Skriva út

At rísa upp ella ikki, tað er spurningurin

08.08.2022 Tíðindi
Armgarð.jpg

Føroyar teljast millum tey lond, har mann sera ofta sigur góðan dag og farvæl við børn og kenningar. Tey noyðast at fara til annað land at nema sær útbúgving, og so liva vit við óvissuni, um fuglaungin kemur aftur ella ikki.

Alt lívið er góðan dag og farvæl. Vit heilsa nýborna barninum, sum verður lagt í okkara hendur og takka fyri, tá vit sleppa heitum hondum. Vit heilsa várinum, nýggja grannanum ella starvsfelagnum vælkomnum ella vit siga farvæl.

Vit eru skilagóð og byggja trygg og tøtt hús. Jarðhita og orkusparandi tól, bilurin skal vera elektriskur og vit seta okkum fyri ikki at keypa nýggj pløgg í eitt ár ella ikki at oyðsla.

Vit heilsa og siga farvæl til ymisk rák. Øllum tí, sum vit síggja á ymsum talgildum pallum, har vit spyrja allan heimin, hvussu tey halda, vit skulu mála køkin ella hvørjar plantur, eg skal seta niður í urtagarðin ella hvussu jólatræið skal pyntast.

Vit kenna okkum trygg, tá vit eru ein av fjøldini og hava alt, sum mann eigur at hava fyri at eydnast sum menniskja. Men tá á stendur, hvat hjálpa so stólar ella koppar, tí einaferð skal eg siga farvæl til gamla stellið ella dýra stólin ella sildabeinparkettið, og hvat so?

Fáur mann hava gloymt, tá mann væl hýrdur sat og hugdi eftir fótbóltsdysti og sá fótbólstleikaran Christian Eriksen doyggja framman fyri okkum. “Altso, hvat sjeer”?, sum ommudóttirin segði.

Hesin tilburður fekk mong av okkum at kvaklast við. Vit hava goymt deyðan burtur á hospitalinum og nevna hann heldur ikki deyðin, men vit umformulera og broyta tað til “at nakar fer” ella “er sovnað”.

Og so doyði Uffe Ellemann Jensen og mong sótu vit rúnarbundin og hugdu og lýddu á hansara orð, sum vóru tikin upp nakað áðrenn hann doyði og har hann at enda sang “What a wonderful world”.

Uffe segði seg trúgva, at hann fór at rísa upp og liva víðari og aftur undrast vit og yppa øksl, smíla fáliga og siga “Ja, ja, spis lige brød til “. Líkafram at siga, at hann trýr uppá uppreisnina í bestu senditíð!

Men hvat er kristna trúgvin bygd á, um ikki vónina og trúnna at sanniliga er hetta ein “wonderful world”, men tá okkara jarðiska tíð er av, so eru vit annað stað, har sum mann aftur sær “navnamerkið sum einaferð var skorið í bjørkina”?

Í dag er tað vorðin ein mannarættur at verða gamal, og deyðin, ja, hvør er hann? Er deyðin og uppreisnin vorðin til nakað, sum okkum fattast orð at tosa um? Haldi tað.

Í “gomlum døgum” var vanligt at fólk lótu eftir seg eitt andaligt testamenti. Eitt pappír, sum ikki leinaði upp stell og stólar og fyrstaútgavur ella Mykines og Picasso, men orð frá ættarfaðirinum, hvussu hann/hon hevði livað, hvørji vóru aðalmálini, vóninar, vónbrotini, hvørji hyggjuráð og góðynski høvdu tey til tey menniskju, sum tey høvdu sett við.

Klók fólk siga, at tá mann hevur “endan á tí heila” fyri eygað, so livir mann fult út og verður takksamur fyri, at mann fekk enn ein dag og hesin dagur skal ikki fara til spillis.

Tí, har sum eg eri nú, har hava abbi og omma verið. Og har, sum tey nú eru, har fari eg eina ferð at koma.