Fólkakirkjan – kirkjuráðið og innihaldið
Fólkakirkjan (Triði partur)
Sjálvsfatan kirkjunnar
Fólkakirkjunnar regluverk er ásett við lógum, ið Løgtingið hevur orðað og viðtikið. Tað er sostatt álagt eftir hvørjari ás, kirkjan og kirkjunnar arbeiði verða skipað.
Løgtingslóg nr. 74/2023 greinar í § 1 fólkakirkjuna á henda hátt: “Fólkakirkjan í Føroyum er evangelisk-luthersk.”
Hóast greiningin er stutt og fáorðað, er hon yvirskipað greið. Andaliga virðisgrundarlagið er sum gudfrøði bundið at tí fatan, ið Martin Luther um trúbótarmundið varpaði ljós á í skrivligum ritum.
Evangeliska fatan fólkakirkjunar er ankrað í Bíbliuni og játtanarritum fólkakirkjunar. Sum eitt dømi uppá ritini frá trúbótini kann Lítla Lærubók Luthers verða nevnd. Lærubókin stendur í Sálmabókini, har prædikutekstirnir eru prentaðir.
At læran soleiðis yvirskipað er greinað av Løgtinginum stendst óivað av, at fólkakirkjan verður stuðlað av landinum, og prestarnir eru embætisfólk.
Í eini almennari kirkju, ið verður fólkaræðisliga stýrd, er tað neyðugt við kørmum og ásetingum, so kirkjan ikki verður fámannaveldi. Allýsingin av kirkjuni gagnar øllum. So kenna vit tekstin, ið skipar og greinar kirkjuna.
Kirkjuráðið – tað andaliga
Hóast vit í mongum førum umrøða kirkjuna og sipa til bygningin, er bygningurin einans karmur um kirkjunnar veruliga innihald: Tað andaliga lívið í kirkjusóknini.
Henda staðfestingin tekur einki frá tí sannroynd, at tað er alneyðugt, at teir fysisku karmarnir eru í lagi. Tað er neyðugt, at bygningurin líkur tey krøv ella gevur atgongd til krøvini, sum vit í 2024 meta neyðug og hóskilig.
Teir fysisku karmarnir kunnu stimbra og menna innihald kirkjunnar. Hava vit amboðini, ið nútíðin krevur, er tað mennandi fyri møguleikarnar at prædika og boða orðið í talu og sangi, í samveru og andans verkliga verki. Tað er als ikki neyðugt, at vit sum kirkja eru eftirbátur.
Vit mega við atliti at kørmunum fylgja við tíðini, so tann gamli arvurin – evangeliið um Jesus Krist – fær bestu sømdir at ljóða í samtíðini.
Tað besta av øllum – orðið um Jesus – eigur at hava nøktandi umstøður at ljóða fólkinum til signingar. Hóast evangeliska boðanin er ankrað í Guði og Guðs anda og ikki bundin av ella at okkum, mega vit gera okkara besta sum sendiboð fyri Harran.
Kirkjuráðið – lærugrundarlagið
Tað er áhugavert at lesa lógartekstin um kirkjuráðið í kirkjusóknini og síggja, hvat tað lóggevandi valdið ásetir sum tað fyrsta í lógini um kirkjuráð.
Í § 1 í løgtingslóg nr. 48/2013 stendur: “Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.”
Lív og góð kor og trúskapur móti lærugrundarlagnum eru sostatt tvær síður av somu søk. Tey treyta hvørt annað. Tey eru støðið og ástøðið og avgerandi fyri øllum tí, ið kirkjuráðið setir sær fyri og tekst við.
Kirkjuráðið – lív og vøkstur
Treytin fyri at verða valdur í eitt kirkjuráð er, at viðkomandi, sum kemur á vallistan, er limur í fólkakirkjuni. Valið sjálvt verður fólkaræðisliga skipað, og limir fólkakirkjunnar í kirkjusóknini velja kirkjuráðið.
Kirkjuráðini eru virkin og tilvitað um uppgávuna. Kirkjusóknirnar eru ymiskar alt eftir fólkatalinum í sóknini. Virksemið verður tillagað støddini á kirkjuliðinum. Útgangsstøðið og arbeiðshátturin verða verkliga tillagað samsvarandi viðurskiftunum á staðnum.
Uttan mun til støddina á kirkjusóknini er aðalmálið tað sama. Ráðið skal skapa góð kor fyri lívi og vøkstri. Myndin er á ein hátt várlig, og andin frá hvítusunnudegi við ljósi og lýðku gevur bestu fortreytir fyri vøkstri og gróðri.
Tess vegna eru tað nøkur viðurskifti av formligum slagi, ið gera seg galdandi, tá ið eitt kirkjufólk á fyrsta sinni tekur sæti í einum kirkjuráði.
Eitt hátíðarligt og álvarsamt lyfti verður givið ta løtu eitt kirkjufólk tekur sæti í kirkjuráðnum á fyrsta sinni. Jørðildi fyri arbeiðunum er evangeliska læran sum grundarlag. Í kirkjuskipanini er kirkjunnar læra og sjálvsfatan mikið meira avgerandi, enn vit mangan geva gætur.
Virkisøkið hjá kirkjuráðnum greinað
Í einum kirkjuliði eiga allir partar at samvirka í einum góðum tóna. Samskiftið millum kirkjuráðið, kirkjutænararnar og prestin eigur at verða borið av sínámillum virðing. Álit og virðing eru grundliggjandi fortreytir fyri trivnaði, vælveru og einum fruktagóðum avriki í kirkjuliðinum.
Viðhvørt hava kirkjuráðini hug til at siga, hvussu sóknarpresturin eigur at vera. Skilagott er, at prestur ger sær ómak at lurta eftir og at tosa við kirkjuráðini.
Tað hendir, at limirnir í einum kirkjuráði úttala seg alment um, hvat ein prestur skal og ikki skal. Stundum veður eisini sagt, at soleiðis eiga prestar ikki at prædika.
Biskupur gleðist um, at tey kendu frælsini – frælsi at hugsa, virka skriva og tala – eru rættur alra um okkara leiðir og í eini kirkju, ið er fólkaræðisliga skipað. Øll hava loyvi at siga sína hugsan og alment siga frá henni í talu og skrift.
Skilagott er, at kirkjuráðið og prestur í samvinnu sínámillum viðgera kirkjulig viðurskifti, so ivamál verða avklárað og samstarvið varðveitt við góðum stevi. Bæði prestur og kirkjuráðið hava í einum neyðugum samstarvi sínar serligu uppgávur at røkja til frama fyri kirkjuliðið.
Eins satt hetta er, er vert at varnast, at kirkjuráðini hava avmarkaðan myndugleika á ávísum økjum. Kirkjuráðið hevur ikki myndugleika at leggja seg út í tænastuna hjá presti. Formliga er presturin í tænastu síni óheftur av kirkjuráðnum.
Hetta er positivt orðað í løgtingslóg nr. 48/2013: “Sóknarpresturin er í embætisvirksemi sínum, eisini tá talan er um boðan og privata sálarsorg, óheftur av kirkjuráðnum.”
Hetta merkir, at hóast kirkjuráðini kalla prest, so er prestur í tænastu síni óheftur av kirkjuráðnum við atliti at boðan og sálarrøkt. Myndugleikin hjá kirkjuráðnum er við atliti at tænastu prestsins avmarkaður.
Á sama hátt er valdið hjá sóknarprestinum avmarkað á øðrum støðum. Tað koma vit aftur til í fjórða parti.