Skriva út

Sergudstænasta - Prædika í Gjónni við Gjógv

Tekstur: 2 Mós 16,11-18 og Jóh 6,1-15 ...tekstarøð


Sálmar: 43, 488, 1, 151, 19

11. august 2019

Yvirskrift: Jesus er lívsins breyð
5
000 menn savnaðust um Jesus henda dagin við Galileuvatnið. Og í javntekstinum hjá Matteusi fáa vit at vita, at hetta var umframt konur og børn (Matt 14,21). Mannamúgvan hevur altso verið øðiliga stór, ja, kanska uml. 20.000 í tali. Men hvat var tað, sum fekk so mong menniskju til at savnast um Jesus tá? Og hvat er tað, sum fær okkum til at savnast um tann sama mannin í dag? Tað er einki at taka feil av, at bæði mannamúgvan tá og vit her í dag savnast um Jesus, tí at tað er nakað heilt serligt við honum. Men hvat er tað, sum ger hann so serligan? Tað er tann avgerandi spurningurin! Hvør er Jesus? Og hvat er hann fyri teg og meg? Hetta eru spurningar, sum vit fara at hyggja eitt sindur nærri at í dag.

Tekin
Dagsins evangelium byrjar við orðunum ”Eftir hetta…” Og vit spyrja sjálvandi: ”Eftir hvat?” Tað mest natúrliga er at hugsa, at hetta sipar til hylin í Betesda, har ið Jesus grøddi ein mann, sum hevði verið sjúkur í 38 ár (Jóh 5,1-18). Undrini, sum Jesus gjørdi, fingu fólk í hópatali til at fylgja honum. Ella sum vit hava lisið: ”Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku” (v. 2). Ferð eftir ferð síggja vit, at Jesus hevur miskunn við menniskjum. Hann sær tey sjúku, tekur hjartaliga synd í teimum, og ger tey frísk. Og, sum vit hava sæð, so hugsar hann eisini um okkara dagliga breyð. ”Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?” sigur hann við Filippus (5). Jesus hevur altso miskunn við okkum, tá ið tað snýr seg um okkara likamliga tørv. Hann sá likamliga tørvin hjá hesi svøltandi mannamúgvuni og vildi taka sær av teimum. Tí brúkti hann eisini Guds skaparmegi og mettaði alla mannamúgvuna við fimm breyðum og tveimum fiskum. Eitt stórt undur hendi við Galileuvatnið henda dag. Men í roynd og veru eru vit eisini vitni til líka so stór undur í gerandisdegnum. Ella sum Mikkjal á Ryggi sigur: ”Men sjáldan rennur mær og tær í huga, / at tílík undur vit so ofta skoða; / eitt lítið fræ í døkka mold vit sáa, / á heystardegi ríka frukt vit fáa” (Sl 151).

Miskunn
Onkur hevur lýst miskunn sum tín líðing innan í míni bringu, og eg haldi, at hetta er ein góð lýsing av miskunn. Tín líðing innan í míni bringu. Soleiðis hevði Jesus tað viðvíkjandi tí stóru mannamúgvuni við Galileuvatnið. Og soleiðis hevur hann tað eisini viðvíkjandi okkum í dag. Hann kennir okkara likamliga tørv. Harumframt kennir hann eisini okkara andliga tørv. Og í grundini snýr dagsins tekstur seg um okkara andliga tørv. Hesi tekin, sum Jesus gjørdi, peikaðu nevniliga á ein djúpari andligan sannleika bæði um hann og um okkum. Men henda sannleika høvdu nógv av teimum, sum fylgdu Jesusi, ikki sæð.

Páskahátíðin
Vit hava lisið, at páskir vóru í nánd (4). Og páskahátíðin er nevniliga ein góður lykil til at skilja dagsins evangelium. Hesar dagarnar hátíðarhildu jødarnir útgongdina úr trælahúsinum í Egyptalandi. Fyri jødarnar tá á døgum innihelt páskahátíðin sostatt eisini sterkar politiskar kenslur. Og nógvir av teimum 5000 monnunum sóðu tí Jesus sum ein politiskan leiðara – ein, sum kundi bjarga jødunum frá rómverska hersetingarvaldinum, líkasum Móses hevði bjarga Ísraels fólki út úr Egyptalandi.

Hesin tankin gjørdist enn sterkari, eftir at Jesus hevði mettað hina stóru mannamúgvuna við fimm breyðum og tveimum fiskum. Hetta sá fólkið nevniliga sum eitt uppfyllisli av einum lyfti í 5 Mósebók: “Harrin, Guð tín, mann vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg [Móses]; hann skulu tit lýða á” (5 Mós 18,15). Og hetta er eisini orsøkin til, at fólkini bóru seg at, soleiðis sum tey gjørdu, eftir at tey høvdu verið vitni til hetta stóra matundrið. “Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin”, søgdu tey (14). Hesin, sum nú á undurfullan hátt hevði mettað fólkið í oyðimørkini, mátti av sonnum vera hin seinni Móses – hin lovaði profeturin, sum jødarnir trúðu skuldi koma á evstu døgum. Í triðju øld segði Rabbi Isaac t.d., at líkasum hin fyrri endurloysarin fekk manna til at koma niður av himni, soleiðis skuldi hin seinni endurloysarin eisini fáa manna til at koma niður av himni. Og henda vónin um, at Messias skuldu fáa breyð til at koma niður av himni líkasum Móses, hevur kanska longu verið til staðar millum jødarnar á Jesu døgum.

Ein størri tørvur
Hjá Jóhannesi lesa vit einki um, at fólkið tók feil, tá ið tey javnsettu Jesus við hin lovaða profetin. Men Jóhannes leggur kortini dent á, at tey tóku feil av Jesusi og hansara gerningi, av tí at tey einans hugsaðu um ytri viðurskifti. Tað, at tey vildu gera hann til kong, vísir okkum eisini júst hetta (15). Tey hugsaðu kanska, at um hetta var hin seinni Móses, so fór hann óiva eisini at bjarga teimum frá kúgan, líkasum hin fyrri Móses hevði gjørt. Hjá Jesusi høvdu tey longu sæð, hvussu hann megnaði at reka bæði sjúku og hungursneyð burtur. Um hann bara nú eisini kundi vísa sína megi og reka hersetingarvaldið burtur. Men henda tankagongdin samsvaraði ikki við tann gerningin, sum Jesus var komin fyri at fremja. Hann var ikki bara komin fyri at geva fólkinum breyð og politiskt frælsi. Nei, hann kom fyri at nøkta ein nógv størri tørv – nakað, sum ikki einans mannamúgvan tá á døgum tørvaði, men eisini nakað, sum bæði tú og eg hava tørv á, nevniliga syndanna fyrigeving og ævigt lív. Í grundini er tað henda matin, ið undrið við Galileuvatnið peikar á.

Eitt tómrúm í hjartanum
Tað kann væl vera, at vit líkjast hesi mannamúgvuni við Galileuvatnið. Vit hugsa um mat, politiskt frælsi o.s.fr. Men matur og frælsi finst, ið stingur djúpari enn so. Og tað er henda matin og hetta frælsið, sum Jesus bjóðar okkum. Líkasum vit eru svang, av tí at búkurin er tómur, soleiðis hava vit eisini ein andligan tørv, tí at har er eitt tómrúm í hjartanum – eitt Gud-formað tómrúm. Hetta er eisini orsøkin til at kirkjufaðirin Augustin segði: “tú hevur skapað okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, fyrrenn tey finna frið í tær.” Líkasum føði finst fyri okkara likamliga tørv, soleiðis finst eisini føði fyri okkara andliga tørv. Og Jesus sigur um seg sjálvan, at hann er tann andliga føðin, sum tú og eg hava brúk fyri.

Lívsins breyð
Seinni í sama kapituli lýsir Jesus undrið, sum vit hava hoyrt um í dag. Jesus sigur: “Arbeiði ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum” (27). Og: “Eg eri lívsins breyð” (35). Sum sagt peikaðu hesi tekin, sum Jesus gjørdi, á ein djúpari andligan sannleika. Jesus er ikki bara ein nýggjur Móses, ið fær manna til at koma niður av himni. Harafturímóti lýsir hann seg sum sjálvt breyðið. Hann er breyðið av himni! Hann er lívsins breyð! Líkasum manna var Guds gáva til Ísraels fólk í oyðimørkini, soleiðis er Jesus nú eisini sjálvur Guds gáva til okkum. Vit eru jú øll á einari andligari oyðimarkargongd. Vit hava øll ein andligan tørv. Vit hava øll eitt Gud-formað hol í hjartanum. Og tað er bara ein, ið kann fylla tað, nevniliga Jesus. Um vit eta hetta lívsins breyð, so skulu vit als ikki doyggja, men hava ævigt lív! Um tað so er byggbreyð, fiskur ella ræst kjøt og spúpan, sum vit eta, so verða vit øll kortini svang aftur fyrr ella seinni. Men soleiðis er tað ikki viðvíkjandi lívsins breyði – Jesusi. Manna í oyðimørkini er bert ein skuggi av lívsins breyði. Ísraels fólk “ótu manna í oyðimørkini og doyðu” (48), men tey, sum eta lívsins breyð, skulu liva í allar ævir (51a). Tey hava “stigið yvirum frá deyðanum til lívið” (Jóh 5,24).

Jesu hold og blóð
Jesus greiðir sjálvur frá, hvussu tað ber til, at lívsins breyð hevur so stóra magt yvir deyðanum: “og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs” (51b), sigur hann. Jesu deyði er altso tað, sum gevur heiminum lív. Á Golgata lýsir Jesus sjálvur deyðans ræðuliga myrkur og glatan: “Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?” (Matt 27,46b). Tað er hetta myrkrið og henda glatan, sum Jesus er komin at frelsa okkum frá. Hann rópar hesi orðini í okkara stað, so at vit skulu sleppa undan at rópa tey. Hann vil ikki, at vit skulu glatast og verða skild frá Gudi í allar ævir. Nei, harafturímóti vil hann, at vit skulu liva í allar ævir saman við Gudi heima í himli. Og, av hvørjum mati liva tey av, sum hava ævigt lív? Jú, Jesus sigur tað sjálvur: “Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi” (54). Vit eiga altso hitt æviga lívið í tilognanini av Jesusi og hansara deyða. Og tá kunnu vit veruliga syngja: “Ígjøgnum deyðans døkku lond / eg djarvur ganga kann, / hann leiðir meg við síni hond, / sum deyðan yvirvann” (Sl 488). Jesus er lívsins breyð! Og hvussu tilogna vit okkum lívsins breyð? Jú, tað gera vit við at koma til Jesus. Hann sigur tað sjálvur: “Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta” (35). At koma til Jesus er altso at eta lívsins breyð.

Endi
Í míni egnu andligu oyðimarkargongd hava tað verið bæði góðar og ringar tíðir. Tað hava verið tíðir, har ið man kendi seg væl fyri andliga. Og so hava tað eisini verið ringar tíðir. Ella sum Carl Olof Rosenius sigur í kenda sálminum Við náði í Guds hjarta: “So tíðum má eg læra, / at undarligt tað er, / eg brennandi kann vera, / og so er kalt og gler” (Sl 502). Soleiðis hevur tað eisini verið hjá mær. Men ígjøgnum alt mítt skiftandi lív, hevur tað kortini verið eitt, sum ongatíð er broytt, nevniliga lívsins breyð. “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir” (Hebr 13,8). Vit broytast, men hann broytist ikki. Og líkamikið hvar vit so enn eru í okkara andligu oyðimarkargongd, so kunnu vit tó altíð líta á, at vit eiga ævigan mat í Jesusi Kristi. Vit kunnu altíð líta á hann og hansara orð. “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”, sigur hann við teg og meg (Matt 11,28). Hvílan, sum vit eiga í Jesusi, varir ikki bara í eitt bil, men í allar ævir. Jesus er tann ævigi maturin, sum Gud hevur givið tær og mær til lívs. Og tá ið vit eta lívsins breyð við at koma til Jesus og trúgva á hann, tá fáa vit eisini lut í hansara lívi og hansara friði. Tá livir hansara lív í okkum, og tað er nakað, sum ongan enda fær, men sum varir við til ævigt lív. Amen.