Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2022
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur:
[Jesus segði:] „Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur
ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað
einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann,
sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í
hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar
mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini
tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.“
(Jóh 12,24-26)
Heilagi faðir, vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu. Amen.
Góða ólavsøku øll somul!
Ólavsøkan er ein vøkur hátíð, har vit koma saman sum familja, vinfólk og sum tjóð. Vit hátíðarhalda ólavsøku tí Ólavur hin heilagi, Ólavur Haraldson, fell á Stikklastøðum ár 1030.
Vit mugu ikki missa tað við hava. Tað verður sagt at ein hin størsti óttin hjá postmodernaða menniskjanum er ikki at uppliva eitthvørt, ella ikki at fáa tað við. Vit vilja fáa alt við, og summi kunnu skammast við ikki at hava verið í øllum heimspørtum; at tey ikki hava lisið allar tær nýggjastu bøkurnar, sum kjakast verður um.
Hjá flestum av okkum ræður tað um at síggja og uppliva so nógv sum yvirhøvur møguligt áðrenn vit doyggja. Tí man mongum verða dátt við, at hoyra Jesus siga: “Tann, sum elskar lív sítt, missir tað.”
Jesus meinar valla, at vit skulu avnokta alt lív. Eg haldi, at orðini eru ein ávaring. Um lívið verður stýrt av dreymum um at fáa alt við, sum hendir, eru vit í vanda fyri at missa hitt týdningarmesta.
Hetta líkist sjálvsøkni, at fylla lívið við sær sjálvum, og stýra okkara lív eftir okkara egnu málsetningum og stýra eftir teimum fyri ein og hvønn prís. Tað man vera hetta, Jesus talar um, og sigur, at slíkt lív verður til fánýtis, tí tað verður mist. Tað er við at siga lívið frá sær, at tað verður varðveitt. – Vit hava jú setningin: Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. (Matt 6,33).
Soleiðis var tað við Jesusi. Hann nýtir gerandislig orð. Jesus setir ofta orð saman á ein øðrvísi hátt, soleiðis at tey fáa ein nýggjan týdning. Ein einføld regla í náttúruni verður ein mynd upp á Guðs ríki. Summi kalla hesa reglu hveitikornsreglan.
Mong av okkum hava arbeitt við sáðkorni, seteplum og blómufræum. Vit vita, at kjarnin til alt lív finnist í øllum livandi. Tað er stórt at vera setepli ella sáðkorn. Virðismikið, men eisini sjálvoyðandi. Jesu lærusveinar fataðu ikki at Jesus mátti doyggja, til tess at teir skuldu liva. Teir hugsaðu um sigur og kongsvald. Í teirra fatan var ikki pláss fyri ofri.
Ein tapandi Messias, hvør dugur er í honum?
Ein sjálvoyðandi Harri, hvør fylgir honum?
Ein doyggjandi Harri, hvat lív kann hann fáa at næla?
Lívið hevur ein tílíkan kostnað, sum vit kanska ikki hugsað so nógv um – eitt hveitikorn, sum varð sáað og doyði. Náðin er heldur ikki uttan kostnað. Og tann, sum hevur etið korn og setepli, dúar upp á náði og hjálp frá øðrum, men gevur sjáldan gætur, hvat offur skuldi til.
Mong av okkum vistu ikki, at matkovin í Evropa var í Ukraina, hvat ið hveitikorni/korni viðvíkur.
Tað er ikki fyrr enn vit missa tað, sum vit hava, at vit fara at spyrja, hvaðani vit hava tað. –
Mikil ávøkstur stendst av góðum ofri
Um vit vilja av við tann førning og tann arv, vit fingu við kristindóminum, skilja vit ikki tann ríkdóm og ta barlast, vit hava fingið við honum.
Eitt nú fekk lívið virði. Lívið frá gitnaði og til grøv fekk virði. Áður vórðu børn sett út at doyggja, um tey bóru eitthvørt brek. Nú vórðu lógir gjørdar, sum settu forboð fyri at seta børn út. Næstrakærleikin varð settur í hásæti. Fyrr var heiður og hevnd ein rættur ella ein skylda, men við kristindóminum var blóðhevndin skift út við fyrigeving og kærleika. Trælir fingu frælsi. Forboð varð sett fyri trælahaldi, og trælir vórðu keyptir leysir.
Hvør mynta hevur tó tvær síður, og vit kunnu heilt víst vísa á bæði góð og ring verk í kristindómsins navni. Tað er ikki alt, sum er gjørt í kristindómsins navni, sum hevur verið av tí góða. Har menniskjan er, er syndin eisini til staðar. Men tess nærri miðdeplinum í kristnu trúnni vit eru, tess betur sæst hin góði ávøksturin.
Miðdepilin í kristnu trúnni
Hvat er so miðdepilin í kristnu trúnni? Hann er Jesus Kristus krossfestur, deyður og upprisin! Vit trúgva á ein, Guð sum, vil at øll heimsins menniskju skulu verða frelst, sum vit lósu í epistlinum hjá Paulusi. Samsvarandi skriftunum gekk Jesus líðingarvegin og var lýðin heilt til deyða á krossi. Hann doyði fyri allar heimsins syndir. Hann var hitt fullkomna ofrið. Deyðin var ikki mentur at halda honum, og tí sleit hann deyðans leinkjur, sum vit syngja í onkrum sálmi, við at rísa upp frá teimum deyðu tríggjar dagar eftir krossfestingina.
Í Jesusi hava øll heimsins fólk fingið møguleika at finna sálarfrið. Við trúnni á Harran Jesus kunnu vit verða frelst, og tí kunnu vit eisini fáa frið og gleði í sál okkara. Jesus Kristus varð dýrmettur, við at hann varð lyftur uppá krossin.
Tað, sum byrjaði sum nakað lítið, ið var lagt í jørðina, hevur breitt seg kring allan heim. Ávøksturin var ovur stórur, og hann náddi eisini hesar oyggjar!
Hann var sum hveitikornið, sum varð sáað í jørðina og gav miklan ávøkst.
Nú er ólavsøka og vit hátíðarhalda Ólav hin heilaga. Ólavur kongur setti sær fyri at savna Noregs ríki undir kongi og at fullføra kristningina av ríkinum. Tí verður hann mintur við orðunum: “Ein sterkur kongur og ein sterk kirkja.”
Ólavur Haraldsson varð eisini á ein hátt dýrmettur við tað, at hann varð skýrdur halgimenni at vera eftir deyða sín – hann var hildin vera hveitikorn, ið bar miklan ávøkst.
Hvussu bera vit góðan ávøkst?
Fyri at vera hveitikorn og bera góðan ávøkst mugu vit halda okkum nær at Kristusi. Og hvussu gera vit tað? Jú, tað er at gera teir gerningar, sum Jesus beyð okkum at gera. Jesus sigur við lærusveinar sínar: Elska tit meg, tá haldið boð míni! (Jóh 15,15). Tað er jú hetta, sum er at fylgja Jesusi. At elska Jesus er at gera tað, sum hann segði.
Jesus spurdi Pætur ápostul, um hann elskaði seg. – Teir vóru aftur við tað staðið, har teir hittust á fyrsta sinni við Genesaretvatnið. Hann hevði svikið Jesus, og hann hevði sæð Jesus doyggja á krossinum. Alt, sum hann hevði sett sítt álit á, var burtur. Pætur var farin aftur til sítt gamla yrki, hann var útróðrarmaður.
Tá ið teir hittust á frysta sinni hevði Jesus hjálpt Pæturi og teimum, ið við honum vóru, við tveimum søkkladnum bátum av fiski. Hesaferð varð Pætur biðin at kasta nótina út høgrumegin bátin. Aftur var gleðin stór um stóra mongd av fiski. Tá spyr Jesus Pætur: Elskar tú meg? Hann fær sama spurning fleiri ferðir, og triðju ferð svarar Pætur: Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg! Pætur veit, at hann ikki hevði verið tað hveitikorn, hann skuldi vera, men hevði í staðin svikið og tikið sítt lív framum.
Magnus Malm skrivar í bók síni Vegvísarar. Einki er meira týdningarmikið fyri ein kristnan leiðara enn at elska Jesus. Alt annað er hesum undirlagt, alt annað eru fruktir tess. Tað er í kærleikssamskiftinum við Jesus, at vit finna loyndardómin í leiðsluskapi Pæturs í teirri fyrstu kristnu kirkjuni.
Magnus Malm sigur seinni: Um kærleikin til Guð ikki longur er tilstaðar, verður alt annað eitt átrúnaðarligt korthús, sum skjótt fellur saman. Ella enn verri: Eitt steinrunnið skal av jarnhørðum aðalreglum, sum køvir lívið og til seinast stendur eftir sum ein innihaldsleysur minnisvarði yvir menniskjans egnu málsetningar.
Elskar tú Jesus?
Pætur varð kallaður til at vera leiðari í kirkjuni, og til allar seinast fekk hann tvey orð við sær á leiðini frá Jesusi: “Fylg mær!” (Jóh 21,19).
Ein tænasta ið ber góðan ávøkst
Í evangeliinum í dag hoyrdu vit: Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann. (v. 26).
Jesus vísir lærusveinum sínum, hvussu teir skulu tæna sær. Einaferð legði hann seg á knæ og hann tváar teimum um føturnar. Hetta man vera undirvísing, sum vil nakað. Meistarin leggur seg á knæ fyri lærusveinunum. Men hetta gjørdi hann fyri at undirstrika hin tænandi leiðsluháttin.
Jesus sýnir teimum eisini at ein góður leiðari er eyðmjúkur av lyndi.
Høvdu leiðarar havt Jesus sum fyrimynd so hevði staðið betur til við leiðslu her í Føroyum.
At ganga inn í hitt æviga lívið
Jesu endamál er at føra teir heim til faðirin, fyri at teir skulu ganga í hitt æviga lívið. Og tað gera vit við at trúgva á Jesus og fylgja honum, sum er vegurin sannleikin og lívið.
Í flestu kirkjum í Sandoynni endar gudstænastan, tá ið eg eri til staðar, við orðunum: Farið í friði og tænið Harranum við gleði! Vit verða send út í lívið í tænastu fyri Harran.
Tikið verður saman um:
Hveitikornsregluna síggja vit í náttúruni. Hveitikornsregluna síggja vit eisini í Guðs ríki, har Jesus líður og doyr, fyri at vit skulu ganga inn í hitt æviga lívið.
Jesus lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at tann, sum fylgir Jesusi, eisini fylgir hveitikornsregluni. Eitt lív saman við Jesusi er eitt lív saman við teimum forfjónaðu og teimum, sum eru sett til síðis. Tað er eitt lív, har góður sjálvsframi kann bera við sær at seta egin mál til viks fyri Guðs mál. Tá ið vit til seinast hátíðarhalda ikki einans ólavsøku, men hina stóru veitsluna á himni, gera vit tað vitandi um, at alt hátíðarhald hevur ein kostnað, eitt offur – eisini hitt himmalska.
Lov og tøkk og allur heiður verið tær, Guði várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.
Amen.