Skriva út

Felagsgudstænasta í Marghøllini í Vági sunnudagin 23. februar

19.02.2025 Tíðindi
Annika Hanus Og Patrick

Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni bjóða sunnudagin 23. februar til stórt felagstiltak í Vági.

Marghøllin, sum í fjør bleiv gjørd aftur eftir stóran skaða, verður í ár karmur um felagsguðstænastu.

Tað er prestarnir og kirkjuráðini í Suðuroynni, ið skipa fyri.

Tiltakið hevur verið fyrireikað í eina tíð og nú sunnudagin verður stóra tiltakið, ið er ætlað øllum, børnum, vaksnum, ungum og eldri.

Áður hava prestarnir og kirkjuráðini skipað fyri útiguðstænastu, men hetta er fyrsta veruliga tiltak fyri alla oynna.

Guðstænastan sunnudagin kemur at líkjast vanligari guðstænastu, tó so eru søga og sangur, ið venda sær til børnini eisini á skránni.

Eftir guðstænastuna verður bjóðað til pizza og okkurt drekkandi, eins og tað eisini verður kaka og kaffi.

Frálíku karmarnir í Marghøllini gera so eisini at eftir guðstænastuna, kunnu tey vitjandi royna klatriveggin, hoppiborgirnar og annars spæla sum teimum lystir.

Guðstænastan byrjar klokkan 13 sunnudagin 22. februar í Marghøllini í Vági.

 

Prestar og Kirkjuráðini í Suðuroynni. 

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum