Sergudstænasta - prestvígsla - Annika Magnussen Gaard
Annika Magnussen Gaard – prestvígsla 17. september 2023.
“Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.” (Rómverjabrævið 14,19).
Orðini hjá ápostlinum Paulusi eru ein kærkomin áminning til øll okkum, sum ynskja at liva eitt vaki og kristiligt lív í einum verðsligum samfelagi við mongum ymiskum kirkjum og samkomum. Yvirskriftin sigur frá, at hin sterki í trúnni og hin veiki skulu virða hvør annan.
Ápostulin lýsir í myndum, hvussu ymisk vit kristnu eru í skinn og skinn. Hann nýtir nakrar myndir, ið kunnu tykjast okkum løgnar.
Nøkur fólk eta t.d. nógvan góðan mat frá villum ella tamdum djórum, meðan onnur eta urtaføði. Nøkur gera mun á døgum, meðan onnur meta allar dagar líkar.
Lívsførslan og tað at bera seg at hava allar dagar elvt til tvístøðu millum kristin fólk. Tær mótstríðandi persónligu metingarnar skapa og hava skapt skilnað millum brøður og systrar, kirkjur og samkomur.
Ápostulin minnir á, at tað, ið vit takast við, eiga vit at gera fyri Harranum, tí eingin okkara livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða Harri bæði yvir deyðum og livandi.
Ápostulin hugsar aftur og fram, metir um og grundar. Mitt í djúpari hugsan spyr hann henda rannsakandi spurningin: “Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól.”
Tað er valla prestsins ella prædikarans fremsta uppgáva, at vit áhaldandi skulu døma og vanvirða brøður ella systrar okkara.
Í hesum hugsandi virksemi hjá ápostlinum standa orðini: “Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.”
Góða Annika. Nú tú verður prestvígd skalt tú velja ella finna leistin, ið tú skipar andaligu lívsleið tína eftir. Hvat hugsar tú at leggja dent á í tíni tænastu? Hvat ætlar tú at boða í tíni evangelisku tænastu? Hvat ætlar tú at brúka tína tíð til?
Tú hevur fleiri valmøguleikar, og biskupur skal ikki velja tína vegna. Eini vinarlig ráð verða givin tær í kærleika: Minst til at spyrja Harran Jesus til ráðs, so lívsleið tín verður ríkiliga signað góðar sum tyngri dagar.
Spyr Jesus, um tú veruliga skalt døma tíni medmenniskju! Spyr Jesus spurningin, um tú veruliga skalt vanvirða bróður tín!
Ápostulin, ið er tænari Jesu Krists, gevur okkum eina kærkomna áminning: “Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól.”
Ein prestur er kallaður at bera tey gleðiboðini, at vit í trúnni á Jesus Krist eiga lívsins stóra møguleika at liva, liva væl nú og um ævir. Vit fáa náðir at boða og ognast Guðs fríu frelsu í Jesusi við bøn um fyrigeving syndanna. Vit kunnu av Guðs náði ognast eina sunna sál uttan mun til, um likamið er merkt av sjúku ella vælveru.
Vit verða send út í gerandisdagin burturi sum heima at boða heimsins besta boðskap, gleðiboðini um sáttargerð og frelsu Guðs. Tí Guð elskaði heimin so høgt, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Jesus kom ikki til tess at døma heimin. Tað klára vit prestar og aðrir prædikantar til fulnar, og vit gera tað í ríkiligt mál. Jesus kom til tess at frelsa og við frelsuni skapa vón og lív. Jesus gevur okkum ein frið, sum hesin heimur ikki megnar at veita okkum.
Hóast yndisligir eru føtur teirra, ið bera gleðiboðini um tað góða, so nýtir ápostulin ein løgnan setning um trúnna. Tað ljóðar sum ein áheitan at tiga, men valla er tað tað, ápostulin mælir til. Um ikki, hvat so?
“Ta trúgv, sum tú hevur, hava hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur.”
Ein løgin setningur, ið tó valla er so løgin. Møguliga sigur ápostulin heilt einfalt, at vit skulu virða tey val, ið vit sjálv taka. Virða tey val, ið brøður og systrar okkara taka í trúnni á Jesus.
Tað er ikki neyðugt, at øll kristin halda tað sama um øll viðurskifti. Upp ígjøgnum tíðirnar hava kristin fólk verið ósamd um mong ymisk mál bæði trúarmál og etisk mál.
Vit eiga at virða breiddina í hópinum av Jesu lærusveinum og vera rúmlig, so eisini onnur enn vit fáa sess við Jesu føtur. Vit mega sum prædikantar ikki styggja fólkið burtur ella forða teimum at koma til Jesus.
Tann løgni setningurin um at halda trúnna, sum vit hava, hjá okkum sjálvum sigur møguliga, at vit mega hava og skapa rúm hvør fyri øðrum. At vit lívga tilveruna og ikki gera hana ótolandi. At vit ikki geva øðrum menniskjum ta tungu byrðu at bera, at tey í tíð og úrtíð hoyra okkara meiningar um alt millum himmal og jørð. sílur
Ístaðin fyri ónøgd og tvørrandi mót skulu vit vera hvør øðrum ein signingar løkur. Vit skulu bera Guðs náði og vónina í Jesusi Kristi á gátt hjá teimum menniskjum, ið vit umgangast og møta á lívsleiðini.
17. sept. 2023
“Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.” (Rómverjabrævið 14,19).
Orðini hjá ápostlinum Paulusi eru ein kærkomin áminning til øll okkum, sum ynskja at liva eitt vaki og kristiligt lív í einum verðsligum samfelagi við mongum ymiskum kirkjum og samkomum. Yvirskriftin sigur frá, at hin sterki í trúnni og hin veiki skulu virða hvør annan.
Ápostulin lýsir í myndum, hvussu ymisk vit kristnu eru í skinn og skinn. Hann nýtir nakrar myndir, ið kunnu tykjast okkum løgnar.
Nøkur fólk eta t.d. nógvan góðan mat frá villum ella tamdum djórum, meðan onnur eta urtaføði. Nøkur gera mun á døgum, meðan onnur meta allar dagar líkar.
Lívsførslan og tað at bera seg at hava allar dagar elvt til tvístøðu millum kristin fólk. Tær mótstríðandi persónligu metingarnar skapa og hava skapt skilnað millum brøður og systrar, kirkjur og samkomur.
Ápostulin minnir á, at tað, ið vit takast við, eiga vit at gera fyri Harranum, tí eingin okkara livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða Harri bæði yvir deyðum og livandi.
Ápostulin hugsar aftur og fram, metir um og grundar. Mitt í djúpari hugsan spyr hann henda rannsakandi spurningin: “Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól.”
Tað er valla prestsins ella prædikarans fremsta uppgáva, at vit áhaldandi skulu døma og vanvirða brøður ella systrar okkara.
Í hesum hugsandi virksemi hjá ápostlinum standa orðini: “Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.”
Góða Annika.
Nú tú verður prestvígd skalt tú velja ella finna leistin, ið tú skipar andaligu lívsleið tína eftir. Hvat hugsar tú at leggja dent á í tíni tænastu? Hvat ætlar tú at boða í tíni evangelisku tænastu? Hvat ætlar tú at brúka tína tíð til?
Tú hevur fleiri valmøguleikar, og biskupur skal ikki velja tína vegna. Eini vinarlig ráð verða givin tær í kærleika: Minst til at spyrja Harran Jesus til ráðs, so lívsleið tín verður ríkiliga signað góðar sum tyngri dagar.
Spyr Jesus, um tú veruliga skalt døma tíni medmenniskju! Spyr Jesus spurningin, um tú veruliga skalt vanvirða bróður tín!
Ápostulin, ið er tænari Jesu Krists, gevur okkum eina kærkomna áminning: “Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól.”
Ein prestur er kallaður at bera tey gleðiboðini, at vit í trúnni á Jesus Krist eiga lívsins stóra møguleika at liva, liva væl nú og um ævir. Vit fáa náðir at boða og ognast Guðs fríu frelsu í Jesusi við bøn um fyrigeving syndanna. Vit kunnu av Guðs náði ognast eina sunna sál uttan mun til, um likamið er merkt av sjúku ella vælveru.
Vit verða send út í gerandisdagin burturi sum heima at boða heimsins besta boðskap, gleðiboðini um sáttargerð og frelsu Guðs. Tí Guð elskaði heimin so høgt, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Jesus kom ikki til tess at døma heimin. Tað klára vit prestar og aðrir prædikantar til fulnar, og vit gera tað í ríkiligt mál. Jesus kom til tess at frelsa og við frelsuni skapa vón og lív. Jesus gevur okkum ein frið, sum hesin heimur ikki megnar at veita okkum.
Hóast yndisligir eru føtur teirra, ið bera gleðiboðini um tað góða, so nýtir ápostulin ein løgnan setning um trúnna. Tað ljóðar sum ein áheitan at tiga, men valla er tað tað, ápostulin mælir til. Um ikki, hvat so?
“Ta trúgv, sum tú hevur, hava hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur.”
Ein løgin setningur, ið tó valla er so løgin. Møguliga sigur ápostulin heilt einfalt, at vit skulu virða tey val, ið vit sjálv taka. Virða tey val, ið brøður og systrar okkara taka í trúnni á Jesus.
Tað er ikki neyðugt, at øll kristin halda tað sama um øll viðurskifti. Upp ígjøgnum tíðirnar hava kristin fólk verið ósamd um mong ymisk mál bæði trúarmál og etisk mál.
Vit eiga at virða breiddina í hópinum av Jesu lærusveinum og vera rúmlig, so eisini onnur enn vit fáa sess við Jesu føtur. Vit mega sum prædikantar ikki styggja fólkið burtur ella forða teimum at koma til Jesus.
Tann løgni setningurin um at halda trúnna, sum vit hava, hjá okkum sjálvum sigur møguliga, at vit mega hava og skapa rúm hvør fyri øðrum. At vit lívga tilveruna og ikki gera hana ótolandi. At vit ikki geva øðrum menniskjum ta tungu byrðu at bera, at tey í tíð og úrtíð hoyra okkara meiningar um alt millum himmal og jørð. sílur
Ístaðin fyri ónøgd og tvørrandi mót skulu vit vera hvør øðrum ein signingar løkur. Vit skulu bera Guðs náði og vónina í Jesusi Kristi á gátt hjá teimum menniskjum, ið vit umgangast og møta á lívsleiðini.
“Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru.”
“Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans.”
Eini praktisk ráð. Um tú sært fýra fólk sita saman vinstrumegin í kirkjuni og eitt fólk situr einsamalt høgrumegin, so set teg hjá tí einsamalla. Nýt henda verumátan úti og heimi, í vertskapi og í kirkjuni. Set teg altíð hjá tí einsamalla.
Góða Annika! Vælkomin í skaran av prestum og tænarum kirkjunnar. Jesus fylgi tær og fylli teg við gleði og friði í trúnni, so tú verður rík í vónini og kraft heilaga andans.
Jógvan Fríðriksson, biskupur