Skriva út

Sergudstænasta - Prestvígsla- Jákup E. Petersen og Øssur Kjølbro

Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum.” (Fyrra almenna bræv Pæturs 5,2-3).

Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum. Hugaligt at hoyra, at uppgávan sum hirði er avmarkað. Virkisøkið hjá einum sóknarpresti er ikki allur heimurin, ei heldur alt Føroya land. Talan er um eitt avmarkað øki, ið verður kallað prestagjald. Tað er har, ið tit skulu virka við orðsins boðan, forvalta sakramentini og vera um kirkjuliðið í umsorgan og røkt. Tað eru dómpróstur og biskupur, ið hava Føroya land sum sítt virkisøki.
 
Ein sóknarprestur er hirði hjá kirkjusóknunum í prestagjaldinum. At varnast henda veruleikan er gagnligt fyri tænastuna. Ikki alla aðra staðni, men fyrst og fremst millum teirra, ið hava kallað tykkum til tænastu, skal prestur virka.

Avmarkingin er neyðug at leggja sær í geyma, tí hvør sóknarprestur hevur ábyrgd av sínum øki og er umsjónarmaður hjá kirkjusóknunum í navns nevndum prestagjaldi.
 
Kirkjuskipanin minnir um lendið, ið er býtt sundur í hagapartar. Hvør hagapartur er ein sjálvstøðug eind. Tað verður valla væl sæð, at røktingarmenn uttan áheitan røkta seyðin í einum øðrum haga, ið hevur sínar egnu seyðamenn. Eitt fylgi hevur sín hirða, og tað er einans hjá fylginum, at hirðin er hirði.

Hjá einum sóknarpresti, ið ynskir at varðveita gleðina í tænastuni, er hetta lívsneyðugt at varnast og yvirhalda. Sóknarprestarnir eru ikki kallaðir at vera metingarfólk hvør hjá øðrum.

Tað skapar órógv, tekur orkuna og køvir gleðina í tænastuni, um vit eru upptikin av og meta um dygdina hjá starvsfeløgum, ið á øðrum staði standa í sama gerningi.

Í prestagjaldinum í grannalagnum virkar ein annar prestur, ið er hirði hjá kirkjuliðunum í hansara ella hennara øki. Tey eru kallað av øðrum til júst teirra tænastu, og eingin orsøk er at ivast um førleika teirra, ið kalla. Vit mega virða limir fólkakirkjunnar, sum umvegis kirkjuráðið kalla sóknarprestar í tænastu.

Vit mega virða tænastuna hvør hjá øðrum, hóast vit í stakførum hava eina frávíkjandi áskoðan. Vit skulu passa okkara, og onnur skulu passa teirra. Um vit ikki virða henda eyðsýnda veruleikan í eini kirkjuskipan, ið byggir á fólkaræði, er tað ein óbeinleiðis háðan móti teimum, ið hava kallað júst henda prestin.

Hetta sveiggið í áskoðan er væl kent í kirkjusøguni um tað mundið, tá ið trúbótin vaknaði fyri 500 árum síðan. Tað verður tosað um tað kirkjuliga embætið og um kirkjuna. Sipað verður til Augsburgsku Trúarjáttanina.

Um tað kirkjuliga embætið høvdu trúbótar menninir eina greiða fatan. Víst verður til trúnna, at vit verða rættvísgjørd við trúgv á Jesus Krist, og at vit fáa fyrigeving syndanna fyri Krists skuld, sum við deyða sínum gjørdi fulnað fyri syndir okkara.

“Tað er innsett eitt embæti at læra evangeliið og býta út sakramentini, fyri at vit skulu koma til hesa trúgv. Tí at Heilagi Andin verður givin við orðinum og sakramentunum sum nýti, og – nær og hvar Guð vil – virkar trúnna í teimum, ið hoyra evangeliið.” (Grein 5).

Í fólkakirkjuni hava vit frælsi at hugsa, tala og virka. Øll kunnu við ábyrgd hava sína áskoðan og tala hennara søk. Tó, tá ið talan eru um grundarlagið, ið kirkjan byggir á, hava vit eitt støði og útgangsstøði, ið er lagt. Grundarlagið – Bíblian og tey játtandi ritini – eru bindandi fyri trúgv og læru fólkakirkjunnar. Grundarlagið treytar eisini limaskapin í fólkakirkjuni, at tikið verður undir við læru fólkakirkjunnar.

Sveiggið í áskoðan kemur til sjóndar í teimum kirkjuligu lógunum, ið loyva, at kirkjusóknirnar kunnu hava sína sermerktu liturgisku skipan, sum kirkjuráðið, sóknarpresturin og biskupur kunnu staðfesta.

Í Augsburgsku Trúarjáttani verður sagt: “Somuleiðis læra tey, at tað altíð fer at vera ein heilag kirkja. Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt. Til sanna einleika kirkjunnar er tað nóg mikið at vera samd um at boða evangeliið, og hvussu farið eigur at vera um sakramentini. Tað er ikki neyðugt, at tað allar staðir eru somu mannasiðir og halgisiðir ella kirkjusiðir, ið menniskju hava fyriskipað.” (Grein 7).
 
Góðu ordinandar, Jákup og Øssur! Boðshátturin hjá Pæturi ápostli – røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum – verður borin tykkum hesa vónríku løtu, nú tit á tignarligan hátt verða prestvígdir. Viðurskifti eru nevnd, sum yvirskipað lýsa tað umhvørvið, ið nemur tænastu tykkara, sum t.d. alheimskirkjan, fólkakirkjan og gerningur prestanna.

Í hesi skipan, ið nemur bæði løgtingslógir og ta heilagu Skriftina, skulu tit ferðast millum menniskju við tí glaða boðskapinum um fyrigeving syndanna í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Orðini um Jesus eru og verða bestu orð prestsins.

Verðið ongantíð so lærdir, at tit skammast við tann einfalda boðskapin um Guðs kærleika og frelsu. Verðið ongantíð so lærdir, at álitið á Guðs orð og mannin Jesus Krist viknar í prædiku og verki tykkara. Verðið ongantíð so lærdir, at tykkum ikki tørvar Heilaga Andans vegleiðing og uggan.

Ein sóknarprestur kann ikki gera og virka, sum honum hóvar. Sóknarpresturin er sum tænastumaður bundin at lógum landsins. Hann er sum prædikumaður bundin at Bíbliuni og játtandi ritum fólkakirkjunnar. Sóknarpresturin er bundin at samstarva við kirkjuliðið, kirkjunnar tænarar og viðskiftafólk kirkjunnar. Ein sóknarprestur er leiðandi myndugleiki kirkjuliðsins og samstundis tænari fólksins.

Harafturat kemur prestalyftið, ið verður undirskrivað, áðrenn vígsluna. Har boðar presturin skrivliga frá, at hann vil leggja sær nær við dagligari bøn og bíbliulestri. Sagt verður, at hann vil gera seg meira dugandi til tað heilaga embætið við at granska Guðs heilaga orð og trúarinnar heilagu læru.

Áhugaverd er staðfestingin í prestalyftinum: At prestur leggur sær eina við at vera kirkjuliðunum eitt gott fyridømi, somuleiðis á øllum økjum inna tænastuna og halda kirkjuligar lógir og fyriskipanir. Eisini atferðin móti yvirvaldinum og embætisfeløgum verður nevnd, at tað ikki av røttum skal kunna verða førd klaga um prestin.

Eins og frælsi hins trúgvandi altíð er bundið at Jesusi, tí frælsur av sonnum er tann, ið sonurin fríar, á sama hátt við tænastu prestsins. Frælsi at hugsa, virka, tala og liva er einans avmarkað á tann hátt, at sóknarpresturin skal halda seg innanfyri lóg og regluverk landsins. Á sama hátt má prestur halda tær kirkjuligu skipanirnar, ið fólkakirkjan umvegis síni embætisfólk setur í verk. Ikki minst skal prestur virða lærugrundarlagið hjá fólkakirkjuni, ið er Bíblian og játtanarritini.

So vælkomnir at virka sum hirðar í fólkakirkjuni, tit báðir, Jákup og Øssur. Tit koma at samstarva við dugnaligar starvsbrøður og starvssystrar. Tit koma at samstarva við dugnalig kirkjuráð og trúfastar kirkjutænarar.

Hjartalig er áminningin, at tit mega vera góðir við tey menniskju, ið koma á leið tykkara. Verið góðir við tey, ið eru samd við tykkum. Verið góðir við tey, ið eru ósamd við tykkum. Farið væl um og við øllum menniskjum, bæði teimum, ið halda av tykkum og teimum, ið ikki halda av tykkum. Havið Jesus sum fyrimynd uttan at halda, at tit verða eins dugnaligir sum Meistarin.

Jesus Kristus, sonur Guðs, ið varð føddur av Mariu moy, er í serflokki. Tað er hansara heilaga navn, ið vit hálova. Guð gevi tykkum báðum vælsignaðar dagar í tænastuni.

Frá prestunum vendi eg mær til landsstýriskvinnuna, Rigmor Dam. Takk fyri at tú gavst okkum vígsluloyvi og gavst kirkjuni møguleikan at útinna ein gamlan dreym, ið Løgtingið staðfesti í 2013. Takk fyri tín leiklut, og vit virðismeta hjáveru tína.

Jesus vælsigni Føroya land, fólkakirkjuna og aðrar kirkjur, kristnu samkomurnar og hvørt mansbarn í Føroyum, føroyingar eins væl og tey, ið eru runnin av fremmandari rót. Jesus fylgi okkum øllum!

(Talan er hildin í Dómkirkjuni 21. januar 2018, tá ið Jákup Erlingsson Petersen og Øssur Kjølbro vórðu prestvígdir.)