Skriva út

Danska Próstafelagið havt aðalfund í Føroyum

02.10.2024 Tíðindi
IMG 1139

Mikudagin í farnu viku hevði danska Próstafelagið aðalfund í Norðurlandahúsinum.

70 próstar hittust til fundar.

Hetta hevur verið eitt gamalt ynski hjá Próstafelagnum at hava aðalfund í Føroyum.

Í sambandi við aðalfundin varð eisini skipað fyri íblástrarferð at kunna seg um føroyskt kirkjulív og um sjálvbodna arbeiðið í Fólkakirkjuni.

Vitjað var í Gøtu kirkju, har sagt var frá kirkjuni, og í kirkjuni við Gøtugjógv, har sagt var frá um nýggju kirkjuna, og kunnað var um kirkjuliga arbeiðið á staðnum. Eisini varð vitjað í Christianskirkjuni, har greitt var frá sjálvbodna arbeiðinum á staðnum og í Fólkakirkjuni sum heild.

Leiðslan í fólkakirkjuni, biskupur, dómpróstur og fyrisitingin hjá fólkakirkjuni greiddi eisini frá bygnaðinum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá Fólkakirkjuni.

Í stuttari viðmerking sigur forkvinnan í danska Próstafelagnum, Annette Bennedsgaard, at tey fingu nógv at vita um føroyskt kirkjulív, um sjálvboðið arbeiðið, og hvussu Fólkakirkjan verður stýrd fíggjarliga. Hetta eru viðurskifti, sum tey uttan iva eisini kunnu fáa gleði av at brúka í Danmark.

Orð og myndir: un

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum