Skriva út

At sløkkja ella “síggja” Ljósið?

05.10.2022 Tíðindi
Armgard

Seinastu árini hava fleiri ógvusligar kreppur verið í heiminum, og tær ávirka okkum í stóran mun.

Koronakreppan broytti okkum. Tað, sum áður var nátúrligt og menniskjansligt so sum at taka í hond ella kyssa á kjálkan, varð við eitt óhugsandi og fólk søgdu:
” Hvat gert tú? Tú kanst smitta okkum ella verða smittað, hvat hugsar tú fyri tær?”

Og vit ansaðu okkum og eygleiddu onnur. Tað var illa dámt, um fólk brutu sóttarhaldið, tí tað setti onnur ella okkum sjálvi í vandamikla støðu.Eitt ósjónligt virus lærdi okkum av sonnum, hvør næstin var og hvør eg var næsti hjá.

Vit hoyra altsamt meira um dálking. Hitamet var í summar og áarføri av grimd í heyst. Vit mugu vísa hógv, ikki oyðsla, men endurnýta, vit skulu ansa eftir umhvørvinum, bæði haga og hav, tí náttúran skal handast komandi ættarliðum, og vit skulu ikki í óvitsku og stuttskygni skerja teirra møguleikar at liva.

Vit hava tosað nógv um ikki at happa og um at taka fyrilit, hvussu vit skulu ganga um onnur, bæði úti í heima. Men brádliga hava vit kríggj, sum hevur ment seg til eina sera vandamikla støðu við álvarsligum útlitum fyri allan heim. Og nú nytta onki av okkara mongu út og uppruddingaátøkum, sum vit rokaðust við, meðan koronusmittan var. Korona varð eyðmerkt og vit fingu andevni móti henni, men nú síggja vit óndskap, og vit lata hendur søkka og eru ráðaleys, tí hvat hjálpir nú?

Ein avleiðing av krígnum er ein orkukreppa, sum rakar okkum øll. Um mikkjalsmessuleitið plagdu vit at hugna okkum inni í hitanum, meðan vindurin ýldi uttanfyri. Ivaleyst av ljósum og lampum í tryggum stovum og í hvørjum vindeyga, men nú tykist myrkrið at síga um Evropa. Orkukeldurnar dýrka og vit hugsa kanska øðrvísi um hitapottar, markisuhita og turkitrumlur.

Vit mugu nýhugsa. Kanska seta vit bilin oftari og fara til gongu, verða stytri undir brúsuni og hanga vaskiklæðini út á snór. Úr okkara grannalondum frættist, har orkan trýtir, at grannin bankar uppá hurðin, um turkitrumlan melur ov ofta. Vit hava nú fingið eitt nýtt orð at verða “ravmagns- skammaður.”

Orðið skamma, sum vit næstan hava útraderað, tí tað kann vera skeivt og skaðiligt at skamma fólk út, tað dagar undan aftur. Varnast nakar at tú oyðslar við orkuni, so verður funnist at tær, tí tú ert ikki skilagóður og samhaldsfastur borgari.

Vit ganga nú móti myrkari tíðum, men áðrenn vit vita av, so er adventin her við sínum fýra sunnudøgum, sum bera boð um sanna Ljósið, sum vit lesa verður borið í heim á jólum.

Hvør veit, kanska fer Evropa at liggja í skýming, og veturin fer at kennast sum ein long advent, har vit bíða og ótolnast eftir jólum. Og hvør veit, kanska fara vit at uppliva tað guddómliga og væntanina sterkari, tá vit fara at hoyra orðini um “sanna Ljósið, sum tók at skína og myrkrið vann ikki á tí”.