Sergudstænasta - Allahalgannadagur (2)
Lívsvón við leiði og váta grøv.
“Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.” (5,4).
“Og tá ið hann (Jesus) steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara. Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav.” (Matteus 8,23-24).
Lívsins forløg ganga mangar ymiskar gøtur, og rásin til eydnu og sælu er torfør at finna. Vit hava ein dreym, men mongum brestur ætlan. Meðan lívið er, og tá ið deyðin vitjar, eru tað júst samveran í nærleika og tann vakra ætlanin, ið bindir bond ímillum menniskju. Hin sterka kenslan av felags ætlan, ynskjum og dreymum livir framhaldandi sum eitt kært og hjartaligt minni, hóast ein av okkum doyr.
Minnini, – tey heitu og fjálgu minnini! Tá ið løtan er runnin, eru minnini ein virðismikil ogn. At minnast aftur á tað góða, felags upplivilsir og nærleikan. Tað góða doyr ongantíð og ber signing við sær til ókomin ættarlið. Tað ræður um at lívga minnini um hin deyða, minnini um sjúkraleguna ella vanlukkuna, tá ið feigdin gjørdi um seg.
Lærdi í embæti at kenna brotpartar av søguni um lagnu fólksins. Tey nógvu, ið syrgdu samstundis, tí so mong fórust. Hitt fámenta húskið, ið syrgdi sváran deyða, tá ið ein av teimum kæru varð kallaður til æviga hvíld.
Í september 2010 var minningarhald úti í Mykinesi. Fjøruti ár vóru liðin síðan flogvanlukkuna í oynni. Flogfarið steðgaði við ein stein uppi á Knúki. Síðan feigdardagin í 1970 hava vit mist fólk í flogferðsluni. Hvørja ferð er sorg, saknur og grátur.
Í august 2013 varð minningarhald norðuri á Skarði til minnis um teir, ið fórust við Skarðsbátinum tollaksmessudag í 1913. Henda vanlukkan varð orsøkin til, at øskukalt gjørdist á grúgvuni, og bygdin Skarð doyði út nøkur ár seinni. Í adventini 1913 gingu tríggir aðrir bátar burtur í Norðoyggjum.
Í februar 2015 var minningarhald í Sandvík, nú hundrað ár vóru liðin síðani skaðagrindina, har ikki færri enn 14 mans sjólótust.
Hesi serligu minningarhald og tað árliga minningarhaldið allahalgannadag við minnisvarðar runt um í bygdunum siga søguna um lívið og tess krevjandi forløg.
Eisini á øðrum støðum dró feigdin. Mong eru fallin í bjørgunum og á fjalli. Onnur umkomust við sævarmálan ella doyðu í ferðsluni í vegakervinum. Ómøguligt er at nevna allar orsøkirnar, ið kunnu elva til deyða. Staðfest verður, at eisini deyði teirra í sjúkrasong og teirra, ið stillan sovna burtur ella brádliga fara, elur sorg og sakn, trega og sálarkvøl.
Inn í henda lagnutunga veruleikan ber hin kristna kirkjan orð Jesu, at sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Orð Jesu eru ikki ein veruleikafjar reingjan av støðuni, t.d. at flýggja frá tilveruni og skapa eina hugmynd av nøkrum jaligum.
Hin kristna kirkjan prædikar Guðs gagnligu hjáveru eisini tær løtur, tá ið vit hava mótvind og mótrák á lívsleiðini. Kend er signing Mósesar, tá ið hann sum gamal maður signaði ættir Ísraels. “Sum dagar tínir skal styrki tín vera!” (Fimta Mósebók 33,25).
Dagarnir eru skiftandi, og hvør dagur ber okkum sín setning. Eisini dagarnar við sorg kann Guð vælsignað. Tað er sannroynd teirra kristnu, at júst í neyðini er hjálpin næst. Tann tímiliga hjálpin eins væl og tann andaliga, og andalig vælvera gagnar altíð, sjálvt um vit doyggja. At liva og doyggja í tí friði, hvíld og trúgv, at annaðhvørt vit so liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.
Omanfyri durastavin í mongum heimum hekk í mínum uppvøkstri t.d. hetta skriftstaðið úr sálmabókini í GT: “Heit so á meg á neyðardegi, eg skal bjarga tær, og tú skal lova mær.” (Sálmur 50,15).
Tað er vitnisburðurin, ið fedrarnir góvu okkum í arv, at Harrans hendur halda í lívi og deyða. Lívið er ikki einans at liva og vera til. Tað veruliga lívið er tilvitað at kenna seg livandi og eiga vónina, at vit vegna Kristus eru ein partur av tí æviga lívinum. Uppreisn likamsins og ævigt lív í Guðs ríki.
Jesus orðar loyndardómin um tað æviga lívið í høvuðsprestabønini: “Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.” (Jóhannes 17,3).
Tað æviga lívið er ikki einans nakað, ið einaferð kemur í framtíðini. Tað æviga lívið er nútíð, tað er longu byrjað, tað er komið til jarðar, tað er lutur okkara í Jesusi Kristi. Tess vegna kunnu eisini tey, ið syrgja vera sæl, ikki júst tí at tey syrgja, men vegna tess at deyðin ikki eigur tað seinasta orðið. Í hesi lívsvón finna vit troyst, tí í trúnni á Jesus syrgja vit ikki sum tey, ið onga vón eiga. Vit eiga eina livandi vón, og vónin er lívið og lívsins kraft.
Vónin um tað æviga lívið er í tí jarðiska lívinum orka, ið gevur mót, styrki og áræði at liva við sorgini. Ikki seta sorgina frá okkum ella goyma hana burtur, men ístaðin minnast við at tendra ljós og kertur, sum við flógvari glæmu gera løtuna milda og unniliga, hóast deyðan. Í seinasta andadrátti staðfestir vónin tað doyggjandi lívið sum ævigt lív í dýrdarlikami heima í Guðs ríki.
Tó, vælskiljandi er ivin eina sorgtunga løtu, tá ið sagt verður: “Prestur, eru hetta ikki einans føgur orð? Vit kenna als ikki, at tilveran hongur saman, nú vit júst hava mist ein kæran í óskiljandi deyða. Møguliga er Jesus hjástaddur, men so liggur hann framvegis í bátinum og svevur.”
Ein greið útsøgn hjá avvarðandi, ið eigur at vera tikin í álvara. Tað er valla rætt at mæla ímóti ella royna at verja støðuna, tí lívlát og frávera av lívið er ein svár støða hjá teim avvarðandi og okkum. Gráturin kemur av sær sjálvum, og tárakeldan er dýrt goldin lekidómur. Eisini Jesus græt, og viðhvørt er gráturin tann einasta talan, ið hjartað skilir og fatar.
Tað er júst her vit hóma tann gudfrøðiliga sannleikan, at sorg og saknur eru ikki nakað, ið vit skulu leypa um, arbeiða okkum burtur úr ella seta frá okkum. Sorgina skulu vit bera, og við Guðs hjálp fáa styrki at bera, tí tey, ið farin eru, eru ein partur av okkara egnu samtíðarsøgu og okkara egna samleika.
Sagt verður, at tíðin lekir øll sár. Í dag vita vit, at orðafelli ikki er einvíst satt, einans ein feril av sannleika. Tey, ið missa síni kæru, liva alt lívið við sorg og sakni. At missa ein kæran er ongantíð nakað, ið verður yvirstaðið. Vit koma ongantíð uttan um sorgina. Vit koma fram á leið, og sorgin, ið sum frá líður fær ein mildari dám, er lívsins fylgisveinur. Tey, ið vit mistu, eru okkara. Eingin eigur nakran at missa, og eingin kemur í teirra stað.
Hesin veruleikin verður staðfestur, hvørja ferð vit vitja leiðið í kirkjugarðinum. Vit steðga á eina løtu og drýpa høvur í tøkk. Gamalt varð at siga orðini: Hvíl í friði, inntil vit síggjast aftur í Guðs ríki.
Sami veruleiki er sjónligur allahalgannadag, tá ið vit minnast tey, ið fórust á sjónum. Mong teirra fingu ikki grøv í tí heimliga. Vit vitja minnisvarðan og lesa navnið og nøvnini, tí júst minnisvarðin yvir sjólátin er gravsteinur teirra, ið fingu váta grøv.
Løtur við minnisvarðan kendist tað mangan sum um, at Jesus, ið lá og svav í bátinum, reistist við sínum anda og hótti at óveðrinum og aldunum. Veðrið blíðkaði, og innsiglingin til himinsins land kendist blíðari, hóast seinasta strekkið var møtimikið.
Hitt seinasta strekkið um lívsins fjørð er rógvið. Tað er blikalogn í ørmum frelsarans. Jesu vælsignaðu hendur, ið halda í lívi og deyða og aftur til lívs.
Og tað varð blikalogn. Amen.
(Prædikan er hildin allahalgannadag um kvøldið í Havnar kirkju 2015).