Skriva út

Føroyska Bíbliufelagið vitjar Skála kirkju

24.02.2024 Tíðindi
Bibliuflg

Í morgin, sunnudagin 25. februar kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið í gudstænastuni í Skála kirkju, har forsetin Jógvan Fríðriksson biskupur, prædikar. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, og umboðar flestu kirkjum og samkomum í landinum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og møguleiki er at tekna seg til at stuðla Bíbliufelagnum umvegis heimasíðuna www.biblia.fo

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961.

Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti. 

Ein partur av Føroyska Bíbliufelagnum eitur Spírar, og ger talgilt barnartilfar á føroyskum.
Á heimasíðuni www.spirar.fo er nógv spennandi og mennandi tilfar, sum øll føroysk børn kunna síggja gott og ókeypis føroyskt tilfar á netinum. 

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. M.a. hava føroyingar stuðla Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri. 

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo ella ringja á 787826.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum