Skriva út

Bólturin er rundur

18.06.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Fótbóltur er eitt løgið spæl, bæði á ein og annan hátt, bæði fyri tey sum skilja spælið og tey sum ikki ána, hvat tað heila snýr seg um.

Vit liva enn í kjalarvørrinum av koronu, tí fleiri, sum hildu at onki í lívinum kundi órógva ella gera tey bilsin, ja, tey fóru so dyggiliga skeiv, tí koronutíðin hevur ávirkað alt og øll og ger tað enn. Vit hildu at alt bar til, alt koyrdi huhej og so við eitt vóru vit forðað av einum ósjónligum fígginda, sum lat lond aftur og stongdi flogvallir og handilshús og skúlar, ja, lat heimin aftur.

At savnast nógv saman var vandamikið og áskoðarir sluppu ikki til dystir á stórum leikvøllum, so ongin rómur hoyrdist, alt varð so kvirt.

Fótbóltur er serstakur. Tak bara okkara heimliga umhvørvi. Alt verður gaerað og leinað upp til dystirnar. Upptakt, har menn við blonkum eygum tosa so skjótt, at tú ikki fær høvd ella hala á tí, teir siga, so spentir eru teir. Og útvarparar eru ymiskir, onkrir eru rættiliga stuttligir at lurta eftir og aðrir vanda sær um málið og fara at brúka hetjumál og tosa um grønan svørð og kappabrøgd.

Og tapa teir, so siga teir “at vit spældu altso betri, hóast hinir vunnu” teir “raktu ikki dagin” ella “teir fingu gummibein”. Elski hesa optimismuna, tí hon er undrunarverd.

Fótbóltur savnar milliónir av fólki, og nú skuldi dysturin í EM spælast. Sera nógv hava glett seg til at fara til dystir aftur ella at sita heima og hyggja. Tað eru jú 2x45 min í spenningi, drama, kortum, tvístøðum, dómaraavgerðum og VAR.

Leygardagin sá eg eisini dystin millum Danmark og Finnland, sum flest øll mettu fór at tapa ímóti Danmark. Helt fyri, hvussu stuttligt tað var at síggja og hoyra áskoðarar aftur, nú var alt sum fyrr, men so hendir tað, sum ongin kundi hugmynda sær fór at henda. Ein spælari fer fram eftir rommum og liggur sum deyður.

Og hann var deyður!

Mitt í gleðini, mitt í lívinum doyr ein maður og allar heimurin sær hetta einstaka menniskja smella um. Alt steðgar upp. Og ístaðin fyri fótbólt síggja vit nú, hvat menniskju, sum eru púrasta hjálparleys, gera. Tøgn, meðan liðleikarar verja lívleysa mannin og læknar og onnur, royna at fáa hjartað aftur at banka. Fólk halda um høvdið, tey tára, tey leggja hendurnar saman, og fleiri siga at tey biðja.

“Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, so eg bað bara”, segði ein fótbóltsleikari. Við eitt sóu vit øll, at deyðin er har, og tá eitt so ungt menniskja kann smella um, so kann eg eisini.

Gjøgnum alla tíðir hava fólk, kend og minni kend, leik og lærd, leitað, hugsað og skrivað um Guð og um onnur dimensión veruliga er til. Og hvussu koma í samband við ein størri mátt? Okkara tíð sær eisini nógvar bøkur, seinast av Svend Brinkmann, sum setti sær fyri at í 2020 skuldi hann geva Guð ein møguleika, altso at vera funnin, men... ?!

Vænti ikki at Guð letur seg lesa sum ein frymil, men í støðuni leygardagin á stadion sást, at tá fólk fáa slíkan skelk og onki skilja og hvørki vita sær veg ella ráð, tá “finnur” menniskjað Guð. Orðið “hjálp” er sterkasta bønin av øllum.

Burtur var dystur og spenningur, vit vóru øll bara eins menniskju undir somu lívskorum, sum eru at vit føðast og vit doyggja og har ímillum liva vit. Tað gekk ein tími í andarleypi, men tá boðini komu, at Christian Eriksen aftur dró andan og var millum menniskju aftur, samgleddust vit øll.

Í tí dagliga rokast vit og hugsa um tilboð uppá hakkikjøt ella strektar bógvar, ferðir til Mallorca og hitapott og geva kanska ikki størsta spurningi yvirhøvur “um Guð er til“ gætur. Kierkegaard segði, at tað mest vanlukkuliga var eitt óreflekterað lív, eitt lív, sum tú als ikki gáar um ella vendir og snarar, men bara letur fara sum sandur millum fingrarnar. Til mann til ein fótbóltsdyst brádliga fær høvið at seta sjálvt lívið í perspektiv og hugsa, um tað nú ikki passar, at í hvørjum menniskja býr ein longsul, ein tráan eftir tí sum er størri enn vit?

Kanska tá tú og eg eru allarmest ólukkulig ella allarmest lukkulig, tá vit ikki vita, hvørjum vit skulu biða til ella takka, kanska eru vit tá veruliga tað skapta, sum er í samband við Skaparan?

Slík hending resettar okkum ivaleyst. Tí vit hava fingið eittans boð, og tað er at liva og minnast til, at vit hvønn dag hava vit lívið hjá einum øðrum í okkara hondum. Tað sóu vit um nakað leygardagin á grønum vølli í stadion. Tí liva skulu vit.

Tað er bara ein hjartasláttur millum tað at liva og ikki at liva.