Skriva út

Alfa og Omega

21.12.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Tá eg var barn, so fekk mann ikki so skjótt at vita, hvat hendi úti í heimi. Hvønn týsdag kl. 13 las Ívar í útvarpinum skipalistar, og tá hoyrdi mann eksotisk nøvn sum “Jytte Mærsk kemur til Rastanura” og mann ánaði ikki, hvat hetta vóru fyri nøvn og lond. Ella mann hoyrdi um spreinging á Muroroa og at nakað æt Bikinioyggjarnar, Cuba kreppa og Svínavíkin.

Í dag er heimurin víðopin og vit eru í tøttum sambandi við hvørt annað, um tað so er her ella á Azorurum. Vit eru alheimsborgarar, og tað er gott, men eisini viðbrekið.

Tíðin nú er ein øðrvísi tíð, fólk koma heim at vitja teirra kæru, og fleiri verða koyrd í sóttarhald, so alt samskifti gongur gjøgnum vindeygu og frástøðu. Børn kenna alt til at verða kannað, og og eru von við at síggja í gapið á vaksnum fólki ella upp í nøsina. Soleiðis er tað. Men vit eru ikki trygg, tí hvørjum skulu vit trúgva? Hvør kann hjálpa okkum, so alt kann verða vanligt aftur?

Minnist, hvussu míni foreldur tosaðu við virðing um Magnussen doktara og pirkuna, sum fór landið runt fyri at basa tuberklum, hesi djørvu fólk vóru sum ein viti. Støðan í dag er ikki ólík, men hvør hevur sagt, at tað er lætt at vera menniskja?

Frá tíð til aðra hendir slíkt, sum nullstillar okkum, fær okkum at steðga, at hugsa og broyta, og slíkari tíð eru vit í beint nú. Alt er vent á høvdið, og vit endurvenda øllum.

Og so øll nøvnini, sum koma og fara, Brostrøm, Shahin, Pál, Marnar, løgmaður, hesi eru uppi á døgum, og vit lurta og gera sum tey siga, tí tey vita. Tí vit mugu hava eina vón og onkrum at trúgva, alt má verða vakrari.

Nú eru tað jól, og felagsheitið vit seta fyri jól er vakurleiki. Tann ultimativi jóladøgverðin ella pyntaða jólatræið ella besta gávan ella ...

Vit hoyra aftur orðini um barnið, sum verður føtt, ikki í marglæti ella valdi, men bert sum eitt lítið bleytt barn. Barnið, sum ikki kom við vápnum at seta okkum í frælsi, men bert við Orðinum og við kærleika. Søgan sigur okkum, at vit høvdu ilt við at trúgva á ultimativa kærleikan, so hann drópu vit á páskum, men kærleikin var sterkari enn okkara vápn og sterkari enn deyðin, tí Hann sigraði tá. Hann breyt sær veg úr grøvini hjá Josefi úr Arimatea, tí Hann hevði enntá ikki sína grøv at liggja í.

Hirðin kallaði okkum sínar seyðir, men vit bera okkum ofta at sum kamelar.

Vit seta gomlu krubbuna hjá langommu upp og siga frá søguni, men vit kunnu eisini siga frá, at søgan um krubbuna er tíðarleys. At einaferð hendi tað, meðan Kvirinius var landshøvdingi, men tað hendir enn í dag, tá Bárður er løgmaður, at vit kunnu trúgva barninum, sum seinni kom upp úr krubbuni og royndi at vísa okkum vakurleikan.

Tí Kristus er vakurleikin, og hann skal frelsa heimin, sum Dostojevski segði.

Í Skriftini sigur Jesus, at Hann er Alfa og Omega. Alfa er fyrsti bókstavur í griska alfabetinum og Omega er síðsti bókstavur. Altso, Jesus er byrjan og endi.

Í hesum døgum er tankavekjandi at hoyra, hvussu Covid-virusið og tess variantar fáa nøvn úr griska alfabetinum, Delta og Omikron. Hesir grisku stavir, sum eru innanfyri Alfa og Omega.

Vit siga ofta, at “hatta er Alfa og Omega fyri meg” í týdninginum, at nakað hevur avgerandi týdning fyri meg ella hevur alt at týða.

Á jólum varð hann, sum segði seg vera Alfa og Omega borin í heim, og tí eru vit í góðum hondum, men trúgva vit tí?

Kanska á jólum, tá friður fellir yvir okkum, og vit eru komin burtur úr virusi, testum, spritti og frástøðu, kunnu vit spyrja okkum æviga tíðarleysa spurningin:

Hvat ella hvør er mítt Alfa og Omega?