Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2019

Sálmar: 546 - 230 – 242 // 323 – 585

TRÚGVIN ER KROSSURIN

Náði veri við okkum, og friður frá Guði, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!

Hetta heilaga evangeliið Ólavsøkudag skrivar
Mt. ev. 16. kap. ø. 24 til 27.
og tað ljóðar so í Jesu navni.

v24 Tá segði Jesus við lærusveinar sínar:
«Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg
og taki upp kross sín og fylgi mær!

v25 Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað;
men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað.

v26 Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin,
men má bøta afturfyri við sál síni?
Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína?

v27 Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum,
og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara!

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri heilaga orð títt til okkara i dag.
Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.

So sessast vit við vón og í trúgv.
Vit savnast hendan ólavsøkumorgun,
hetta eru fagrir dagar í landi okkara.
Sita saman, fólkið, sum her livir.
Vit ynskja hvør øðrum vælkomnum
og góða ólavsøku.
Vælkomin sál - inn í lívsins fjálga hita.

Vit hava so mong orð, ið lýsa tjóðarhátíð okkara:
ólavsøkuferð, ólavsøkuting, ólavsøkustákan,
ólavsøkukór, ólavsøkudansur, ólavsøgufríggj.

Lívsins kossur - lívsins undur,
at vit liva her á hesum oyggjum í Atlantshavi.

At lívið kann lívgast,
at vit kunnu standa saman,
tá ið tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti – bera hvør annan.
Ganga fram á lívsins vegi, leita og finna,
Tosa um lívið og samfelagið,
geva frið eina løtu í huga, sál og sinni,
geva frið til grannan,
kenna frið í hjartanum.

Skulu vit tosa um ólavsøkufrið?
Um ólavsøkuevangeliið?

«Vil nakar ganga aftan á meg,
tá avnokti hann sjálvan seg
og taki upp kross sín og fylgi mær!

Vil nakar? So verður spurt. Vilja vit?
Hvussu er við vilja okkara?
Skulu vit hava okkara vilja?

Merkir ”at avnokta seg sjálvan”,
eisini, at vit leggja frá okkum - okkara egna vilja?
Skulu vit verða viljaleys?
Ja, tað er ein góður spurningur.

Teksturin ólavsøkudag hevur sanniliga havt stóra ávirkan á søguna:

Vit kunnu heilt stutt nevna klosturrørslurnar.
Ein, sum vildi ”avnokta seg sjálvan” skuldi liva avbyrgt frá heiminum,
liva í cølibat, savna seg um bøn og arbeiði.
Johannes Doyparin livdi einsamallur í oyðimørkini, tað gjørdi Jesus ikki.
Jesus avbyrgdi seg ikki.
Luther var munkur fyrru helvt av lívi sínum, men fór úr kleystrinum,
giftist og fekk konu og børn.

So - at avnokta seg sjálvan, hvat merkir tað?

Og sum tað næsta, so kunnu vit nevna Krossferðirnar,
ið byrjaðu nakað eftir deyða Ólavs hin Heilaga.
Orðini um ”at taka upp krossin”  vórðu nýtt sum grundgeving fyri,
at ein skuldi fara á krossferð

Og so kunnu vit fara til nútíðina
”at avnokta seg sjálvan”
Hvat merkir tað - kunnu vit fáa nøkur boð?
Okkurt er komið inn á fartefonina.
Okkurt boð.
Har stendur fyrsta boðið, at vit skulu leggja fartelefonina frá okkum.
Nei, tað boðið?
Vit taka ikki av.

Á ein hátt mega vit siga, at skriftorðið
um 'at avnokta seg sjálvan og taka upp krossin'
er genialt, tí tað er - altíð hoyrt og tulkað inn í ymsu tíðirnar.
Hevur havt stóra ávirkan á evropeiska mentan

Men - 
Orðini, sum vit lesa standa í Mattæusar evangelium
og tað er natúrligt at royna at skilja orðini út frá tí,
sum Mattæus sjálvur sigur.

Og hyggja vit eftir, so stendur teksturin í samband við eina hending, 
eina avgerandi hending, sum fer fram við  Kesarea Filippi,
tað er har, sum Golanheyggirnir eru í dag.

Og brotið vit tosa um eitur Kristusjáttan Pæturs.

Og gongdin er henda:
Jesus spyr lærusveinarnar: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?»
Teir svara, at summir siga Jóhannes doyparin; summir:
Elia og summir: Jeremia »
Tað er ymiskt, hvat fólk meina um Jesus.

Jesus spyr so lærusveinarnar: ”Hvønn siga tit meg vera?”

Og so svarar Pætur:
«Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.»
Hetta er Kristusjáttan Pæturs.

Pætur setir fyri fyrstu ferð orð á lærusveinanna trúgv.
Ein nýggj trúgv – byrjanin til okkara kristnu trúgv.

Og tá Pætur hevur sagt sína Kristusjáttan, so sigur Jesus við Pætur:
«Sælur ert tú, tí faðir mín Guð hevur opinberað tær tað.

Og alt er sera gott.
Lærusveinarnir, teir gleðast um Jesus, teir trúgva.
Teir siga nýorðaðu trúarjáttanina, og tað er ein opinbering,
og teir eru sælir og fegnir, har er vón. Teir eru tryggir.

Men so við eitt, so broytist støðan.

Tað, sum var so gott, verður minni gott,
tí Jesus boðar frá, eisini fyri fyrstu ferð, at hann skal líða,
verða sligin í hel  og á triðja degi rísa upp aftur.

Og lærusveinarnir hvøkka við - eru skelkaðir og ørkymlaðir.
Og Pætur tekur Jesus til viks, og sigur við hann:
«Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!».
Og Jesus svarar kendu orðini:
Vík aftur um meg, Sátan!
Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum,
men eftir mannasøkum.»

Og so sigur Jesus við lærusveinarnar:
«Vil nakar ganga aftan á meg,
tá avnokti hann sjálvan seg
og taki upp kross sín og fylgi mær!

Í samanhanginum,
so er krossurin,
sum Jesus tosar um, og sum lærusveinarnir skulu taka upp,
trúgvin,
sum fyri fyrstu ferð verður orðað í Kristusjáttan Pæturs:
Trúarsetningurin og opinbering Guðs:
«Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.»

Men tá Jesus so boðar frá, at hann skal líða og doyggja og rísa upp,
so - á ein hátt - stríðir tað ímóti Pætursa trúgv -
sonur hins livandi Guðs – skal hann doyggja? Kann hann doyggja?
Og Pætur -  ja, hann er ikki fegin, hann skilur ikki, og hann óttast.
Hví skal Kristus, sonur hins livandi Guðs, líða og doyggja?
Hevur hann ikki valdið í heiminum?

Men Jesus leggur staðiliga dent á, at teir mega trúgva honum,
tá hann tosar um líðing og deyða.
Tí líðingin, krossurin, er miðdepulin í tí trúgv, sum Jesus skal fremja.

Og tað skilja lærusveinarnir ikki.
Tí sigur Jesus sterku og avgjørdu orðini:
«Vil nakar ganga aftan á meg,
tá avnokti hann sjálvan seg
og taki upp kross sín og fylgi mær!

At taka upp krossin - merkir at trúgva á krossin.
At seta krossin sum ein depil í trúgv okkara - í trúarjáttan okkara

Og so hava vit  í dag sungið so fagurt trúarjáttanina.
Har er alt komið við.
Alt er komið við í Ápostólsku trúarjáttan okkara:
Fyrsta trúargrein, og triðja trúargrein,
og onnur trúargrein í miðjuni:
"Vit trúgva á Jesus Krist -  krossfestur" – krossurin í miðdeplinum.
Pæturs Kristusjáttan var byrjanin,
byrjanin til okkara IMMANUEL trúgv.
Og IMMANUEL merkir:”Gud millum okkum”,
#Gudmillumokkumtrúgvin# er soleiðis,
at vit, ikki við egnum mátti, lyfta okkum upp til Gud,
sum jødiska trúgvin lærdi.
Nei, vit skulu avnokta egnan mátt,
tí Guð kemur til okkum í lívi okkara.

Pæturs Kristusjáttan var byrjanin til kristnu trúnna,
sum enn verður boðað her hjá okkum.
Eisini nú á ólavsøku.

Og krossmerkið er vundið á stong, krossmerkið,
sum veittrar yvir okkum og fagnar okkum,
tí lívsins gávur verða okkum givnar við Jesusi Kristi,
sum gav lív sítt fyri okkum.

Vit skulu ikki bjarga lívi okkara,
tí vit skulu - sum Jesus Kristus - geva lív okkara.

Og tá vit so hittast hátíðarløtur, sum á ólavsøku,
kenna vit mikla gleði í hjørtum várum, tí vit geva gleði.

Vit skemta og flenna og tosa við hvørt sera álvarsliga um,
hvussu vit hava tað innast inni í sál okkara.

Tveir plankar er krossurin.
Annar stendur á jørðini og røkkur til himmals.
Hann er Guds kærleiki.
Hin er tvørtræið, borið uppi av Guđs kærleika
Tvørtræið eru armar okkara.
Armar okkara, sum fevna lívið.
Armar okkara, tá vit fevna hvør annan.
Armar okkara, ið fevna sorgarbundin, tey hjálparleysu, tey sjúku,
sum fevna børnini og tey gomlu.
Armar okkara, sum røkka inn til tey menniskju,
ið endurtaka Jesu orð á krossinum:
Guð mín Guð mín, hví fórt tú frá mær, tí tey kenna seg uttan kærleika.
Armar okkara skulu eisini røkka teimum.

Og tá okkara armar ikki orka meir, ber krossar kærleikin okkum.
Ein fagur ljósan dag -  har vit savnast aftur.

Tak viđ hinum heilaga krossmerki.

AMEN
Lat okkum biðja:

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum,
faðir, syni og heilagum anda, sum altið hevur verið,
er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð,
hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!
Himmalski faðir
Vit takka tær fyri land og fólk.
Vit takka tær fyri yvirvøld.
Vit takka fyri, at vit kunnu koma saman um títt orð
Vit takka tær fyri, at vit saman kunnu liva í tryggleika.
Vit takka tær fyri, at vit kunnu sýna umsorgan fyri hvør øðrum.
Gev tú okkum náði til at varðveita kærleikan til tað lív,
sum tú hevur sett okkum til at liva í landi okkara.
Hjálp tú okkum altíð at minnast til at sýna umsorgan fyri næsta okkara.
Vælsigna og varðveit øll, sum eru sett til at stýra og ráða.
Vælsigna og varðveit tú løgman og alt hús hansara.
Vælsigna og varðveit drotning okkara og alt hús hennara.
Takk og lov og prís veri tær fyri son tín Jesus Krist,
sum tú sendi í heimin okkum til frelsu.

AMEN

Latum okkum við apostlinum ynskja hvør øðrum:

Harrans Jesu Kristi náði og kærleiki Guðs
og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!