Skriva út

2 konsertir við Kórinum frá Lutheran Bible College úr Minnesota USA

29.04.2024 Tíðindi
Scandinavia Tour

Í løtuni er kórið á kórferð í Skandinavia. Hesa vikuna eru tey so í Føroyum, og koma at hava 2 konsertir: 

Tann fyrra verður í Gøtu kirkju týskvøldið 30. apríl, kl. 19.00, meðan tann seinna verður í Klaksvík mikukvøldið 1. mai, kl. 19.30. 

Kórið hevur heimstað í Minnesota í USA. Talan verður um eina konsert, har temaði er 'takksemi' - ella 'Grace', sum tey sjálvi nevna tað. Amerikansku college-kórini eru kend fyri sítt høga støði - og tað vil allarhelst verða seinur dagur áðrenn vit fáa kórvitjan so fjart frá aftur. Á skránni hava tey kórtónleik við bæði Scandinaviskum og Amerikanskum uppruna

Vónandi seta nógv tíð av, til eina ella báðar konsertirnar.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum