Skriva út

Biskupur skrivað eitt rit

19.01.2025 Tíðindi
2023 09 Fólkakirkjan Biskupur 003

Nú í januar gav biskupur út ritið “fólkakirkjan og verkliga skipanin”. Ritið er útgivið í sambandi við stórfundin fyri kirkjunnar tænastufólkum á Hotel Føroyum 18. januar 2025. 

Ritið er 84 síður. Kirkjugrunnurin er útgevari. Føroyaprent hevur gjørt eitt sera gott arbeiði.

Bókin er ikki til keyps, men verður latin kirkjunnar fólki og áhugaðum ókeypis.

Hetta er møguliga tað fyrsta ritið um verkligu skipanina í fólkakirkjuni. Ritið viðger t.d. tann stóra týdningin hjá kirkjuráðunum, ið gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði.

Myndugleikin staðbundin
Sjáldan verður hugsað um, at kirkjuráðið er ein myndugleiki. Kirkjuráðið er myndugleikin í øllum verkligum málum hjá tí staðbundnu kirkjuni. Kirkjuráðið kallar prest, kirkjutænararnar og skipar tænastufólk kirkjunnar. Kirkjuráðið hevur eisini ábyrgd av kirkjuni sum bygningi.

Kirkjuráðið er ein løgfrøðilig eind, sum hevur ávíst sjálvræði, ið er staðfest í lógum Løgtingsins.

Kirkjuráðið og prestur
Hóast kirkjuráðið kallar prestin, er tað ikki arbeiðsgevari hjá presti. Sóknarpresturin er í sínum andaliga virki óheftur av hugsan kirkjuráðsins og óheftur av limanna hugsan.

Hinvegin eru evnini at lurta og samskifta ein góður førningur í yrki prestsins. Virðing hvør fyri øðrum er alt.

Prestagjaldið avmarkar, og tað er skilagott, at hesi mørk verða vird, so kirkjuráðið og tess limir ikki leggja seg út í økið hjá grannanum.

Biskupur vónar
Tað er vón biskups, at ritið kemur at økja um tann verkliga kunnleikan til fólkakirkjuna. Við øktum kunnleika kemur innihaldið í okkara útsøgnum løgfrøðiliga at hava størri tyngd og virði. Meira vit vita, tess minni er tørvurin á at gita.

 

Talufrælsið
Fólkaræðið er gott, og tað letur upp fyri, at nógvar mótstríðandi meiningar kunnu vera um sama mál.

Tey kendu frælsini –  frælsi at hugsa, tala og skriva – eru sjálvsøgd í fólkakirkjuni. Mær tykir, at samvitskufrælsi er tað evsta og skapandi frælsið.

Talufrælsið gevur øllum møguleikan at koma til orðanna. Fólkaræðið gevur øllum møguleikan at gera seg galdandi.

Men, tað er tann verkliga skipanin, ið byggir á løgtingslógir og almennar reglugerðir, sum sigur frá, hvussu vit loysa mál úr lagdi og skapa úrslit tímiliga eins væl og andaliga.

Nú er so møguleikin at lesa seg til nakað av vitan, ið ikki er størri enn so, at hon væl rúmast á einum fláum talerki.

Virðing
Ritið hevur ein vegleiðandi setning á forsíðuni. Tað kenda bíbilska versið “kappist um at veita hvør øðrum virðing” er eins og ein lítil yvirskrift. So er tónin lagdur.

Lívsins skúli lærir, men enn er langt á mál hjá mær sjálvum. Tað er lættari at tosa um tolsemi enn at vísa hesar gerandisligu eginleikarnar í tí veruliga lívinum. Men, tað er royndina vert.