Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2024
Ólavsøkuprædikan 2024
Marjun Lómaklett
Aftur í ár, koma vit saman á tjóðardegi okkara, har vit føroyingar hátíðarhalda sambandið millum kristnu trúnna og landsins stjórn á deyðadegi Ólavs Halga. – Vælkomin til Ólavsøkugudstænastu 2024 í Dómkirkjuni. - Her verður hugsað um tykkum, ið eru komin, men eisini tey, ið sita kring landið og lýða á gjøgnum útvarpið og sjónvarpið – og tykkum, ið lurta á alnetinum – veri hjartaliga vælkomin øll somul!
Tað var á júst hesum degi fyri 994 árum síðani, at Ólavur Haraldsson – sum eitt ár seinni nevndist Ólavur halgi, fall á Stiklastøðum í Verdalinum uttan fyri Tróndheim í bardaga móti bóndaheri, ið var stuðlaður av danska konginum, Knúti Mikla.
Men hvør var hesin Ólavur Halgi, ið gevur navn til tjóðarhátíð okkara? Í stuttum kann søguliga sigast: at Ólavur varð føddur í árinum 995 og var av kongsætt Haralds Hárfagra. Foreldrini vóru Haraldur Grenski og Ásta Gudbrandsdóttir.
Á heilt ungum árum, bert 16 ára gamal, var Ólavur í Bretlandi saman við øðrum víkingum, har hann í 1011 var við til at hertaka erkabispasetrið, Canterbury. Páskamorgun í 1012 hildu víkingarnir mikla veitslu í Greenwich, har teir meinslaðu Alfthea, erkabiskup við at grýta grót og bitnar leggir á hann, av tí at erkabiskupurin ikki vildi hava nakran at gjalda loysigjald fyri seg. Ein av víkingunum tók at enda synd í erkabiskupinum og gav honum banahøgg við øks síni. Alfthea hevði fyrr doypt Ólav Trygvason. Hann, ið á sinni sendi Sigmund Brestirson til Føroyar, og sum var við Orminum Langa um ár 1000 og læt lív har. Tað er rættiliga sannlíkt, at hin ungi Ólavur Haraldsson hevur verið hjástaddur, meðan drápið av erkabispinum fór fram, og slík sera ógvislig hending man hava sett djúp spor sinnalagsliga hjá 17 ára gamla Ólavi.
Vit halda sjálvandi lítið um slíkan ræðuligan harðskap, men tað ber ikki til at døma hesar hendingar við nútíðar eygum, av tí at tað var tíðin, tá kristin trúgv - og heiðinskapur stríddust hvør móti øðrum. Vit kenna eisini hetta úr egnu føroyingasøguni.
Í 1013, tá Ólavur er 18 ára gamal, letur hann seg doypa til kristna trúgv í býnum Rúðuborg, ið er núverandi Rouan í Norðurfraklandi. Tvey ár aftaná, nú hann er 20 ár, fer Ólavur aftur til Noregs og verður kongur í 1015 – 1028, tá hann missir valdið og má fara í útlegd. Tvey ár seinni kemur hann aftur til Noregs úr Sviaríki við heri at berja úppreisturin niður og endaliga kristna alt Noreg, og tað er tá hin 29. juli 1030, at hann doyr í bardaganum á Stiklastøðum í Verdali, einans 35 ára gamal.
Bert eitt ár eftir deyða Ólavs, gjørdi kirkjan Ólav Haraldsson til halgimenni, av tí at undurverk skuldu henda við grøv hansara. Líkið varð tí flutt til Tróndheims og seinni lagt í dómkirkjuna har.
Hetta gjørdi, at Ólavur kom at vera hátt virt halgimenni í øllum Norðurlondum, haðani fólk í hópatali gjørdu pílagrímsferðir til grøv hansara. Fleiri av hesum pílagrímsgøtunum eru til enn. Ólavshalgin varð upprunaliga nevnd ”Ólavsvaka” á norrønum máli, av tí at messur vóru havdar náttina millum 28. - og 29. juli.
Í dag er eisini møguleiki fyri at gera slíkar gonguferðir til gomlu, sera hábarsligu og víðagitnu kirkjuna í Tróndheimi, sum eg sjálv havi havt mikla gleði av at royna – tá eg í fjør gekk til Nidaros dómkirkju og grøv Ólavs kongs.
Sum vit vita, er skrúðgongan í dag fastur partur av ólavsøkuni. Hervið sæst hitt gamla sambandið millum ting og kirkju.
Sannleikin er, at Kirkjan var sera sterk sum stovnur upp gjøgnum miðøldina, so tað kom tí at vera natúrligt, at løgtingið varð sett sama dag, sum kirkjan helt heilagt við guðstænastu í Tórshavn, har allir prestarnir eisini vóru hjástaddir.
Hesin gamli siður, ið eg vil kalla ”góði, gamli siður”, helt sær øldirnar fram til trúbótina í 1536, har hann aftaná fánaði burtur aðrastaðni, men ikki í Føroyum, tí her hildu kirkja og løgting fram við at savnast á Ólavsøku, har kirkjan helt sítt gamla minningarhald, meðan løgtingið um somu tíð varð sett.
Einki er at ivast í, at hetta tætta, drúgva sambandið millum kirkju og politiska valdið hevur havt stóran mentanarligan - og átrúnaðarligan týdning í einum kristnum landi sum Føroyar, hóast kirkjan sum átrúnaðarligur stovnur als ikki blandar seg upp í dagliga politiska arbeiðið, har kortini verður hildið fast um, at løgtingið í veruleikanum framvegis ”byrjar sína árligu setu” í sjálvari dómkirkjuni. Hetta felags reglusemið hevur so gjørt, at Ólavsøkan eisini er vorðin tjóðarhátíð okkara.
Hvørt ár – á hvørjari ólavsøkugudstænastu – er kristni gleðiboðskapurin vorðin boðaður okkum. - Hóast tíðirnar og tíðarskeiðini upp gjøgnum øldirnar hava verið ymisk, so er gleðiboðskapurin framvegis og óvikandi hin sami.
Eisini í ár verður gleðiboðskapurin boðaður inn í samtíðina á tjóðarhátíð Føroya - Anno 2024. – Ein samtíð, har Føroyar eru eitt av heimsins bestu og tryggastu londum at búgva í, men samstundis er tíðin merkt av sera álvarsomu heimsstøðuni og londunum kring okkum, har stríðsval, ósemjur og friður valda hvørt um annað.
Serstakliga áhugavert er, at hugtøk sum ferðandi, flóttafólk ella ”tilflytari” ikki er nýtt fyribrigdi og kanska ongantíð betur kent enn júst í okkara tíð – 2024, tí upp gjøgnum søguna hevur menniskjað verið og er framvegis á ferð. Eisini í ymisku frásagnunum í Halgubók eru ”flyting, ferðing, útlegd ella hetta "at fara "í útlegd" afturvendani evni. Orrustur, kúgan, harðligar ósemjur, hungursneyð, náttúruvanlukkur og vónin um betri og bjartari framtíð hava til allar tíðir fingið menniskju til at leita nýggjar leiðir, fara avstað og stevna móti tí ókenda. Fólk hava altíð flutt seg yvir landamørk. Hetta sæst í teimum bíbilsku frásagnunum eins væl og í heimssøguni.
Sjálv havi eg – sum ættleidd - upplivað – og eisini kent hesa samfelagsbroyting. Her hugsi eg serstakliga um barnaár míni, har eg í nærumhvørvinum var væl kend, har øll vistu, hvør eg var. Í dag eru hinvegin spurningarnir og viðmerkigarnar: ”áh, sum tú tosar væl føroyskt!” - ”Hvussu leingi hevur tú búð í Føroyum?” og ”hvaðani kemur tú?”.
Eg minnist, hvussu eg í barnaárunum veruliga ”kendist burturúr” í útsjónd – men í dag ”blendi eg inn” – eri í nógv størri mun og veruliga bert ”ein í fjøldini”. Føroyska samfelagið er sanniliga í broyting, og hagtølini vísa hetta eisini greitt.
Tá Jesus vildi greiða áhoyrarum sínum frá týdningarmikla gleðiboðskapinum, nýtti hann mangan líknilsi, samanberingar og myndir úr gerandislívinum, sum t.d. hin góði hirðin, fiskimaðurin ella sáðmannin.
Í dag nýtir Jesus myndina av hveitikorninum, ið hann samanber seg sjálvan við, tá hann sigur: ”Fellur hveitikornið ikki í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Hesa myndataluna við hveitikorninum nýtir hann til tess at lata upp eygu og oyru okkara, so at vit mega sanna, at vit eru við í einum størri veruleika enn honum, sum vit síggja og uppliva í løtuni. Gud vil, at vit eftir besta førimuni royna at liva á jørðini ”nú” í hesum foldarlívi, eins og vit – í trúnni á Hann - einaferð koma til hin eina dag í Gudsríki - at vit kunnu vera góðlynt móti næstanum á kærleiksfullan hátt, – ja, við Jesusi sum fyrimynd – at ”tæna” Gudi og medmenniskjanum. Gud er hann, ið gevur okkum mátt til at vera ”miskunnsami Sámariubúgvin” ella ”burturvilsti sonurin, ið torir at leita sær heim til faðirin”.
Og tað er við øllum hesum í huga, at Jesus í dag sigur greitt, at um vit stíga í fótafetum hansara og fylgja honum, so krevur tað, at vit raðfesta Guds vilja í øllum lívsins viðurskiftum. Eru vit til reiðar til tess? - Veruleikin er, at raðfestingar okkara avdúka, hvørjum vit fylgja! - Kærleiki Jesusar umfevndi øll. Hann gav sær far um menniskju, eingin annar sá, sat til borðs saman við teimum og gjørdi ikki mannamun.
Í dag – ólavsøkudag – er tað so at siga ein lítil jóla- og páskahátíð, har Jesus talar í dagsins teksti um, hvussu hann, Frelsarin, sum varð borin í heim jólanátt, - sum hveitikornið, ið verður sáað i jørðina, má doyggja fyri at geva lív til búgvin hveitiøks.
Hetta, av tí at lívsvegur Jesusar var frelsuætlan Guds: at Kristi krossardeyði er ávøkstur fyri okkum kristin. Hann er tann, sum skapar okkara ávøkstur – og gevur lív inn í heimin. – Hetta er mynd av, hvussu vit kunnu geva okkum sjálvi fyri at skapað nakað størri og betri – ja ein betri heim fyri okkum sjálvi og komandi ættarlið.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at vit síggja upp gjøgnum kirkjusøguna, - bæði við Jesusi, Frelsaranum sjálvum, ápostlunum, Sigmundi Brestisyni, Ólavi heilaga og mongum øðrum - at tað hevur kostað nógv at varðveita trúnna. Kristin fólk hava alla tíðina verið løgd í jørðina vegna trúgv sína, men hava borið mikla frukt eins og hveitikornið, og tað sama hendir hvønn dag eisini nú í mongum londum, har kristin fólk verða jakstrað og láta lív vegna trúnna – hetta uttan - at heimssamfelagið letst um vón.
Her heima hjá okkum eiga vit at vera takksom fyri, at vit eru sloppin undan slíkum ágangi, men tað er vert at hava í huga, at hjá okkum hava ommur og abbar, kanska helst ommurnar í stóran mun verið fruktirnar av ”hveitikorninum”, ið hava lært smábørnini og uppvaksandi ættarliðini um kristna trúgv, siðvenju og mentan.
Veruleikin er, at vit hava øll: tey fólkavaldu, men eisini hvør einstakur av okkum – felags ábyrgd - í orði og verki – saman – sum kirkja og samfelag - at skapa góð vakstrarviðurskifti, andaliga og gerandisliga til tess at lætta og betra um viðurskifti tjóðarinnar.
Myndaliga talað eru vit menniskju øll so ymiskt, ja kunnu samanberast við okkurt slag av plantuvøkstri, ið eigur at kunna festa røtur og trívast har, vit nú eru sett at vaksa og mennast – í longri ella styttri tíðarskeið – á ymiskum støðum – í lívinum…
Vit eru sum fræið, ið spírar fram á vári – í ymiskum jarðlendi. Fræ, ið veksur upp í góðari mold, upp ígjøgnum rivur í helluni, á fjallatindum og upp ímillum grús og smásteinar í djúpum dølum. Vit hava øll orsøk til at vera har, vit eru stødd, og vit fáa møguleikan at trúgva, at Gud – sum skapar lív og vøkstur - vil okkum tað besta.
Sum vit vita, hava fleiri viðurskifti sín leiklut í gróðarlíkindunum: bæði dygdin av moldini, hvussu plantan er fyri at vaksa, vætan, veðurlíkindi og aðrar umstøður hava týdning fyri, um plantan festir røtur, veksur og trívist í nýggja ella gamla lendinum.
Sannroyndin er, at lívslagnurnar eru sera ymiskar! Øll hava vit hvør sína heilt serstøku lívssøgu og lívsleið at ganga, hvør í sínum lagi! Vit flyta okkum og hvørt tíðarskeið hevur sínar serstøku - signingar og avbjóðingar,
Tað snýr seg um at fáa tað besta burtur úr lívinum har og hvar, tú ert – á ferð - ikki at gevast á hondum, men at koma aftur á føtur, um ein dettur – uttan mun til, hvør tú ert - ella hvussu ella hvar - í heiminum ein er staddur.
Uttan mun til, hvat lívið og framtíðin hevur at bjóða, eiga vit ikki at vera óttafull, tí guddómuligu orðini ljóða eisini til okkum í dag eins og eingilin á sinni segði við hirðarnar á markini og við kvinnurnar við tómu grøvina: ”óttast ikki!”
Hann gevur okkum enntá heilaga lyfti sítt: “Eg eri við tykkum allar dag alt til veraldar enda!” - Og legg til merkis! Hann sigur: ”Eg eri”. Hann sigur ikki ”eg var” ella ”eg komi”, men ”eg eri” við tykkum – ætt eftir ætt, øld eftir øld – ja, enn í dag.
Tað er júst vegna tess, at Jesus Kristus er hveitikornið, ið doyr og rísur upp frá deyðum – at Gud kann siga – og sigur hesi orðini við okkum. Hann er friðar- og verndarskjól okkara uttan mun til, hvat liggur fyri framman á lívsleiðini. Hann sigur, ver ikki bangin, tí eg gangi lívsvegin saman við tær, - og eg vil leiða teg! –
Eisini í dag sigur hann við hvønn einstakan av okkum “Tú ert mín! Eg eri Gud tín!” Harvið hava vit fingið givið at lata tað alt samalt og okkum sjálvi við – í sterku og kærleiksfullu Faðirhond Guds, og Hann sleppur okkum ikki, men heldur okkum føstum í hondum sínum, tí kærleiki hansara fevnir um okkum øll.
Latum okkum tí í takksemi biðja um, at vit framhaldandi seta álit og trúgv okkara á frelsuverkið á Golgatha, har Jesus sum hveitiðkornið, doyði og reis upp – og harvið - fyri okkum - skapar ljós í myrkri og lív í deyða.
Guð hjálpi okkum, at halda á fram við at sáa fræ av kærleika, trúgv og vón, so vit kunnu heysta eina ríka og fruktbæra framtíð – bæði her á fold og á himni!
Amen.