Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2015
Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Lat okkum biðja saman:
Jesus, vit takka tær fyri, at vit kunnu koma saman um teg eisini á tjóðarhátíð okkara.
Jesus, okkara orð eru bara mannaorð, men orð títt er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svør. Við orðinum skapti tú heimin, við orðinum skapti tú okkum, og vit biðja teg nú um, at tú mást hella út av tínum heilaga anda, so at orðið kann broyta og styrkja okkum og leiða okkum nærri tær.
Tað biðja vit í tínum heilaga navni, Jesus. Amen.
“ Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er”, soleiðis sang tónleikabólkurin Nalja. Ein sangur sum ljóðar hvørja Ólavsøku og sum ger, at vit rættiliga koma í ólavsøkuhýr.
Tað er eisini einaferð um árið, Ólavsøkudag, at hitt verðsliga og andaliga valdið fylgjast í Dómkirkjuna til guðstænastu. Hetta er ein serlig, hátíðarlig og Guðgivin løta, har vit sum tjóð, venda okkum til Guðs og takka honum fyri hansara nógvu signingar yvir land okkara, men har vit samstundis viðurkenna, at vit eru bara menniskju, og at vit hava tørv á vegleiðing, rættleiðing og hjálp frá tí alvaldandi Guði.
Ólavsøkan eitur eftir Ólavi kongi, sum doyði henda dagin í 1030. Ólavur kongur hevði møtt Kristi og tók við trúgv og fór undir at kristna Norra. Hann vildi taka orðið í evangeliinum bókstavliga: “Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær”! (Matt 16,24- 27)
Ólavur vildi avnokta seg sjálvan og taka krossin upp og fylgja Jesusi, ja heilt inn í deyðan. Hann fann lívið, tí hann misti tað fyri Jesu sakir.
Vit kunnu vera ósamd í hansara framferð, tí tað gekk harðliga fyri seg. Tvinnir vóru kostirnir: “Tak ímóti Kristi ella lat lív!” Hetta eru hættir, sum ikki verða brúktir hjá okkum í dag, men sum tíverri eru kendir aðrastaðni í heiminum, tó við øvugtum fortekni, har kristin fáa tvey í at velja:
“ Avnokta Krist ella lat lív!”
Vit mugu ásanna, at ígjøgnum tíðirnar hevur nógv skeivt verið gjørt og sagt í navninum hjá kristintrúnni, eingin ivi um tað, og nógv av tí, sum hevur verið sagt og gjørt, hevði Jesus neyvan vilja kenst við. Men vit mugu vera greið um, at tað er Kristus, sum er fullkomin, meðan vit langt frá eru fullkomin. Vit mugu ásanna, at Kristus verður mangan dømdur út frá, hvussu vit umboða hann, og har eru vit fleiri, sum kundu verið eitt betri umboð fyri hann. - Vit eru fleiri, sum hava tørv á í eyðmjúkleika at biðja um fyrigeving og biðja um meir av Kristi sinnalagi.
Ólavur kongur møtti Kristi, og tað eru nógv, nógv menniskju, sum síðani hava møtt Kristi, og sum hava valt at fylgt honum. Eisini vit í Føroyum kunnu takka millum annað Ólavi kongi fyri kristnitrúnna.
Henda Ólavsøkumorgun tók vakra føroyska flaggið, Merkið, ímóti okkum, tá ið skrúgongan fór úr Løgtinginum. Krossurin í flagginum minnir okkum á, at vit vilja vera ein kristin tjóð. Vit vilja byggja á kristin virði, og kristintrúgvin er nógv tann størsti átrúnaðurin í landinum. Og ja, eisini Ólavsøka, okkara tjóðarhátíð, hevur sín kristna uppruna.
Men vit búgva í einum frælsum landi, har vit seta tolsemi høgt. Har vit hava loyvi at velja, hvat vit vilja trúgva á. Her rúka eingi høvd, óansæð hvørja leið, vit velja. Og vit mugu ongantíð gevast at takka Guði fyri, at vit hava tann framíhjárætt at búgva í einum landi, har vit frítt kunnu samlast um hann, tí tað eru ikki øll, sum hava líka góðar umstøður, sum vit. Fleiri staðni verða kristin pínd og dripin, tí tey trúgva á Jesus. Hetta eru okkara systkin í Kristi, sum pínast á ræðuligasta hátt, tí tey hava valt at fylgja honum. Og vit eiga at hjálpa teimum, so væl vit kunna bæði tímiliga, men eisini við at minnast til teirra í bønum okkara.
Jú, vit eru priviligerað.
Men vandin er, at hetta kann gerast ein koddi hjá okkum, har vit leggja okkum afturá og siga: “Her gongur væl, her er eingin vandi á ferð”.
Tí hvussu er? Er tað nú so lætt, sum vit mangan halda at bera krossin og fylgja Jesusi í Føroyum?
Ongin av okkum verður dripin ella pínd vegna trúnna á Jesus, men fleiri hava helst merkt, at niðrandi viðmerkingarnar eru vorðnar fleiri og ógvusligari síðstu árini.
Um kristin velja at standa við og siga, at Bíblian er Guðs sanna, reina og ævigtgaldandi orð, so verða hesi mangan skírd at vera snævurskygd og dømandi. Fleiri hava helst eisini upplivað, at kjakið á arbeiðsplássinum ella á sosialu miðlunum fekk eina vend, um tú segði:” Eg eri kristin meir enn einaferð um árið”. “Eg taki trúnna í álvara”. “Eg taki Kristus í álvara, tí hann tók sanniliga meg í álvara, tá ið hann doyði fyri meg á Golgata krossi”.
Onkur vildi helst mótmælt og sagt, at slíkt er eisini vandamikið, tí tað er fanatisma. Tað er fínt við krossinum í flagginum, tað er fínt við Ólavsøku og kanska jólum, tað kunnu vit tolerera, men kristintrúgvin skal ikki fylla ov nógv. Alt við máta.” Kristintrúgvin skal vera privat- tú skalt halda hana fyri teg sjálva - hon skal úr politikki - hon skal úr almenna rúminum og hon skal úr skúlunum”. “Kristintrúgvin er ein partur av okkara mentan, sum vit kunnu taka fram til ávís høvi”. “At vera kristin verður tolererað, men ver ikki ov kristin, tí so ert tú ikki at kjakast við”.
Áhugavert er, at samsvarandi øktum tolsemi, er ágangurin á tey kristnu vorðin alt týðiligari. Hetta er ein andsøgn, sum prógvar, at idealið um tolsemi ikki altíð er so lætt at fylgja.
Í dag, Ólavsøkudag, verða vit mint á, at at hoyra Kristusi til, at trúgva á hann, og at fylgja honum, er annað og meir enn eitt árligt “happening” og so er tað tað. Tað er, at eg gevi meg við øllum, sum eg eri og við øllum, sum eg havi til Hansara. At eg seti meg til síðis og lati Jesus sleppa framat. Orðið fer so langt sum at siga: “Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja, sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín. v27 Tann, sum ikki ber kross sín og fylgir mær eftir, kann ikki vera lærusveinur mín. (Luk 14, 26.-27).
“Avnokta teg sjálvan og fylg mær”, sigur Jesus. “Slepp øllum øðrum og fylg mær”.
At avnokta sjálvan seg merkir, at Guð, sum hevur opinberað seg og sín vilja fyri okkum í orðinum, Hann avgerð. Tað er Hann, Hansara orð, vit skulu brúka í øllum lívsins viðurskiftum. Tað er ikki tað stað, har Jesus ikki eigur at sleppa framat. Jesus eigur tú at hava við tær bæði í kirkjum, samkomum, skúlum, á tingi, á arbeiðsplássi, í bindiklubba og á sosialu miðlunum.
Tí at vera kristin er ikki nakað, tú kanst leggja frá tær og taka fram til serlig høvi. At vera kristin er at venda um dagliga, tað er at venda aftur til Kristus hvønn dag. Tað er eitt dagligt til ella frával.
Men vit eru helst fleiri, sum vita, hvussu trupult tað er hjá okkum at avnokta okkum sjálv og fylgja Jesusi.
Tí vit vilja ikki fylgja nøkrum. Vit vilja sjálvi finna okkara veg. Vit seta autoritetir úr gildi, og í staðin seta vit okkara egnu kenslur, okkara tankar og okkara ego.
Um vit yvirhøvur tosa um Guð, so er tað mangan ein Guð, sum vit hava tilpassað okkara tørvi. Vit taka nakrar eginleikar frá Guði, og vit taka nakrar eginleikar úr øðrum átrúnaðum, vit taka nakrar tankar úr eysturlendskari religión og krydda tað við eitt sindur av kristnum morali, og seta tað saman til ein privatan átrúnað, og so siga vit : “Soleiðis er mín guð “. Á henda hátt skapa vit ein guð í okkara mynd. Nakað sum vit als ikki skilja avleiðingarnar av.
Hin kristni Guð er ein, sum hevur opinberað seg í teimum heiløgu skriftunum. Soleiðis, sum hann hevur opinberað seg, soleiðis er hann. Guð er ikki ein heimagjørdur Guð, ella ein Guð, sum vit kunnu seta saman, sum okkum dámar hann best, men hann er soleiðis, sum Hann hevur opinberað seg í orðinum. Hann er ikki ein í dag og ein annar í morgin, alt eftir hvussu tíðarandin er. Nei, Hann er hin sami í dag, í gjár og um allar ævir. Hann broytist ikki.
Nei, vit vilja veruliga ikki avnokta okkum sjálv. Vit hava sett okkum í Guðs stað. Og um ongin er yvir mær; og um eg ikki skal standa til svars fyri nøkrum; um eingin skal siga mær, hvussu eg skal liva, hvat er rætt, og hvat er skeivt; so má tað eisini merkja, at eingin yvir mær kann hjálpa mær, tá ið á stendur. Hvønn skal eg so venda mær til, tá ið eg ikki klári lívið? Tá ið eg ikki finni friðin, sum mær tørvar so inniliga?
Vit vilja sjálvi stýra, men tá ið óeydnan rakar, spyrja vit, hví Guð? Ella, hvar ert tú Guð?
Men vit hava sjálvi vent okkum frá Honum.
Guð er heilagur og alvaldandi, men samstundis er hann kærleiksfullur. Hann hevur myndað okkum í móðurlívi, ja, tann dagin vit vóru gitin, hevði hann eina ætlan við okkara lívi. Longu tá sóu eygu hansara okkum og í hansara bók vóru skrivaðir allir dagar okkara. Tað er ikki eitt einasta menniskja, sum hann ikki hevur eina ætlan við, sum hann ikki elskar. Hann elskar hvørt menniskja við einum kærleika, sum vit ongantíð kunnu skilja breiddina, longdina, dýpdina og hæddina av. (Ef. 3,18)
Guðs kærleiki er lívsbroytandi.
Tá ið Guð skuldi vísa og prógva heiminum, hvussu høgt Hann elskaði hann, so gav Hann. Hann gav sítt besta, Hann gav okkum sonin, Jesus.
Guðs kærleiki er ikki eginkærleiki, men ein kærleiki, sum gevur og sum ofrar.
Tá ið vit tosa um kærleika, er tað so sama kærleika, vit tosa um?
Um kærleikan, skrivar Paulus soleiðis í Korintarbrævinum kapitul 13 og eg endurgevi:
“ Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; v5hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; v6hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; v7 hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.”
Tá ið vit hava upplivað Guðs kærleika og tikið ímóti honum, broytast vit. Tá ið Guð fær opinberað fyri okkum, hvat Hann gjørdi fyri okkum, tá ið Hann gav upp son sín á krossinum, broytast vit. Tá ið Hann fær opinberað fyri mær, at hetta gjørdi Hann alt fyri meg, tá fái eg eina hóming av, hvat virði Hann sær í mær. Og tá kann eg ikki annað enn broytast. Tí hesin kærleiki broytir menniskju, sum einki annað.
Hesin kærleiki lærir okkum at elska. Bara tí at Jesus elskaði okkum fyrst, kunnu vit elska.
Jesus segði við lærusveinarnar:
“Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. v35 Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.”
Vit, sum eru Guðs børn, skulu elska. Guð má fáa loyvi at umbroyta okkum, so at vit elska næsta okkara, sum Guð elskar hann. Hann sum sigur: “at um vit verða sligin undir vangan, skulu vit venda hin til, um onkur vil taka kyrtilin, skulu vit geva honum kappan eisini, og um onkur noyðir okkum at ganga ein míl við sær, so skulu vit ganga tvær. ( matt kap.5)
Næstakærleiki er ein reyður tráður ígjøgnum Gamla og Nýggja testamenti. Men av tí at okkara kærleiki er eginkærleiki, so duga vit ikki at elska næstan, sum vit áttu.- Tí er tað so avgerandi, at vit taka fyrsta partin av skriftstaðnum um næstakærleika við:
“ Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.» (Luk 10)Tú skal fyrst elska Harran Guð tín og so elska næstan. Tí bara við at elska Guð fyrst, duga vit at elska næstan, soleiðis sum hann eigur at vera elskaður. Hetta er raðfylgjan. Og henda raðfylgja hevur avgerandi týdning.
Hetta er gleðiboðskapurin, sum kristna kirkjan prædikar hvønn sunnudag, og hetta er boðskapurin, sum eisini skal prædikast í dag. Hetta er gleðiboðskapur, sum gevur okkum eina livandi vón. Skriftin hevur altíð boðað vónina um at Kristus, sum doyði og er risin upp og livir okkara millum, Hann kunnu vit hava samband við eisini í 2015, Honum kunnu vit møta eins og Ólavur kongur møtti Honum.
Vit hava so tørv á at hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Heimurin hevur so tørv á at hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Heimurin hevur so tørv á at hoyra gleðiboðskapin um vónina, kærleikan og trúnna í Jesusi. ”! Vit skulu taka krossin og fylgja Jesusi, lata Guðs orð broyta okkum, soleiðis at vit kunnu bera henda kærleika og hesa vón til Føroya Fólk og til øll heimsins fólk.
Guð signi mítt føðiland, Føroyar.
Góða Ólavsøku! Amen.