Páskadagur (3)
Tekstur: Markus 16,1-7. Fyrra tekstarøð.
Lívið sigrar við grøv og leiði!
v1 Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. v2 Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. v3 Og tær søgdu hvør við aðra: »Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?« v4 Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. v5 Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. v6 Men hann sigur við tær: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. v7 Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!«
Einastaðni undir moldum liggur lívsins fræ. Fjalt í tí ósjónliga nørist lívið og veksur sjónliga fram sum stelkur og blóma. Vakurleikin undir moldum sæst ikki, men tað er júst við rótina, at lívið hevur rótfesti.
Moldin er neyðug til lív og vøkstur á markini. Tað ósjónliga lívið er ein fortreyt fyri vakurleikanum, ið vit síggja. Tað ósjónliga lívið ber i sær allan tann vakurleika, ið blóman sum blóma sendir út í umhvørvið.
Tá talan er um lívið og lívsins forløg, ræður um vit og skil. Hóvsemi í orði og talu skapar samljóð í umhvørvi og tilveru. Tá mett verður um lívið, mega vit taka eina heildarmynd. Eisini tað, ið eingin veit og sær, tað ósjónliga, eigur at takast við í metingina. Tá so er, er tað skilagott ikki at vera ov skjótur til lættar niðurstøður. Skilagott at geva Guði tað seinasta orðið.
Tá vit fluttu út á Gjaranes, komu vit til ein urtagarð, ið trongdi til eina góða hond.
Urtagarðsmaður var eingin, men vit settu okkum fyri at rudda økið og hava ein grønan grasvøll. Vit valdu at vera ivaleys og tóku rívan til. Trø og runnar fingu ikki blíða lagnu.
Eitt av teimum smáu børnunum tókst uppí. Ístaðin fyri at ríva upp við rót, royndi hetta lítla barnið at gróðurseta. Vit lótu standa til, tí okkurt skulu børnini taka sær fyri, meðan tey vaksnu arbeiða.
Tá dagurin var liðin, sóu vit eitt ílat standa í einum vindeygakarmi í kjallaranum. Í ílatinum stóð ein lítil grein við nakað av vatni. Greinin tyktist okkum følnað, og vit høvdu lyndi at smílast.
Hugsaðu um barnalyndið, at børnini gjørdu sum tey vaksnu, ið tóku avleggara av urtapottum og settu í eitt glas við vatni.
Vit gloymdu greinina inntil ein dagin, tá vit av tilvild komu fram á hana í vindeyganum. Greinin, ið vit mettu deyða, bar nú grønan spíra. Vit fingu almikið at hugsa um, tí hetta var ikki einans ein lítil grein. Hetta var ein ímynd av lívinum, lívsins ábyrgd og álvarsemi. Ikki ov skjótar niðurstøður.
Vit fóru út í urtagarðin og gróðursettu ta spírandi greinina. Hon vaks og mentist og gjørdist ein partur av umhvørvinum.
Tað ótrúliga hendir um páskirnar, og har, fáur sær ein møguleika, er møguleikin.
Langafríggjadag hendi tað óvæntaða. Hugsi ikki um Jesu deyða, men tað, ið er rundan um deyðan. Nakrar kvinnur stóðu í nánd av tí doyggjandi Jesusi og sóu, hvar hann var lagdur.
Lívið krevur nógv av okkum, og viðhvørt bilar dirvi. Tað vóru nakrir bráðræsnir lærusveinar, ið nýttu stór orð. Teir sviku, tá ið á stóð. Skilligt er tað á manna vísi, tí so fáur ger nakað ímóti valdsharrum. Hin týnandi megin er sterk, og valdsharrar tóku ræðið á Golgata.
Men har var ein mótlítil maður, ein ráðharri jødanna, Jósef úr Arimateu. Hann væntaði Guðs ríki, tók mót til sín og fór til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.
Tað, sum fáur grunaði ella visti um, hendi júst hesa løtu. Lívið undir moldum, hin ósjónliga trúgvin hjá Jósefi gjørdist sjónlig. Hann tók mót til sín, bað Pilatus um líkið og gav Jesusi eina heiðurliga jarðarferð.
Langafríggjadagur var so mikið liðin, at tíðin gekk undan. Sabbatin kom um skamma stund, so Jósef fekk ikki stundir at gera hin deyða fullbúnan til jarðarferðina. Men hann keypti fín línklæði og sveipaði Jesus í tey og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett.
Meðan Jósef tókst við at jarða Jesus, stóðu tríggjar kvinnur og hugdu at. Tær sóu, hvar Jesus varð lagdur.
So kom hvíludagurin, og alt arbeiðið lá stilt, soleiðis sum skrivað stóð í forskrift jødanna. Friður og hvíld frá dagligum yrki. Hjá øðrum friður at syrgja, tí deyðin gjørdi skilnað. Saknur og sorg, og eitt tómrúm fylt við longsli.
Tá hvíludagurin var liðin, og sólin reis hin fyrsta dagin í vikuni, fóru hesar somu kvinnurnar árla á morgni út til grøvina. Tær høvdu keypt vælangandi smyrsl fyri at salva Jesu likam. Tað, ið ráðharrin Jósef ikki fekk stundir til, vildu tær inna hesa morgunstund, til tess at likam Jesu kundi fáa heiðurliga viðferð við atliti at andláti og jarðarferð.
Ein av kvinnunum var Maria Magdalena. Hon var kend fyri eitt sindur av hvørjum. Hon verður nevnd ein syndarinna, og mett verður, at tað holdsliga lyndi hevði fastatøkur á henni. Einaferð vóru ikki færri enn sjey illir andar riknir úr henni.
Skilagott er at síggja tað góða og vakra, og Maria Magdalena er saman við hinum kvinnunum okkum ein fyrimynd. Valla eru tær fullkomnar, valla vóru tær mettar høgt í samfelagnum. Og so vóru tær kvinnur. Tað var eyðvitað gott, men ikki í sjálvum sær nøkur dygd í tí almenna rúminum.
Páskamorgun síggja vit ikki syndina, tí tann krossfesti hevur goldið skuldarbrævið. Synd heimsins er sónað. Vit síggja møguleikan, at grýtut lendi og minni góð jørð kann bera ávøkstur. Páskadagur sigur frá einum møguleika, at vegurin til lívið er opin og letur seg ganga, tí Jesus gekk deyðans gøtu okkara vegna.
Eisini tá vónloysi er, og vit takast við at røkja grøv og leiði. Eisini ávegis út á kirkjugarðin er vónin og lívið. Uppreisn Jesu er ikki einans uppreisn hansara. Jesus er frumgróðurin, hin fyrsti føddi av kvinnu, ið gjørdi deyðans veldi til einkis. Síðani páskamorgun hin fyrsta í søguni, hava so mong fingið staðfest, at deyðin eigur avmarkað vald. At hann hin seinasti fíggindin verður sligin. Vit eru ávegis til lívið, - lívið á jørðini og lívið handan deyða og grøv í Guðs ríki.
Ikki tí, hin kristna trúgvin setur ikki eina klombru um lívið. Hin kristna trúgvin tekur tilveruna í álvara, og vit gráta so sáran, tá illa veit við. Hin kristna trúgvin syrgir við teimum syrgjandi.
Tað er júst her, kvinnurnar eru okkum ein fyrimynd. Tær eru hjástaddar. Tað er ein vitnisburður staðfestur í sínum tíma. Ikki so mong orðini, men verk og hjávera. Tey, ið einans síggja hold kvinnunnar, sóu einans ein part av sannleikanum. Tað var eisini eitt hjarta, ið føddi ta vælgerð, at likam Jesu átti at verða salvað til hansara seinastu hvíld.
Men eisini heit hjørtu møta trupulleikum av ymiskum slagi. Meðan kvinnurnar eru ávegis út á grøvina, hugsa tær um, hvør skal velta steinin frá grøvini. Tær høvdu jú sæð, at Jósef lokaði grøv Jesu við einum stórum steini.
Hin stóri steinurin er ikki einans ein steinur, ið er rullaður fyri grøv Jesu. So mong kenna forðingar av ymiskum slagi. Tað er so trupult, so mong stórmál, so mong smærri mál, ið vaksa seg stór. Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?
Páskamorgun kom broyting í, og alt gjørdist øðrvísi og jaligt. Deyðin var deyður, lívið livandi og menniskju endurfødd til livandi vónar.
Komnar út á grøv Jesu hyggja kvinnurnar upp. Tá sóu tær, at steinurin var veltur frá. Tær hugdu upp, - og tað er skilagott at hyggja upp og ikki stara seg blindan í tí, ið er trupult og ikki vignast.
Tær hugdu upp og fóru inn í grøvina. Inn í deyðans helli, inn til hin deyða. Men hin deyði var ikki inni, tá tær komu inn í grøvina. Hin deyði var farin út úr deyðans helli, út til tey livandi til tess at skapa lív millum doyggjandi.
Ístaðin sóu kvinnurnar ein ungan mann í hvítum klæðum sitandi inni í grøvini, og tær ræddust. Hin hvíti liturin umboðar jú reinleika, tað himmalska og fullkomna. Hin hvíti liturin er búnin hjá einglunum.
Her í deyðans helli fingu kvinnurnar at hoyra boðskapin um hin livandi frelsaran. Her ljóðaði frælsisljóðið á fyrsta sinni : “Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her.”
Ein sælur boðskapur borin trimum kvinnum, ið ætlaðu at minnast hin deyða Jesus og sýna honum tann heiður, ið hóskar seg mótvegis deyðum.
Hin ungi maðurin, eingil Harrans, segði nakað afturat. Berið hesi boðini til lærusveinarnar og serliga til Pætur. Sigið teimum : “Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!”.
Stórfingið at hugsa sær, at Pætur, ið so álvarsliga royndist sum svíkjari, fær eina serliga heilsan. Pætur, sum fall, men angraði sínar syndir, ja græt eina veika løtu eftir at hava avnoktað Meistaran við eiði.
Páskaboðskapurin er gleðiboðini um ein livandi Guð, sum í sonar síns fullgjørda verki skapar lív millum doyggjandi. Jesus er lívið, hitt tímiliga og æviga.
Hjá okkum ræður um at liva, fáa nakað burtur úr lívinum og vera búgvin til tað æviga lívið. Hjá okkum ræður um at geva lívinum bestu fortreytir.
Sum kristin hava vit ymiskt útsýni yvir lívið. Á ein hátt velja vit, hvat eyga festir seg við. Gjøgnum sama glugga kunnu vit síggja eitt træ, ið missir bløðini og viknar. Ella síggja ein ungan grønan spíra á eini grein, sum vit mettu lívleysa.
Páskadagur førir okkum út á frælsar fløtur. Vit fáa høvi at loysa bond, lívga og lætta. Hin kristna kirkjan prædikar ein livandi Jesus, ið er staðin upp av deyða og grøv. Vit játta trúnna á hann, sum ger jørðina vakrari og ævinleikan sælan, - Jesu dýrabara navn. Amen.