” hjá Hans Scherfig. Øll okkara vár, sum bara eru horvin í skúla, lesnaði og próvtøkum.

Mann helt, at hetta tók ongan enda, til alt rann upp í hægri eind, tá mann so endiliga fekk húgvuna á høvdið. Gleðin og møðin, ov nógv kaffi drukkið og ov lítil svøvnur, men alt varð gloymt, tá mann so var liðug í skúlanum.

Fegnir lærarar, foreldur og familja, pisurøða, summar og fuglasongur og fagrar vónir.

Heimurin lá víðopin, alt var møguligt. Dreymarnir vóru skærir, eins og hvíti kjólin, mann var í.

Og latínlærarin lærdi okkum aldargamla studentasangin Gaudeamus igitur: ”Kom lat okkum fegnast”. Ikki haldi eg, at vit góvu okkum stórvegis far um tekstin í sanginum, tí tíðin tá í juni var ein røð av glæsiligum hendingum, blómutyssum, gestum, og góðynskjum.

Gloymi ongantíð hesar dagar – hesar vælsignaðu løtur í juni – fyri nógvum árum síðani.

Løtur eru so ymiskar. Løtur koma og fara. Vit menniskju kring allan knøttin hava ymsar skiftissiðir, tá vit verða fødd, fara í skúla, frá at vera barn til vaksin, barnsburður og andlát. Vit markera skiftini í okkara lívi.

Men nú hava vit fingið ein ampa, ein óbodnan gest. Vit royna at vísa honum bakið við at steingja dyrnar bæði heima og í handilsstøðum, vit royna at vaska og spritta hann burtur og tað gongur væl. Men avleiðingarnar av Korona eru her og eru ógvusligar fyri menniskju og vinnuna.

Nógv børn skulu doypast, men tey hava verið noydd at bíða, tí kirkjan er stongd, konfirmantar bíða, brúðarpørini kunnu bíða, men jarðarferðirnar kundu ikki bíða og heldur ikki  studentarnir, tí henda  løtan í juni er teirra løta, og ikki ber til at útseta hesa so serstøku løtuna til heystar. Hon er bara tá, síðani er hon horvin!

Øll klemm, kossar, gleðin og rómin má steðga, tí ein (ella tveir) metur frástøða er til alt og øll. Og hvussu við tí sorgleysa, ungdómsrúsinum, ongi flogfør ella skip, ongar ferðir til heitar strendur ella fjarskotin lond at fjakka. Krúnan á verkinum, at samgleðast við øðrum ungum aftaná stríð og strev kemur kanska ikki, hesa løtuna, sum tey fara at minnast aftur alt lívið:

”Minnist tú, tá vit vórðu studentar?” Jú, tey í dag, fara at minnast spritt, ávaringar, ampa og at vísa fyrilit.

Hetta evnar eina menniskju, at gera nakað sum krevst av tær sum menniskja, at seta seg sjálvan til viks fyri ein annan, at bakka og vísa umsorgan og ábyrgd, tí tað snýr seg um lív og deyða og tað gevur okkum dýpd. Vit skilja í hesi Koronu tíð, at alt ikki snýr seg um meg.

Gloymda várið fer í eitt summar, sum ikki er sum summar flest. Og meðan alt enn er óvist og allur heimurin bíðar og er í andaleypi, so vendi eg aftur til aldargamla studentasangin ”Gaudeamus igitur, juvenes dum sumus”, sum merkir: ”Lat okkum gleðast, meðan vit eru ung”!

Sangurin er frá 1287 og nevnist De brevitate vitae, sum merkir ”Um hvussu stutt og stokkut lívið er”. Sangurin sigur okkum, at tá gleðiliga ungdómstíðin er av, so bíðar ellin, so lat okkum gleðast og fegnast í dag, tí lívið er so stutt.

Tíðin aftur í 1200 talinum eins og so nógv onnur tíðarskeð, var ein ófriðarlig tíð, nógvar sóttir, kríggj og sjúkur og her fær tann ungi boðini, orðini, sum vit hava tikið til okkum í dag, nevniliga: ”Carpe diem”! tak dagin í týdninginum, sum tú heintaði eina búnað, sevjumikla frukt, tak nú dagin og gleð teg og kenn teg livandi, tí áðrenn tú veitst av, so kann alt vera burtur og horvið, men dagin í dag hevur tú. Við at minnast til memento mori, minst til tú skalt doyggja, so verður tú sett í frælsi at liva og njóta vakra lívið.

So løtan vit javnt og samt spyrja eftir, hana hevur studenturin.