Sergudstænasta - innsetingartala fyri Sverra Steinhólm sum diakonprest
Innsetingartala í Fríðrikskirkjuni 15. oktober 2023 kl.11.00. 19.s.e.trin.
Uni Næs, dómpróstur, skipaði Sverra Steinhólm í embætið sum diakonprestur. Dópur. Gudstænastan varð útvarpað og sjónvarpað.
Far tú og ger so við!
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi. Amen.
Góði Sverri.
Á hesum degi tínum, nú tú verður skipaður í embætið sum diakonprestur í fólkakirkjuni, fari eg at heilsa tær við nøkrum kendum orðum úr fjallataluni hjá Jesusi kap.7,12:
”Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.” Amen.
Orðið diakonur er úr grikskum diakonia, ið merkir tænasta og verður brúkt sum kristin tænasta, har umsorganin fyri næstanum er tann avgerandi.
Ein tann kendasta frásøgnin í Nýggja Testamenti man uttan iva vera frásøgnin um hin miskunnsama samariubúgvan.
Í frásøgnini setir hin lógkøni tveir spurningar: Í fyrsta lagi: Hvat skal eg gera fyri at fáa ævigt lív og í øðrum lagi: Hvør er næsti mín!
Fyrra svarið er: tú skalt elska Guð og næsta tín sum sjálvan teg og seinna svarið er: næstin er tann, ið eg geri miskunnarverk ímóti.
Hesi bæði svarini vísa tætta sambandi millum Guð og hin einstaka.
Tí er alt kristiligt arbeiði tengt at Guðs kærleika: Guðs kærleika til okkara og okkara kærleika til meðmenniskjað.
Avleiðingin, konsekvensurin, av at vera ein kristin skal altíð metast út frá kærleikanum til næstan.
Yvirskriftin til hesa talu er tí: Far tú og ger so við!
Tað er í hesum sambandi, at vit eru savnaði í dag, Sverri, tú verður skipaður í tænastu sum diakonur í kirkju okkara.
Tú verður skipaður í embætið undir skipaðum viðurskiftum, so eingin iva skal vera um, hvør hevur kallað teg til hesa tænastu, og at tú hevur ein trúgvan skara, sum stendur tær við lið í tænastuni, sum eisini eigur at vera umfatað av umsorgan og bøn.
---
Hvør er næsti mín? ljóðaði spurningurin.
Svarið var: hann, sum gjørdi miskunnarverk ímóti honum!
Far tú og ger so við!
Hjá Guði verður eingin mannamunur gjørdur. Vit eru øll skapað í Guðs mynd – vit hava øll líka stórt virði í Guðs eygum.
“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Tað er av týdningi at hava eitt gott bakland í tænastuni, men tænastan fyri næstanum gongur um øll mørk!
Hetta hevur tú longu merkt og livað eftir sum sjúkrahús- og fongsulsprestur.
Vit liva í einum landi við skipaðum viðurskiftum, men tað eru mong, sum ikki kunnu skipa seg sjálvi likamliga, sálarliga og á annan hátt tí at lívið gjørdist ov trupult og møtimikið, ja, vit hava nógv menniskju, sum hava ilt í lívinum.
Tí er tað so umráðandi, at vit sum kirkja røkka út til øll menniskju.
Tað at vera kirkja, er ikki bara staðið, har vit savnast til gudstænastu og aðrar tænastur. Kirkja er, har menniskju koma saman í Jesu navni um tað so eru tvey ella trý ella talið eitur túsund.
Men kallið til okkara sum kirkja er til okkara, ið nú eiga dagin, løtuna og stundina at vera medmenniskja fyri næstan – hvør hann so er.
At vera medmenniskja er avleiðingin av evangeliinum – og tað eiga vit enn betur at læra. Men her bilar hjá okkum. Tí vit spyrja eisini: Hvør er næsti mín?
Vit seta spurningar í staðin fyri at virka fyri næstan – tí næstin – hvør hann so er – eigur eisini løtuna – júst nú!
---
Fyri nøkrum árum síðani kom út ein bók við heitinum “Kirkjan argar”, sum danski presturin Haldor Hald skrivaði.
Haldor Hald arbeiddi í nógv ár í kirkjuliga felagsskapinum “Krossherðurin hjá kirkjuni” ella “Kirkens Korshær”.
Í bókini viðgerð hann júst henda sama spurningin, hvør næsti okkara er.
Rithøvundurin leggur dent á, at kirkjan hevur eina týðandi uppgávu, tá ið tað er talan um tey veiku í samfelagnum.
Kirkjuliga hjálpartænastan, diakoni, tað veri seg til likams og sálar, eigur tí ein sjálvsagdan rætt bæði í gudstænastuni og í kirkjuliga arbeiðinum sum heild.
At “kirkjan argar” skal vísa, at júst kirkjan eigur at ganga undan í tænastuni fyri næstanum – líka mikið hvør næstin er.
Einastaðni í bókini tekur hann soleiðis til, tá ið hann skrivar um tað líðandi menniskja:
“Hevur hesin brúk fyri mær, eri eg næsti hansara. Leikpartarnir ella rollurnar verða býttar um: tað eri ikki eg, sum eri harrin sum skal gera av, um eg havi hug at hjálpa ella ikki. Eg havi skyldu til at tæna honum í tí konkretu støðuni, sum eg upplivi saman við næstanum. Eg eri ein tænari, sum havi fingið eina uppgávu.
Við øðrum orðum: tað er tann veiki í hvørji støðu hann annars er í, sum setir dagsskránna um at hjálpa og ikki mínar annars so vøkru ætlanir.
Styrkin at hjálpa liggur sostatt í veikleikanum hjá næstanum.
Hetta lýsir rithøvundin so við hesum orðunum: “Trúgvin flytir centrum hjá einum menniskja frá sær sjálvum yvir á Kristus! Guð brúkar styrki sína at gera seg veikan saman við tí líðandi menniskjanum!”
Hetta er næstakærleiki so tað forslær.
Hetta er trúgv virksom í kærleika!
At trúgvin flytir sentrum hjá einum menniskja við øllum lógum, fyriskipanum og regluverki fyri røttum lívi yvir á Kristus, er tað sama sum at kenna Kristus. At kenna hansara kærleika, náði og fyrigevandi sinnalag. Ja, hetta er tað æviga lívið: At kenna Guð og Jesus, sum hann hevur sent til okkara, sum Harra og Frelsara.
Vit kunnu hava so nógvar og vakrar ætlanir, sum hugsast kunnu, men hava vit ikki trúgv, sum er virksom í kærleika, fellir alt til jarðar, tá er alt tær beru lótir!
Uppgávan hjá okkum er at hjálpa næsta okkara, hvør, hvar og hvussu hann so er.
At hjálpa næstanum er eisini at kenna sína vitjunartíð! Tað er at hjálpa í tí røttu løtuni. Ikki fyri løtuvinning ella við baktanka men av kærleika.
Tað er so ymiskt, sum næstin hevur tað: sjúka og líðingar av ymiskum slagi til likams og sálar og kanska eisini ein búskapur í skeljarsori.
Vit kunnu seta spurningin: Hava vit eina kirkju sum argar? Evangeliið fær okkum altíð at hugsa.
Í samfelagnum verður nógv tosað um raðfestingar!
Raðfesta vit í kirkjuni, tá ið tað er talan um næstan? Siga vit frá, tá ið næstin lýðir neyð?
Hvar er samvitska okkara í øllum teimum avgerðum, sum tiknar verða í okkara tíð bæði í menniskjaligum og í búskaparligur viðurskiftum?
Í okkara tíð hoyra og síggja vit, hvør næsti okkara er: í bløðum, í útvarpi og sjónvarpi og øðrum miðlum við.
---
Tað er til henda dagliga veruleikan, Sverri, sum tú nú verður sendur út at virka.
”Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.”
Hesi orðini verða eisini sum kunnugt kallað “Gylta reglan.” Ella meginreglan fyri lív og tænastu í øllum virki tínum.
Legg tær hesi orðini í geyma í allari tænastu tíni.
Ymiskt fer at møta tær á leiðini, sum kanska ikki altíð ferð at síggja so “gylt” út, men minst til altíð at síggja Kristus í næsta tínum hvar og hvør hann so er.
Tær verður ynskt til lukku og Guðs signing í gerninginum og gott samstarv millum ymiskar myndugleikar og felagsskapir, tú fert at virka saman við á leiðini í Jesu navni. Amen.
Nú skal eg lesa setanarskrivið frá landsstýriskvinnuni og kallsbrævið frá biskupi ...
---
Jesus fylgi tær!
---
Salmar:
43, 667, 79 – 522, 353, 364, 305