Skriva út

Frá 3 til 9 kvinnur

08.03.2024 Tíðindi
Kvinnur
Mynd frá tiltakinum "Kirkjan og Kvinnurnar" í Havnar kirkju týskvøldið 5. mars 2024

Tað er ein eyðsýndur partur av míni fatan, at javnstøða millum kynini og javnrættindi millum limirnar í fólkakirkjuni eiga at valda.

Kvinnudagin 8. mars verður tikið afturíaftur málsetningin, ið var lagdur fram til biskupsvalið á heysti 2007. Stevnan er endurtikin mangar ferðir bæði í tí kirkjuliga landslagnum og uttan fyri kirkjugátt í óteljandi fyrilestrum, samrøðum og skriving í miðlunum.

Biskupur heilsar bæði kvinnum og monnum vælkomnum til tænastu á øllum plássum og í øllum ráðum, svá fólkaræðisliga skipanin loyvir og ásetir. Tað snýr seg fram um alt um heit hjørtu og tænandi hendur, ið fara til verka í fólkakirkjuni, sum er ein partur av Jesu Kristi kirkju.

Læran er ikki fólkaræðisliga ásett
Øll viðurskifti í fólkakirkjuni eru fólkaræðisliga skipað uttan tann evangeliska læran og tað, ið fólkakirkjan stendur fyri innihaldsliga, t.d. ritualini. Her er Bíblian evsta og hollasta grundarlagið saman við játtanarritum fólkakirkjunnar.

Tað er ein av fremstu uppgávunum hjá biskupi at hava eftirlit við læruni, so kirkjan andaliga er, har hon eigur at vera. Í verkligum málum er fólkaræðið leisturin. Í andaligum viðurskiftum er Bíblian evsti myndugleikin.

Stutt løtumynd á kvinnudegnum
Biskupur hevur áður breitt lýst kynsbýtið í fólkakirkjuni. Á hesum sinni verður einans í tølum greitt frá kynsbýtinum við atliti at prestatænastuni.

Kirkjuráðini, ið eru fólkaræðisliga skipað, kalla sóknarprestarnar í embætið.

Í 2008 høvdu vit einans tríggjar kvinnur í føstum embæti í fólkakirkjuni. Í dag eru 9 kvinnur í føstum embæti.

Góðan kvinnudag, kvinnur og menn! Vit hava vundið Merkið í húnar hátt og fagna degnum og kvinnunnar stríði fyri javnrættindum á arbeiðsmarknaðinum.

Jógvan Fríðriksson
Biskupur