Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2021

Sálmar: 604-3-326/243-585

Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur, kap. 16, vers 24-27:

Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: „Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!“ Amen

Tonk, at lívið
kostar lívið!
Hevur altíð sama prís.
Kom við gleði!
Ver í degi!
Tanki okkum vegin vís;
ríkt og vítt fer lívið inn
í ævina.

Soleiðis yrkir danin Jørgen Gustava Brandt í týðing eftir Páll Isholm, sum vit júst hava hoyrt Petru Iversen sungið. Tonk, at lívið kostar lívið.
Nakað tað sama minnir Jesus okkum á í morgun, henda vakra Ólavsøku morgun, tá hann sigur: tann, sum vit bjarga lívi sínum skal missa tað.

Tann sannroynd, at lív hava vit inntil vit ikki hava tað meir, eru kor, vit øll eru felags um. Og hóskandi er tað at verða mintur á tað, vit eru felags um, nú vit hátíðarhalda okkara tjóðarhátíð. Sum eingin onnur høgtíð, hvørt hon verður hildin við fullari útblásing, ella avmarkað, sum í ár, so savnar hon okkum, um ikki annað, so andaliga. Felags kunnu vit tíbetur vera, hóast frástøðu. Og felags kunnu vit tíbetur eisini vera um at byggja land hóast vit eru ymisk og til tíðir rúkandi ósamd. Viðhvørt hava vit tó brúk fyri at vera mint á, hvat tað er sum er av týdningi, og hvat tað er, sum sjóðar okkum saman sum samfelag – tvørturum partapolitiskar ósemjur og persónligar preferansur. Á Ólavsøku vera vit onkursvegna mint á hetta – ikki tí tað neyðturviliga verður orðað, men tí at stemningurin bendir okkum á, at vit eru partur av einum felags anda – ella við orðum Poul F´s: vit eru føroyingar... við felags lagnu, eitt felagsblóð og felags minni.

At hava eitt felags minni knýtir menniskju saman tvørtur um mørk. At hava eitt felags minni er ein annar máti at siga, at vit eru partur av eini felags søgu. Eini søgu, sum verður skrivað, og sum verður tulkað at hava eina merking fyri okkum sum einstaklingar og tjóð.

Inn í henda felagsskap eru vit øll komin. Onkur føddur inn í hann, onkur fluttur inn í hann, onkur annar fluttur frá, men røtur hava vit øll gjøgnum longu søguna, sum er okkara. Søga og samtíð hoyrir saman og uppgávan fyri eina og hvørja samtíð er at lata tær einstøku søgurnar fáa rúmd so at okkara felags søga veruliga verður nakað vit eru felags um og kunnu vera stolt av. Ólavsøkan livir sjálv av síni søgu og vit hava fyri langari tíð síðan tulkað lív og deyða Ólav Heilaga inn í okkara søgu, so at hon er meiningsfull og savnandi. Ólavur hevði í sinni at savna Noregs ríki – Ólavsøkan savnar Føroyar fólk ár eftir ár, og minnir okkum onkursvegna á, at hóast vit hava ymiskar krossar at bera, so bera vit betri í felag.

Tak upp kross tín og fylg mær, sigur Jesus við Pætur. Eisini henda útsøgn er partur av einum samanhangi. Vit eru stødd í kap. 16 hjá Matteus evangelisti og høvuðspersónarnir eru Pætur og Jesus. Pætur kenna vit, bæði sum hann, hvørs Kristus játtan kirkjan verður bygd á, men eisini sum hann, sum avnoktar Jesus. Ein blanding, sum vil nakað. Jesus spyr lærusveinarnar ein eksistentiellan spurning. Hvønn siga tit meg vera. Pætur er skjótur at svara: Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.

Síðan greiðir Jesus frá, hvat tað vil siga, at hann er Kristus. Tað merkir, at hann skal líða, tað merkir, at hann skal taka tann tyngsta krossin upp, og ganga tungu leiðina inn í deyðan fyri síðan at rísa upp aftur til lívið. Tað er eingin vegur rundan um líðingina og krossin, og eisini tí er hann so vigtigur. Tað er ikki ein vøkur mynd – men tað er ein neyðug mynd, og hon er avgerandi fyri ta kristnu søguna. Heldur ikki Pæturi dámar myndina og er skjótur at muta ímóti og sigur: Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri! Jesus peikar á tað demoniska við hesum svari og sigur við Pætur: Vík aftur um meg, Sátan. Tí tað er av tí ónda, at taka líðingina út úr líkningini. Hvar skuldi menniskjan tá vent sær í síni avmakt, um ikki Jesus visti, hvat líðing var?
Síðan sigur Jesus: Vil nakar ganga aftaná meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær.

Ólavur kongur setti upp krossmerkið millum fólk okkara varð staðfest í inngangskollektini í morgun. Hetta er tann arvur, vit øll eru partur av. Tað er ein persónlig søk, hvussu ein fyriheldur seg til hetta krossmerkið, men tá Merkið, sum er ein av okkara identitetsmarkørum sum tjóð hongur í húnarhátt, sum í dag, ella í hálvari stong, savnast vit sum fólk og sum tjóð, ymisk og tó.

Okkara persónligu krossar mugu vit tó sjálvi svara fyri. Jesus bar tann tyngsta krossin, sum minnir okkum á, at hóast vit skulu taka okkara egna kross upp, so skulu vit ikki bera hann einsamøll. Hvørki í lívi ella deyða.

Øll hava sín kross at bera, men tess skjótari vit góðtaka, at lívið ikki kann kontrollerast og at tað eru umstøður, sum vit onga ávirkan hava á – tað, sum Jesus kallar at avnokta seg sjálvan – tess lættari verður tað gleðast um lívsins mongu smáu signingar – mitt í tí heila.

Víðari minnir Jesus lærusveinarnar á álvaran við lívinum. At tað krevur nakað og at vit altíð eru til við lívinum sum innsats. Hvat nyttar tað renna undan ella at royna at bjarga tí – balla tað inn í vatt ella rima tað inni aftanfyri læstar og tryggar dyr? Tí tann, sum vil bjarga lívinum skal missa tað – og hvat er tá alt vert? Hvat er tað vert at eiga alt, um man má bøta afturfyri við sál síni – um man í prosessini ofrar frælsi at liva frítt, ofrar kærleikan, vónina og trúnna á, at tilveran í roynd og veru eisini er full av signingum og gávum – sjálvt tá krossurin kann vera tungur at bera?
---
Tað er ein søga í Nýggja Testamenti um nøkur vinfólk, sum koma við einum deyvum vinmanni til Jesusar. Jesus sigur við hann: Effata. Effata merkir: Opna teg – og kann tað tulkast sum eini guddómlig boð til øll menniskju. Í dag tykist tað, sum Jesus sigur tað sama: Effata – opna teg menniskja. Opna teg fyri gudi, fyri lívinum, fyri medmenniskjanum, fyri tær sjálvari. Gloym ikki at liva – hóast lívið kostar lívið og krossurin er tungur at bera.
Tí lívið havi vit fingið (at liva) – sum eina gávu og eina uppgávu – saman við okkara medmenniskjum. Guð hevur av fyrstan tíð skapað okkum til felagsskap við ábyrgd fyri hvør øðrum. Skilagott er at fara varliga fram, tá man tosar um, hvat Gud vil og ikki, men hyggja vit eftir, hvussu Jesus livir sítt lív, og taka tað til okkara, so síggja vit, at hann ferð eftir ferð tekur menniskju út úr teirra einsemi, inni í felagsskapin, inn til lívið. Tí tað er har, tað eigur at vera.

Og so er tað heldur ikki so ringt at fylgja Jesu boðum tá hann sigur: Fylg mær. Fylg mær - har hatur valdar og boða kærleika. Fylg mær – har órættur goymir seg aftanfyri vøkur orð, og tala at! Fylg mær – har líkasæla spakuliga tekur lívsgleði og meining frá medmenniskjanum, og sig: vaknað! Fylg mær – har mismunur verður framdur, har menniskju eru fyri vanbýti, og rødd teirra ikki hoyrd og verð teirra rødd! Fylg mær - har óndskapur ræður og boða fyrigeving, møguleikar og framtíð!

Fylg mær – opna teg fyri lívinum, tak tað á teg, tak upp tín kross og liv. Liv, hóast lívið ikki altíð gongur upp. Tí tað ger tað ikki. Tað eru krossarnir vitni um. Men tað er tað vert allíkavæl og tað er (tíbetur) eingin sum hevur sagt, at vit skulu finna út av tí heila, ella hava stýr á øllum. Men í øllum mugu vit nokk ásanna at Kierkegaard hevði rætt tá hann segði: at váða er at missa fótafestið eitt lítið bil, ikki at váða er at missa seg sjálvan. Lívið er viðhvørt ein hurlivasi - men tað er eisini vakurt. Tað er óskiljandi – men tað er eisini spennandi. Tað kann viðhvørt kennast meiningsleyst – men tað er eisini fult av meining.

Gudfrøðin hevur tað til felags við søgu og samtíð, at hon altíð hoyrir til í einum samanhangi. Harvið er ikki sagt, at Gud broytist, sum vindurin blæsur, men at talan um Gud altíð verður myndað av tí samanhangi hon er partur av. Orðini vit nýta avdúka hvørji vit eru og orðini vit nýta um Gud avdúka hvønn vit halda Gud vera. Jákup ápostul staðfestir, at hjá tí æviga Gudi er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi, men Gud hevur tó tikið tíðina á seg í Jesusi, og hevur fingið sær pláss í tíð og rúmi og hevur latið seg ávirka. Tað æviga við Gudi er eisini, at hann er tíðarliga relevantur. Tí kann trúgvin eisini hoyra heima í tíðini og vera veruleikanær, og taka Gud við út har hon ikki grynnur. Har lívið er pínufult. Har man ikki orkar at koma við gleði ella rúma tankanum um, at lívið kostar lívið. Tí Gud er eisini har, tá lívið skramblar saman.

Tá gevur boðskapurin um trúgv, vón og kærleika, boðskapurin um varðveitslu, um fyrigeving og miskunn veruliga meining. Tá hann kemur tí livaða lívinum við, sum ikki altíð gongur upp.
---
Vit siga, at vit eru eitt Kristi land og at krossmerkið er prógv um tað. Men tað er eingin sjálvfylgja í hesi útsøgn. Kanska áttu vit heldur at spurt: hvussu er vit eitt Kristi land? Krossurin minnir okkum á okkara arv, á ta grund og á tey virðir, sum í øldir hava myndað okkum sum samfelag. Men hann pliktar okkum (somuleiðis), sum einstaklingar og sum samfelag at arbeiða fyri, at tað er liviligt og gott fyri øll menniskju at búgva her í Føroyum. Eitt Kristi land eru vit, ikki tí vit altíð hava verið tað, men tá vit lata Jesu boð um næstakærleika og virðing fyri tí einstaka mynda okkum í nútíðini. Tað er altíð tann einstaki, sum hevur sín kross at bera og sum roynir at fáa tilveruna at hanga saman. Eitt Kristi land eru vit, ikki tí at vit rópa hart um tað, men tá vit við Jesusi sum fyrimynd innrætta okkum soleiðis, at eingin dettur niður ímillum, men verður loftaður – tí tað er soleiðis vit vilja vera og tað er soleiðis vit vilja kennast sum tjóð. Eitt Kristi land eru vit – ikki tá alt fellur í hakk og myndin sær fullkomin út, men tá vit við Jesusi sum vegvísara innrætta okkum soleiðis, at rúm kann vera fyri mistøkum – serliga hjá okkara ungdómi, sum ofta rindar ein alt ov høgan prís fyri at royna at eydnast og passa inn. Hvør veit, um ikki mistøkini verða tey størstu meistaraverkini, sum Teitur syngur. Rúm má vera fyri frávikum, rúm má vera fyri ymisleika, fyri litum og tónum, tí soleiðis kann tann felagsskapur, sum savnast undir Merkinum, vera rúmandi og fyrigevandi, miskunnsamur og fevnandi. So kunnu vit kanska við unga yrkjaranum Daniu O. Tausen ynskja lívinum tað gott og siga: Skál fyri okkum, sum enn hvønn dag royna – okkara besta – okkara síðsta. Sum liva í løtuni, sjálvt um myrkrið gløir... Sum leita eftir meining í degnum – sjálvt um náttin altíð krevur helvtina.

...og vónandi, hóast alt, taka undir við sálmaskaldinum tá hann sigur:

Gott, at lívið
kostar lívið!
Gott at syngja dagsins prís.
Tað er gleði,
alt í degi,
løtan nú í paradís!
Tráðandi fer rótin inn
í ævina.

Góða Ólavsøku!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.