Skriva út

Gleðilig jól og gott nýggjár

23.12.2024 Tíðindi
Christmas Candle And Bokeh

Fólkakirkjan ynskir øllum okkara fólki burturi og heima eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Fólkakirkjan ynskir øllum teimum, ið eru komin til landið og runnin av útlendskari rót, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Vit bera góð ynski fram á torg, tí Guðs sonur kom til jarðar sum menniskja og medmenniskja. Jesus var í eygnahædd við samtíðarfólkið, og hjarta hansara fevndi øll menniskju.

Sum samfelag og kirkja mega vit royna at fevna hvør annan í virðing og kærleika, soleiðis at vit rúma hvør øðrum og hava innivist til øll og hin einstaka.

Foreldur Jesu og Jesusbarnið fingu ikki innivist, har fólk flest ynsktu at gista. Tað var ikki rúm fyri teimum á gistingarhúsunum.

Hóast vit hava almikið at takka fyri í Føroyum, er tað gagnligt at nema viðkvæmar spurningar. Jól eru ikki einans hugni og vælvera. Jól eru eisini sorg, longsul og saknur. Jól eru enntá ríkidømi og fátækt.

Føroyska samfelagið og fólkakirkjan! Er tað satt, at vit eru nakað fyri øll. At øll verða fevnd tímiliga og andaliga, at øll hava innivist, mat og klæðir?

Møguliga finnur fólkakirkjan svarið í 2025 og ger saman við øðrum nakað við tað, so størri sosial javnvág er millum fólkið í landinum.

Fólkakirkjan hevur sum mál at fevna um øll menniskju. Hetta verður stevnan inntil Jesu Kristi afturkomu. Tá ið Jesus á himmalsins skýggjum kemur aðru ferð til jarðar, er ríkið fullkomið.

Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár ynskja vit hvør øðrum í Jesu navni.

biskupur

 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum