Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2016
DERHARD JÓGVANSSON, ÓLAVSØKUDAG 2016
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur og tað ljóðar so í Jesu navni (Jóh 12,24-26):
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.
Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu! Amen.
Góða ólavsøku!
Í dag er tjóðdagur føroyinga, og ferðast vit frá húsi og heimi fyri at hitta vinir og kenningar. Á ólavsøku lata føroyingar seg í tjóðbúna og fara út á hásumri at hitta landsfólk. Vit tosa, vit flenna, vit minnast, og vit gleðast. Tað er felagsskapurin, sum savnar okkum. Felagsskapurin við okkara medmenniskju. Vit ofra okkara tíð, ogn og orku fyri henda felagsskap við vinir, kenningar og landsfólk.
Men er tað vert hetta ofrið? Er tað vert at seta okkara tíð av árliga at fara á ólavsøku? Er tað vert at brúka okkara pening til hesar dagar? Er tað vert at brúka okkara orku til tjóðhátíðina? Tíðin, ognin og orkan kann jú verða nýtt øðrvísi. Eg kann brúka mína tíð til mín sjálvs heldur enn at luta hana við onnur. Eg kann goyma mína ogn heldur enn at geva hana. Eg kann spara mína orku heldur enn at nýta hana.
Í dag eru vit savnað sum tjóð og sum kirkja.
Fyri 1000 árum síðani hevði Ólavur Halgi eina ætlan. Eftir nøkur ár burturi vendi hann heim aftur til Norra og vildi hann millum annað savnað tjóðina undir eina trúgv. Henda ætlan Ólavs kostaði honum tíð, ogn og orku. Og at enda kostaði hon kongi lívið, tá ið hann fall í slagnum á Stiklastøðum 29. juli í 1030.
Fyri 2000 árum síðani skrivaði Jóhannes evangelistur gleðiboðskapin til dagin í dag. Jóhannes ofraði tíð, ogn og orku vegna sín felagsskap við Jesus Krist, sum hevði sýnt honum størri kærleika enn nakar annar. Jóhannes livdi fyri henda felagsskap og bar tær pínslur, sum hesin felagsskapur kravdi. Hann varð settur í fangahús, meðan flestu av hansara feløgum vórðu dripnir.
Í dag liva menniskju enn í felagi við Jesus. Tey ofra tíð, ogn og orku fyri kristna felagsskapin, og kenna eisini kostnaðin av honum. Í fjør vórðu 4000 teirra dripin. 2500 kirkjur teirra brendar. Og 9000 teirra likamliga og sálarliga harðliga løstað. Hetta vísa tølini hjá felagsskapinum Opnar Dyr.
Felagsskapur krevur offur, og vit kunnu spyrja, um hann er ofrið vert? Var tað vert hjá Ólavi Halga, Jóhannesi evangelisti og pínslaváttunum at ofra fyri kristna felagsskapin?
Um vit skuldu lýst felagsskap og hansara týdning meira alment, og spurdu ein 20 ára gamlan: “Hvat ynskir tú í lívinum?” kann hugsast, at hesin svaraði: “At verða dámdur, gerast ríkur og kendur!”
Um vit so spurdu ein 80 ára gamlan: “Hvat hevði tú ynskt øðrvísi í lívinum?” kann hugsast, at hesin svaraði: “At brúkt meira tíð, ogn og orku til míni kæru!”
Lærdi háskúlin í Harvard hevur í nøkur ár kannað, hvat ið skapar gleði og góða heilsu í lívinum.
Í 1938 vórðu 724 ungir menn úr øllum samfelagsløgum bidnir um at luttaka í hesi kanning. Árliga vórðu teir spurdir um arbeiði, frítíð og heilsu, og vórðu teir kannaðir likamliga og sálarliga. Í meiri enn 75 ár hava hesir menn luttikið í kanningini, og eru nú umleið 60 teirra enn á lívi.
Kanningin vísir, at tað ikki er at vera dámdur, ríkur og kendur, sum skapar gleði og góða heilsu í lívinum, men góður felagsskapur við onnur menniskju. Persónar í góðum felagsskapum eru glaðari og hava betri heilsu likamliga og sálarliga enn persónar í einsemi. Tað avgerandi er ikki nøgdin av fólki í felagsskapinum, men dygdin í sjálvum felagsskapinum, um hann er kærligur, sunnur og góður. Av hesum 724 kannaðu monnunum vóru tað teir, ið um 50 ár aldur vóru glaðastir fyri teirra felagsskap við medmenniskju, sum vóru best fyri likamliga og sálarliga, tá ið teir høvdu nátt 80 ára aldur.
Men tað er ikki so einfalt at vera í einum kærligum, sunnum og góðum felagsskapi við eitt medmenniskja. Tað krevur tíð, ogn og orku. Tað krevur okkara dagligu íløgu í felagsskapin. Tað krevur okkara tilvitaðu nýtslu av tilfeingi. Tað kann mangan vera trupult, ørkymlandi og órudduligt. Til tíðir hevur ein besta hugnin at geva upp, men kortini vilja vit fegin ofra okkara lív til frama fyri felagsskapin við menniskju, vit elska. Tað tykist fyri okkum at vera ofrið vert.
Eg gevi av míni egnu tíð til frama fyri hin. Eg brúki mína egnu orku til frama fyri hin. Eg leggi mítt egna lív til viks til frama fyri hin.
Frá Sálomon kongi hava vit orðtakið: “Ódrúgt er skjótfingið ríkidømi, men tann, sum savnar smátt og smátt, verður ríkur.”
Tá ið tað ræður um ein kærligan, sunnan og góðan felagsskap millum mann og konu, vísir tað seg sjáldan at vera úrslit av skjótum og einføldum loysnum. Mangan er tað hinvegin úrslit av áralangum arbeiði, har báðir partar tilvitað geva sína tíð, ogn og orku til frama fyri felagsskapin. Báðir partar ofra so at siga sítt egna lív vegna kærleikan til hin.
Tað er trupult at halda saman sum familja, og í dag renna vit sum fyri lívinum.
Ein gerandisdagur fyri fleiri føroyingar sær soleiðis út: Upp tíðliga um morgunin. Rigga til. Eta morgunmat og smyrja matpakkar. Koyra børnini í vøggustovu, barnagarð og í skúla. Fara til arbeiðis. Keypa inn og heinta børnini. Gera nátturða og eta. Hoyra tíðindini og hjálpa við heimaarbeiðinum hjá børnunum. Leggja at sova og fara til songar. Og so vakna upp aftur til stórt sæð sama dag.
Vit brúka okkara tíð, ogn og orku til alt hetta, samstundis sum ymisku tólini um okkum vilja hava okkara uppmerksemi. Sangurin í útvarpinum. Sendingin í sjónvarpinum. Samtalan í telefonini. Boðini á fartelefonini. Tað nýggjasta á teldlinum. Telduposturin á telduni. Og nú: Pokémon.
Vit kunnu vera upptikin við ymiskum saman, og vit hava fleiri og fleiri tól, sum ger samskiftið okkara millum lættari, men førir hetta okkum menniskju nærri hvørjum øðrum? Byggir okkara gerandisdagur felagsskapin við okkara kæru upp? Ella førir hetta í veruleikanum til ónøgd, einsemi og strongd?
Fyri skjótt tveimum árum síðani stóð ræðandi grein í blaðnum hjá Starvsmannafelagnum, har ljós varð varpað á strongd. Millum annað vórðu í greinini donsk tøl flutt á føroysk viðurskifti, fyri at fáa eina ábending um, hvussu sær út her á landi. Hetta er tí ikki heilt eftirfarandi, men man ikki vera heilt langt av leið: 350 føroyingar ganga heima vegna strongd hvønn dag. 5000 hava hvønn dag sjúkueyðkenni, sum vísa langtíðar strongd. 2.500 eru hvønn dag sera illa fyri av strongd. Føroyingar hava umleið 15.000 dagar í fráveru um árið vegna strongd. Føroyingar hava umleið 300 innleggingar á sjúkrahúsi vegna strongd. 30 føroyingar fara á eftirløn fyri tíð vegna strongd. 14 føroyingar doyggja árliga av strongd.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi líknandi kanning í fjør, sum ikki vísti eins døpur tøl, men kortini, at strongd ávís tíðarskeið er partur av gerandisdegnum fyri helmingin av limunum.
Hvussu eftirfarandi ymiskar kanningar eru fyri eina heildarmynd av einum samfelag, kann sjálvandi setast spurnartekin við. Men einstaklingurin kann hyggja at sínum egna lívi og spyrja: “Er mín nýtsla av tíð, ogn og orku hetta vert?”
Hin 20 ára gamli í okkum rennur kanska eftir heimsins milliónum og menniskjans tokka, meðan hin 80 ára gamli hyggur aftur á sítt lív við ynski um øðrvísi raðfesting.
Um vit gloyma felagsskapin, kann okkara tráan vísa seg í fleiri førum at føra til ónøgd, einsemi og strongd.
Men vit kunnu við at nýta myndina í evangeliinum venda spurninginum. Ístaðin fyri at spyrja: “Er hveitikornið vert at lata falla í jørðina og doyggja?”, kunnu vit spyrja: “Er ávøksturin verdur mítt hveitikorn?”
Ístaðin fyri at spyrja: “Er tíðin, ognin og orkan hetta vert?” kunnu vit spyrja: “Er medmenniskjað vert okkara tíð, ogn og orku?” Tá flyta vit eygum okkara frá okkum sjálvum yvir á medmenniskjað.
Er svarið tá ikki sera einfalt?
Vil eg brúka mína tíð til mín sjálvs heldur enn at luta hana við tey, eg elski? Vil eg goyma mína ogn heldur enn at geva hana til tey, eg eri góður við? Vil eg spara mína orku heldur enn at nýta hana til teirra, eg havi umsorgan fyri?
Er mítt medmenniskja vert mína tíð, ogn og orku? Er tað vert mítt egna lív? Um svarið til henda spurning er “Ja!”, krevur tað størri tilvitaða nýtslu av hesum tilfeingi okkara.
Rithøvundurin og ráðgevin Dave Ramsey skrivaði: “Um tú ikki sigur peninginum, hvar hann skal fara, rýmir hann!”
Kenna fleiri okkara ikki, hvussu vit við endan av einum mánaði hyggja at kontuni í bankanum, og spyrja: “Hvat brúkti eg peningin til?” Ella hvussu vit um tíðina kunnu undrast á, hvar hon fór? Ella hvussu vit viðhvørt kenna eina slíka møði, at vit hugsa: ”Hvat havi eg brúkt mína orku til?”
Vóru vit tilvitað um, hvar okkara tíð, ogn og orka fóru, vóru vit ikki so í iva um, hvat vert er at liva og at doyggja fyri.
---
Kenna tit støðuna, tá ið eitt barn errið vísir foreldrunum ein málning, sum tað hevur brúkt tíð til, og sigur: “Hygg, hvat eg havi gjørt!”?
Tað kann væl vera, at ikki so nógv skil er á málninginum, men tað vísir seg ikki at hava nakran leiklut í svarinum hjá foreldrunum, tá ið tey siga: “Hatta er so vakurt! Sum tú dugir væl!” Barnið smílir og gleðist. Fer síðani aftur at mála eina nýggja mynd. Foreldrini síggja ikki virðið í málninginum, men í barninum, sum málaði. Tey goyma málningin og gloyma hann, til hann aftur verður funnin. Við sjónina av honum, gleðast foreldrini. Ikki um málningin, men um barnið og minnið um tað, tá ið tað málaði.
Á sama hátt kunnu vit ímynda okkum skapara heimsins. Gud Faðir, sum hevur myndað himmalin, jørðina og hvørja livandi skepnu. Eins og við barninum kunnu vit ímynda okkum Gud stíga fram fyri einglum himna og herskarum alheimsins. Brosandi sigur hann errin, meðan hann heldur tær - einstaka menniskja - í hondunum: “Hygg, hvat eg havi gjørt!”
Skapningurin hevur virði vegna skaparan. Menniskjað hevur virðið vegna Gud.
Ein málningur hjá Picasso kann hava eitt virði á hálva milliard krónur. Tað er ikki løriftið, sum er so nógv vert. Ikki ramman ella málingin. Ikki málningurin í sær sjálvum hevur hetta virðið. Virðið á málninginum er fyrst og fremst vegna málaran. At tað er kendi málarin Picasso, sum hevur málað og at hansara navn stendur á.
Tú ert virðismikil, tí at Gud hevur gjørt teg. Hann hevur skapað mannaættina soleiðis, at hann kann liva í felagsskapi við okkum í allar ævir. Hetta er ein kærligur, sunnur og góður felagsskapur, sum Gud í øllum sínum valdi vil byggja upp, menna og fjálga um. Tí, sum vit hoyrdu frá altarinum: “Hann, ið øllum hevur skapað hjørtu okkara, hann gevur far um hvørja okkara gerð.”
Tú hevur virði, tí at Gud hevur skapað teg. Virðið er ikki grundað á einstaka menniskjað í sjálvum sær. Hvat tað hevur brúkt sína tíð til. Hvat tað hevur ognað sær av ríkidømi. Ella hvat tað megnar við síni orku. Virðið er longu givið í móðurlívið, áðrenn menniskjað hevur tikið sín fyrsta andadrátt, tí “áður enn Gud myndaði teg í móðurlívi, kendi hann teg.” Tú ert Guds málningur og hevur virði vegna tað, at Gud málaði teg.
Tað er vegna títt virði, at Gud ofraði sína tíð, við tað at Jesus Kristus, sum í “fyrstuni var hjá Gudi og var Gud, varð hold og tók búgv okkara millum.”
Tað er vegna títt virði, at Gud ofraði sína ogn, við tað at “hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Tað er vegna títt virði, at Gud ofraði sína orku, við tað at hann í Jesusi Kristi “avklæddi seg Guds mynd, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur.”
“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt.”
Tað kann væl vera, at vit eru sparin við nýtsluni av okkara tíð, ogn og orku. Tað kann væl vera, at vit ikki síggja virðið í at brúka henda dýrgrip okkara til onnur. At vit heldur lata vera við at lata hveitikornið falla í jørðina.
Men Gud er ikki sum vit. Hansara hveitikorn - sonurin Jesus Kristus - fall í jørðina, doyði og reis upp triðja dagin. Jesus, sum varð okkum givin vegna Guds kærleika til okkara, varð revsaður og krossfestur, hóast hann einki revsivert hevði gjørt. Hví? Fyri at gera sátt fyri allar syndir okkara. Jesus varð gjørdur til synd okkara vegna, fyri at geva okkum fyrigeving, vón og ævigt lív. Hetta er kostnaður Guds fyri okkum. Hetta er hansara offur, fyri at hann kann vera í felagsskapi við okkum, tí at “Gud vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”
---
Vegna Jesu deyða og uppreisn kunnu vit í trúnni á hann síggja við Guds eygum, soleiðis at vit sjálv gerast tað sædda menniskjað, og kunnu seta honum spurningin: “Var tað vert tað?”
Eg hugsi ikki, at Guds eygu eru vend ímóti tíðini, ognini og orkuni, men at hann lítur at tær, mær og øllum og sigur: “Sjálvandi var tað vert tað! Eg havi skapað teg og havi ofrað mítt lív fyri teg! Tú ert tað vert!”
Tá ið vit í trúnni síggja, at Gud hevur ofrað sítt lív fyri okkum, soleiðis at vit kunnu fáa ævigt lív og liva í einum kærligum, sunnum og góðum felagsskapi, so kunnu vit betur síggja okkara egna virði. Tá kann tað eisini gerast lættari hjá okkum at síggja virðið hjá okkara medmenniskjum, soleiðis at vit fegin vilja ofra okkara egna lív fyri tey. Tá fellur okkara egna tíð, ogn og orka til jarðar og doyr, soleiðis at hesin dýrgripur ber ávøkst.
“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt.”
Jesus spardi ikki sína tíð, ogn og orku, men valdi at geva alt sítt, so tað kostaði honum lívið at frelsa teg frá synd, deyða og dómi, tí tú sum menniskja ert hansara offur vert.
Vegna títt virði ofraði Jesus sítt lív, fyri at tú í felagsskapi við hann og tíni medmenniskju kanst ofra títt.
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!
Heilagi faðir! Takk fyri tín kærleika til okkara. At tú hevur skapað okkum at liva í felagsskapi við teg. At vit sum tín skapningur hava eitt virði, tú hevur ofrað son tín fyri. Hjálp okkum at síggja hetta offur títt og ofra okkara lív til felagsskapin við teg og okkara medmenniskju, soleiðis at vit brúka okkara tíð, ogn og orku væl.
Ver hjá teimum, ið hava tað torført. Teimum sjúku, neyðstøddu, fátøku, einsomu og sorgarbundnu, teimum, sum hava mist og teimum, sum eru deyðanum nær. Troysta tey og hjálp okkum at hjálpa teimum.
Vit biðja fyri friði í heiminum. Ver hjá teimum, sum uppliva ófrið og verða atsøkt. Hjálp okkum at finna loysnir, soleiðis at vit hóast ósemjur kunnu liva saman í friði bæði sum familjur, tjóð og heimur.
Ver við allari lógligari yvirvøld. Vælsigna Løgtingið og Landsstýrið. Ver við løgmanni og húsi hansara. Drotningini og húsi hennara.
Halt tú tíni góðu, sterku hond yvir landi og fólki okkara bæði úti og heima, á landi og sjógvi! Varða okkum frá øllum illum bæði til likams, sálar og anda. Styrk okkum øll í tí góða!
Hoyr okkum í Jesu navni:
Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.