Ein stuttflutt bøn
Skriftin sigur okkum, at longu í skapanarsøguni fór alt av lagi, tí menniskjan fór egnar leiðir. Hetta gav okkum evnini at skyna millum gott og ónt, tí nú var arvasyndin ein veruleiki
Skapanarverkið varð litið okkum upp í hendur at gagnnýta og fegnast um, men álagt var okkum, at alt var bert eitt lán, tí vit skulu geva heimin og alt tað skapta víðari til komandi ættarlið.
Tí onki kunnu vit tilogna okkum, alt er givið okkum. Heimurin, barnið, kærleikin, tónleikurin, listin og alt annað.
Nógv avbera vakurt og skilagott hava menniskju evnað og hugsað, men eisini nógv ræðuligt og andstyggiligt
Ein sannroynd er, at mannalívið snýr seg um at vinna á tí ónda við tí góða.
Ofta hevur staðið illa til og fólk hava trúð, at nú eru síðstu tíðirnar komnar.
Seinastu árini hava vit sprittað, vaskað og biðið hendan og handan um umbering. Vit hava strikað út úr bókum og hava soleiðis vilja tabula rasa. At vera rein og lýtarleys og viskað ein part av okkara søgu burtur.
Men hvussu við okkara atburði, tá tað snýr seg um okkara bláu gongustjørnu, hvat siga vit tá ?
Apokalyptiskir tilstandir eru kring heimin. Sum stóru tektonsku pláturnar á havbotninum flytir alt seg heima og burturi, í menniskjum og millum lond.
Heimurin brennur í londum, har vit øll ynda at ferðast. Hús og fenaður hvørva og alt sýnist at verða til sand og oyðimørk. Hvar skal neyðars menniskjan svala sær, tá vatnið trýtur? Og risastórur heglingur dettur yvir Italia á hásumri.
Orð og tankar úr skapanarsøguni daga undan, at vit eiga tað ikki og skulu geva tað víðari.
Sum reaktión uppá gongdina taka nýggj rák seg upp, sum siga, at vit skulu gangnýta og ikki lata nakað fara til spillis, tí vit eru øll samsek í skeivu gongdini, sum ivaleyst eisini hevur sín uppruna í grammleika og havisjúku.
Tí fara vit at velta og taka upp rabarbur, hava hønur í havanum, keypa í endurnýtslum og seta sum mál “at í ár keypi eg onki nýtt plagg”. Bilarnir koyra við ravmagni og vit fara heldur í tok enn at flúgva, tí tað dálkar minni.
Og hóast vit fáa at vita frá skilagóðum fólkum, at havið verður heitari og kann ávirka fiskin, so hugsa vit stutt og siga “mann tað vera so galið ?”
Og ja, svara serfrøðingar, sjógvurin hitnar, so vit fara kanska at fáa heilt onnur fiskasløg og burtur verður lundin og starin og ístaðin fer Sandágerð at vera fult av ljósareyðum flamingo og eksotiskir akvariefiskar í Nólsoyarfirði.
Keypir tú eina culottusteik úr Ný Sælandi, mást tú næstan eta við niðurrullaðum gardinum, so ringa samvitsku fært tú.
Tí langflutningur dálkar. Vit skulu als ikki eta langflutt kjøt, men helst grønmeti, sum vit sjálvi hava velt.Og fram um alt skulu vit fylla okkum við ymiskum sløg av bønum, edamamu og kidney bønir, brúnar, hvítar og grønar bønir.
Og nú er Ólavsøka og hábærsliga skrúðgongan fer úr Tinghúsinum oman í Havnar kirkju. Tveir myndugleikar fylgjast. Annar kann lóggeva um heilsugóða føði og áleggja okkum at eta meira grønt og alskyns sløg av bønum.
Hin, tann kirkjuligi, hevur sama svar, og tað er eisini bønir, men hjartabønir, sum enntá eru stuttfluttar.