Bárður, Boris, Annika og Merkel
Flest okkara dáma væl at hoyra eina søgu. Hoyra eitt ævintýr, sum byrjar:
”Eina ferð, so var tað….” og flestu ævintýr enda væl og lukkuliga.
Í ævintýrum ber alt til, tú kanst ynskja tær marglæti, prinsar m/k og borgir og rúm full av gulli, og tá ónda heksin, sum spilti spælið, er vunnin á, so er brúdleyp og total eydna í allar ævir.
Soleiðis eru ævintýr og gott er at dagdroyma um tímilig ynski, sum vit halda gera okkum lukkulig, um vit fáa tey, so ivaleyst er heimurin og menniskjað júst soleiðis, sum tað altíð hevur verið?
Jólaevangeliið, sum vit skjótt fara at hoyra, sigur: ”Men tað hendi…” hetta er ikki byrjan av einum ævintýri, men sonn søga. Hon er undirbygd av søguligum data, at Kvirinius og Heródes og Pontius Pilatus vóru tá uppi á døgum, eins og vit hava okkara menn og kvinnur í dag, sum leiða og stýra londum og samfeløgum kring okkum, Bárður á Steig Nielsen, Boris Johnson, Mette Frederiksen, Annika Olsen, Trump og Merkel.
Og eins og hjá okkum í dag, so var eisini galdandi tá hjá Guði, at børnini hjá okkum gera ikki tað vit siga, men heldur tað vit gera. So, tá Hann hevði roynt at sagt menniskjunum frá frælsisboðskapinum gjøgnum einglar, profetar og onnur menniskju, so valdi Hann at senda sín egna son, sum sjálvur skuldi vísa okkum vegin, so bæði Jógvan úti í Kunoy ella Ivanov í Ruslandi ella Josepfine í Australia fingu gleðiboðini at hoyra - boðskapurin er universellur!
Og prestur lesur hetta heimsumfatandi jólaevangeliið ikki bert fyri tær og mær, men ”tykkum”, okkum øllum mannabørnum, júst sum í Faðir vár, har vit biðja: ”gev okkum í dag og fyrigev okkum”.
Frælsisætlanin var stór og ógvuslig, ta tíð tað var, men skilja vit tað ? Eru jólini ikki bert ein vetrarveitsla ella ljósveitsla, har vit stytta okkum stundir og bíða eftir skíferðini ella páskaferiuni til onkran, heitan svimjihyl sunnanfyri?
Eta og tyggja vit okkum gjøgnum dunnu, súltu, riv og røtur, tí nú hava vit jól?
Jú, tí vit minnast við búkinum og hugsa um jól, tá dunnurnar fylla frystidiskar ella lambstjógvini á páskum og soleiðis eigur tað at vera.
Vit ganga til terapeutar, hava brannteppi og eldvarnarar og minna hvønn annan á, at nú skulu vit skifta battaríini, endurskin á hund og børn, vetrardekk av og á, vaccinatiónir og tryggingar fyri alt húskið, minnast til heilivágin fyri strongd og órógv og stressrelaterað blóðtrýst, men menniskja, heilt erligt, hvussu hevur tú tað? Verður tú masserað á herðar og rygg, men gloymir, at sálin eisini skal ”masserast”?
Sært tú nakrantíð nakað við hjartanum ? Hugsar tú um jólafrælsisboðskapin, at hann er ævinligur ? At har er “nakað” í honum, og at hann ikki bert er ein gomul, støvut krubba, sum tú tekur niður av ovasta loftinum, nú tað eru jól?
Øll tíð er serstøk, soleiðis eisini okkara í 2019. Vit eru so bangin fyri at gera okkum inn á nakran ella at nakar skal gera seg inn á okkum, so vit ganga á tá og vita ikki, hvussu vit skulu bera okkum at. Vit eru tykkin og smásár, samstundis sum vit ynskja at vera tolsom og rúma alt og øllum. Og onkur heldur, at vit í ár ikki fara at tola at hoyra søguna um Snjóhvítu og teir sjey dvørgarnar. Hví skriva søgu um sjey menn, sum allir bera brek? Er tað ikki at láturliggera? Og Reyðhetta, eitt er at úlvurin etur ommuna, men hví fer hann í klæðini hjá ommuni, er tað ikki ov nógv av tí góða? Og Pinocchio, trædukkan sum verður til livandi drong, bara tí ein einsamallur maður ynskir sær eitt barn, er tað í lagi, at seta himmal og jørð í rørslu, tí hann hann ynskir sær eitt barn. Er tað at fáa eitt barn ein mannarættur?
Tíðin í dag sigur okkum, at vit skulu viska út í ævintýrum og barnabókum og leggja elskaðar figurar onnur orð í munnin, og soleiðis fara vit at revidera søguna í okkara eygum og gerast ein ómentað, søguleys tjóð, sum bara vil vera á Instagram/Happy land ella skriva stuttar statusuppdateringar. Hvussu í verðini skulu vit tá læra nakað, geva nakað víðari til komandi ættarlið, tá vit servera teimum eina tíð, sum er rættað og korrigerað til nakað, sum ikki er satt ? Er tað FB hugburðurin, sum ger seg galdandi, at tað er so lætt at “taka niður og leggja nýtt upp”, so sum tað kitlar okkum í oyruni? Vit kundu jú eisini broytt og redigera í jólaevangeliiunum, so tað hóvaði okkum. Einsamøll kvinna, sum brádliga er við barn og maðurin, hon er forlovað við, veit onki ? Fara avstað við kvinnu, full upp undir hendur, á asnabaki til aðra bygd? Og hava verkir og eiga millum ómælandi djór? Men, um vit gjørdu so, redigeraðu, so høvdu vit í okkara fyrilitarloysi latið aftur fyri gleðini, dýrdini, ljósinum, sum kemur til okkara og sum ongantíð er nakað, eg kann krevja ella broyta.
Vit eru von at skriva langar ynskilistar, men hvat skal eg ynskja mær?
Tíðin sigur, at eg skal vera grøn og ikki keypa, men endurbrúka og geva endurnýtsluklæði ella gera gávuna sjálv. Tí tað vísir mær, at gevarin hevur brúkt tíð til at evna júst gávuna til mín, og soleiðis er tíð í dag mest virðismikla gávan.
Vit hava fingið at vita, at vit ikki skulu keypa jólatrø, men heldur plastikktrø, men nú vendir rákið, tí plastikk dálkar umhvørvið, so betri vegurin er at keypa jólatræ, sum er livandi og seta niður í havan, tá jólini verða borin út. Tað gevur meining og er at lána og geva aftur. Og onkur er vegetar, onnur veganar, vit fasta nakrar tímar, eta ikki sukur og onnur fylgja Atkins. Vit fara ikki í kirkju fyri at siga nakra trúarjáttan, hana eiga vit sjálvi í dag, at eg ”avnokti sukrið og trúgvi á feittfría menniskja.” Men tað er fínasta slag at fara væl um náttúruna og likamið, men fóðri eg sálina við nøkrum? Ella er alt skundverðar og als ongin tuggumatur?
Tíð er nakað tú varnast, tá tú verður tikin til viks ella okkurt óvæntað hendur, sum nú ein dagin, allur streymurin fór, alt varð bølamyrkt. Ongin telda ella útvarp ella kaffimaskina ella fønari. Stilt. Og vit bíðaðu, hvat hendir? Hvar fór ljósið?
Fór uttar og alt var so sera kvirt, hugdi upp og varnaðist í øllum myrkrinum allar stjørnurnar, sum glógvaðu. Tað var so sera vakurt og friðsælt. Hóast eg og vit larma og rokast, baka og steikja, keypa og roksa, tí tað skulu vit, tí vit eru menniskju, sum eru sett at liva saman við øðrum menniskjum, so koma av og á løtur, tá mann varnast, at rundanum um okkum er ein annar veruleiki, so hóast eg ikki í øllum skundinum haldi, at nakað er har, so er tað ævinliga har. At hóast tað onkuntíð verður flent og hildið, at jól og alt hatta har er bert leiktjøld og menniskjaskaptur hugni, og onkur noktar og avnoktar, so er hann har.
Men tað er tú, sum skal lata hjartadyrnar upp og tær ganga bara úteftir.
Og tá tú varnast tað, kanst tú liva í allar ævir.