Sergudstænasta - Innsetingartala fyri Tummas Kannuberg
Innsetingartala í Sjóvar kirkju 21.januar 2024: Dómprósturin, Uni Næs, skipaði Tummas Kannuberg, prest, sum virkandi sóknarprest í Sjóvar prestagjaldi tíðarskeiðið 1.januar – 31.mai 2024.
Náði verið við okkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.
Góði Tummas Kannuberg!
Tú ert í eitt avmarkað tíðarskeið kallaður til prestatænastu sum virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.
Símun prestur hevur fingið lestrarfarloyvi, og nú ert tú kallaður til tænastu, meðan Símun fer at lesa, fylla á og at hvíla seg! Trúgvur, sum hann hevur verið í tænastuni í mong ár. Takk fyri tað, Símun! og góða eydnu við farloyvinum!
Tú ert ungur í prestatænastuni, Tummas, men nýggjur her í prestagjaldinum. Og tá ið ein er nýggjur, so er tað altíð spennandi at vita, hvat nú fer at henda, hvat kirkjuliðini nú skulu vænta sær í komandi tíðum, hóast tíðarskeiðið her í prestagjaldinum er avmarkað.
Í hesum sambandi fari eg at lesa nøkur orð úr fyrra Korintbrævi kap. 2, 1-5: Yvirskriftin er:
Paulus kom ikki til Korint við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði
v1 Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð.
v2 Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan.
v3 Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist.
v4 Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft.
v5 fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft.
---
Hesi orðini hjá ápostlinum eru eisini í tráð við orðini, vit lesa í seinna Korintbrævi kap 4 v. 5: ”Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld …”
---
Tí siga vit, at ein prestur eigur at duga at skilja millum Guðs orð og mannaorð.
At vera nýggjur prestur í einum prestagjaldi er ikki tað sama sum at siga, at nú fara tit at frætta nakað nýtt – nakað spildurnýtt, sum tit ongantíð hava hoyrt um fyrr!
Nei, soleiðis verður tað ikki!
Men tað er rætt: her stendur ein ungur nýggjur maður. Men hann skal boða tykkum góða gamla gleðiboðskapin um Kristus.
Og hesin Jesus Kristus kann gera tað, sum gamalt er nýtt – spildurnýtt!
Hvønn dag!
Hvørja ferð evangeliið – gleðiligi boðskapurin ljóðar til okkara, evangeliið, ið loysir okkum frá syndini og í trúnni gevur okkum ævigt lív.
Tað verður viðhvørt sagt: alt tað, sum hevur við kirkjuna at gera er gamalt … ja, mín sann: vit syngja tað eisini! ”Kirkjan hon er eitt gamalt hús …
Kirkjan er eitt gamalt hús – tað kunnu vit eisini siga um Sjóvar kirkju – men tað er her í kirkjuni at gamalt og nýtt møtast!
Viðhvørt kann tað vera eitt stríð millum tað gamla og tað nýggja! Trætumál kunnu taka seg upp.
Onkur heldur at gamlir karmar eru ein forðing fyri tí nýggja.
Her á staðnum kunnu vit tosa bæði um gamlar og nýggjar karmar, sum vit kunnu vera takksonm fyri!
Men hvussu gamalt er alt hetta í veruleikanum?
Gamli góði gleðiboðskapurin ljóðar: Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.”
”Um tit hava kærleika hvør til annan!”
Tummas! Hetta er tað, tú skalt boða í Sjóvar prestagjaldi. At fólkið í prestagjaldinum hevur kærleika hvør til annan, Jesu Kristi kærleika: tann kærleika, sum gevur og ikki bara krevur!
Tað er so umráðandi í okkara tíð – tað er tað a l t í ð – at boða Guðs kærleika í Jesusi Kristi saman við trúnni og vónini!
Hetta er tín fremsta og fyrsta uppgáva í prestagjaldinum.
…Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan …
…fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft …
Paulus kom ikki til Korint við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði …
Henda sama heilsanin ljóðar eisini til tín í dag, Tummas, …
… tú ert ikki kallaður til Sjóvar prestagjald við menniskjuvísdómi, men við Guðs vitnisburði …
”Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld …”
Og til tykkara: fólkið og kirkjuliðini, kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar – takið væl ímóti nýggja presti tykkara, havið hann við í dagligu bønum tykkara, so hann verður styrktur í tænastuni at boða gleðiliga boðskapin til frelsu og friðar.
Ver eisini vælkomin sum starvsfelagi okkara í fólkakirkjuni.
Guð signi tykkum øll!
So skal eg lesa setanarskrivið – kallsbrævið – frá biskupi:
…
… til lukku Tummas og Jesus fylgi tær í tænastuni.