Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2020
Ólavsøkan 2020 er veruleiki! Í dag eru vit savnaði til ólavsøkuguðstænastu heima í stovuni, og í kirkjuni, og hóast frástøðu, eru vit saman í huga og anda, nú vit á ein øðrvísi hátt halda tjóðarhátíð okkara, hvørs uppruni er eitt minningarhald og vøka fyri Ólavi Halga, hildin á deyðadegi hansara hin 29.juli. Ólavur var skírdur halgimenni, og avgjørt var at halda vøku og messu á deyðadegi hansara, siðurin livir enn hjá okkum, sum halda dagin við guðstænastu og skrúðgongu, sum hann hevur verið hildin síðan 1031, til minnis um hann, sum hevði sett sær fyri at savna og kristna Noregs ríki. Tí er ólavsøkan ein kristin minnis- og hátíðardagur, og tjóðarhátíð okkara.
Kristni boðskapurin er grundarlagið, tó ikki eins frammarlaga og áður hjá okkum, nú sekulariseringin hevur tikið seg fram her á landi, men hann býr undir í øllum verki okkara, um enn minni sjónligur. Kanska átti tað at fingið ávaringarlampur okkara at blunka, hóast aldargamli siðurin at fara í kirkju á ólavsøku livir enn, vit halda okkum til upprunanum. Men, sum vit eisini vita, so kunnu gamlir siðir liva leingi eftir at trúgvin er deyð.
Tað er gott at verða mint um upprunan, at vit, sum eru sett at tæna, prestar og fólkavald, saman seta okkum í kirkjuna at biðja og lovsyngja Guði, faðiri okkara, og takka honum fyri kærleika og frelsu. Fyri at halda lív í bæði trúgv og siði, mugu vit aftur til upprunan, byrjanina, og minna hvør annan á, hví vit eru her, hvør uppgávan er, og hvørjum vit tæna og hvussu.
Sagt er um prædikutekstin, at hann er lættur at skilja. Myndin av lítla frænum, sum verður lagt í jørðina at vaksa, er myndin av stóru gávuni Guð gav okkum við soninum Jesusi, sum doyði fyri at vit skulu liva. Hon er eisini ein mynd av kristna boðskapinum, sum eins og lítla fræið, hevur tørv á at verða lagt í menniskju fyri at vaksa og nørast. Og sum við øllum, krevur tað arbeiði at fáa sum mest burturúr. Vit væta og taða, og vit lúka, so vøksturin fær bestu kor. Tó, tað veksur meðan vit sova. At Guð skapar og gevur gróðrarlíkindi, er ikki at gloyma.
Nógv er sum veksur, bæði til prýðis og matna. Vit menniskju verða fødd so evarska lítil, síðan vaksa vit í vavi, huga og evnum til at verða góðir næstar, og góðir samfelagsborgarar, sum virka so at land og fólk fær ágóðan av teimum evnum, vit hava fingið frá Guði, og harvið mennast víðari við teimum møguleikum, vit sum samfelag geva. Samstarv og samanhald tryggja tryggar og góðar karmar so okkum, er lív lagað. Hetta er tað øll ynskja, og sum fær okkum errin at spenna bringuna fram úr okkum og bretta okkum á, tá talan er um alt tað góða vit eiga og kunnu her á landi. Alt er okkum givið við Guðs kærleika, tað sum vit síggja sum ein undirtóni, er sjálvt grundarlagið. Uppgávan er at breiða út gleðiboðskapin um Jesus, at sáa hitt góða sáði og harvið fylgja honum eftir í lívi og deyða.
Í Sálmi 33 lósu vit, at Guð hyggur niður úr himli og skoðar mannabørnini. Skoða vit niður yvir land og hav, síggja vit eisini, hvussu langt burtur vit eru frá øðrum, og hvussu stórt havið er. Tað kann tykjast ørandi at síggja, men seta vit okkum í eitt flogfar og flúgva út í heim, síggja vit eisini, hvussu avbera skjótt vit kunnu flyta okkum allastaðni, og onnur til okkara. Vit eru ikki longur avbyrgd, men ein partur av stóra og fjølbroytta lívinum, sum eisini er okkara, tað gevur bæði møguleikar og avbjóðingar.
Leggja vit land og fólk undir sjóneykuna, fáa vit eyga á stóra fjølbroytni, sum eisini eyðkennir okkum. Fyrr var vanligt at vit høvdu hús í alskyns (í dag óhugsandi) litum, sum avspeglaðu eina gleði og eitt fjølbroytni, sum næstan ikki sæst í dag. Sama var við klæðunum vit gingu í, mangan heimaseymað og bundin pløgg við flottum mynstrum í alskyns litum. Í dag líkjast vit mest hvør øðrum, vit vilja á ein hátt verða sum hini, og tó ikki, tí vit vilja eisini verða unik. Eins og tó, hetta er ein mótsøgn, serliga um vit siga tað øvugt: Ymisk og tó. Kann verða at vit fyrr vóru traditionell og ikki vitandi um alt sum gekk fyri seg úti í heimi á sama hátt sum í dag, nú tøknin loyvir okkum at flyta okkum um øll mørk, eisini tey, vit ikki eiga at flyta okkum útum ella innum. Men vit tordu at verða tey vit eru við øllum teimum litum, sum lita okkara lív, tordu at verða ymisk og tó, heldur enn eins og tó, hugsi at tað er avbjóðingin í dag.
Sjóneykan vísir okkum tað góða, at her búgva øll Guðs børn, sum eru umfatað av hansara frelsuverkið, øll hansara børn, um vit vilja tað ella ikki, hon vísir alt, sum Guð hevur skapað. Krympa vit eyguni saman, síggja vit felagsskapin vit eru í, og kanska er tað hann, sum fær okkum at verða errin á Ólavsøku, tá vit syngja saman sum eitt fólk, ymisk og tó, ella fara uppá gólv at kvøða mergjaðar vísur um fittar menn og raskar kvinnur.
Tað er av sonnum gott at hava sterkar felagsskapir, bæði tí at styrkin í einum felagsskapi er, at vit eru saman, og tí at tey, sum eru minni sterk, kunnu mennast av megini hjá hinum í felagsskapinum. Ein sterkur felagsskapur megnar at bera teir veikleikar, sum øll menniskju hava, men saman eru vit sterk. At verða ein góður kristin felagsskapur, er at lyfta í felag, at virða og góðtaka ymiskleikan og at duga at brúka fjølbroytni. Vit eru skapt ymiskt, tí hava vit brúk fyri hvør øðrum.
Allur vøkstur hevur rætt til at verða til, sum vit syngja í sanginum: Tey standa og vagga og tráa, á akrinum... og deila hin bjartoygda dáa, sum upp millum teirra vaks, og sum øksini meintu gjørdi teimum fortreð. Men dáin dugdi at svara, “eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit.” Tann vøkstur sum Guð hevur skapað, eigur rættin at verða til. Og har sum hann er, skulu eisini vit vera.
Í Brúðarvísuni kvøða vit: Úr páradískelduni rann ein á, hon fleyt út um allan heimin, har stóðu Guðs einglar og stroyddu út sáð, sum breiddist um allan streymin. Har vuksu bæði rósur og liljur uppav, men ein sáddi klintu, meðan fólki svav, og droymdi hin falska dreymin.
Bara at trúgva á egna megi og evni, er at droyma falskar dreymar. At hoppa aftaná øllum, sum tykist spennandi og modernað, og kanska gevur mest til ein sjálvan, er ongantíð gott, tí tað gagnar ikki felagsskapinum at vit eru í sjálvdrátti. Okkara skapan til egnan fyrimun, okkara mangan oyðandi orð og gerðir, brýtur felagsskapin. Tí tá vit ikki bera í felag, men bara fyri okkum sjálvum, steðga vit streyminum, sum Guð vil skal flóta til øll. Tað, sum kemur frá Guði er gott, tað, sum kemur frá okkum, er minni gott. Guð hevur skapað hjarta í okkum, hevur givið okkum lív og megi at liva, úr páradískelduni letur hann náði og miskunn flóta til okkara. Av kærleika lat hann okkum sonin Jesus til frelsu og signingar, uttan mun til, hvussu vit síggja út í speglinum ella undir sjóneykuni. Hann setti okkum í felagsskapin av trúgvandi sálum, har vit eru sprottin og kunnu vaksa við hansara æviga kærleika og hjálp. Hann hevur givið okkum orðið, sum var við frá fyrsta degi, sum vit lesa í prologinum hjá Jóhannusi, sum ekkóar í okkum: “Í fyrstuni var orðið....” hetta var givið okkum at verða saman um.
Orð duga nakað serligt. Orð og setningar kunnu skapa góð og gevandi sambond, og kunnu byggja upp felagsskapin. Tey kunnu eisini geva okkum nýggj perspektiv og betur útsýni við at lata upp eygu okkara fyri tí, vit ikki sjálvi megna at síggja, og soleiðis hjálpa okkum betur at skilja. Danski presturin og heimspekingurin Knud Ejler Løgstrup hevur m.a. sagt, at tað at verða menniskja er at vit trúgva orðunum hjá hvør øðrum, og grundleggjandi hava álit á hinum partinum. Og um álitið verður misbrúkt, førir tað til misálit, til frástøðu og skilna okkara millum. At liva og virka saman, er at verða medmenniskja, sum - sum Løgstrup sigur - merkir at vit halda lívinum hjá medmenniskjanum í okkara hond. Tað kann verða í tí lítla, sum ein farri av onkrum, okkurt sum verður vakt og eggja, sum hann tekur til. Men tað kann eisini verða nakað, sum so fær avgerandi týðning í lívinum hjá hinum, at tað verður upp til okkara, um lívið hjá hinum eydnast ella ikki. Og tað er álvarsamt, at vit við orðum og gerðum, kunnu geva ella taka, stimbra ella oyða.
Vit eru so heppin at hava okkara egna mál, føroyskt, og vit eiga vit eina rúgvu av orðum, í talu, í bókum, í miðlum, í sangum. Vit eiga eitt livandi mál við livandi orðum, sum eru til tí vit brúka tey. Uttan orð, einki samskifti. Orðini vaksa eins og fræið, tey verða sáað og kunnu vaksa seg stór og góð, men eisini stór og oyðandi, sum áður nevnt, hesum eiga vit at geva gætur, tá vit glaðbeint vilja sáa okkara egna, ikki altíð góða sáð. Orðini verða skotin út í rúmið, vit koma innum mark hjá hvør øðrum, og ikki fáa vit altíð vart okkum fyri tí, sum verður skrivað og lika á netinum. Kann verða vit í sinnisrørslu hava mist okkum sjálvi eina løtu, og tí ikki hugsa um avleiðingarnar. Tungan ella knappaborðið er hvast svør.
Tað er vísdómur í orðunum vit hava hoyrt í kirkjuni í dag, tað eru orð frá Jesusi, av frelsarans munni, sum røra hjarta og oyra, sum vit um eina løtu syngja saman. Hetta er Guðs andi, sum skal liva í hjørtunum, hann hevur skapað, og geva okkum megi at halda á við at lata góða sáði, kærleikan og góðu orðini eiga valdi okkara millum, verðsligt og andaligt. Tað er ikki sømiligt og í lagi, at nýta ljót og niðrandi orð um, og móti, okkara næsta, heldur ikki tá tey vit eru ósamd, tað verði seg átrúnaðarligt ella verðligt. Virðing og kærleiki, saman við góðum og lívgandi orðum, skal geva okkum megina og dirvi til at liva og virka saman, sum vit hava gjørt í øldir. Andaliga og verðsliga valdi saman í kirkju, er besta ólavsøkubland vit eiga, men tað er eingin sjálvfylgja, og tað er at fegnast um -og takka fyri- at tað enn er okkara veruleiki. Tað er bara saman og í trúgv, vón og kærleika, at vit til fulnar kunnu tæna Guði og menniskjum. Og tað er styrkin í samfelagnum har tað er væl sáað og væl røkt, sum vit fegin vilja hava.
Vit, fólksins tænarar, eiga at virka fyri, at okkara fólk hevur tað gott frá vøggu í grøv. Og tað er gott at verða mint á, at okkum er litið upp í hendi at væta og taða, at byggja á herðunum á teimum, sum undan fóru, teimum, sum vístu okkum vegin, sum løgdu dýrgripin eftir seg, tí tey leiddu okkum í kirkju og í samkomuhús at hoyra trúarinnar upphavsmann, so eisini tey, sum koma aftaná okkum, læra hann at kenna, og liva væl og leingi í landinum vit elska og kalla okkara.
Teimum, sum nógv er givið, verður eisini nógv kravt. Tað er okkara ábyrgd at halda fast í upprunanum, at kristindómurin ikki bara er ein undirtóni, og verður gloymdur í strembanini eftir pengum, og m.a. gloyma at halda hvíludagin heilagan. Okkara ábyrgd, sum kallað og vald, er at verða trúgv yvir tí, sum okkum er givið frá skaparans hond í orði og gerð. Vit eiga at ganga undan og halda fast í tí góða, og vilja sáa gott sáð heldur enn klintu. At vilja tæna næsta okkara, og ikki okkum sjálvum og gera alt fyri mammon. Vit liva ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, sum Guð hevur givið okkum. Við at taka við tí og lata Guð leiða okkum, fær góða sái bestu gróðrarlíkindi, landi og fólki at gagni. Góða ólavsøku!