Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2014

Havnar kirkja 29. juli 2014 kl. 11

Sálmar: 585 – 604 – 323 – 592 - 588

Hetta heilaga evangeliið til ólavsøkudag eftir seinnu tekstarøð skrivar Jóhannes evangelistur, kap. 12, 24-26:

”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann.

AMEN


“O’ kristni tú alt,

á foldum oss veitir tað, eygum er fjalt!”

Hetta hava vit júst sungið í stórsligna sálminum 323, O. Kristni tú alt.

Og ikki sæst alt altíð beinanvegin, hvat verður sáað.


Herfyri var eg á áhugaverdari ferð í Tróndheimi saman við prestum úr øllum norðurlondum. Leiðin gekk til Stiklastaðar, har Ólavur hin heilagi fall hin 29. juli í árinum 1030.

Pílagrímar streyma til økið kring Tróndheim og Stiklastaðir á ólavsøku.

Á sjálvum staðnum, har Ólavur fall, er bygd ein lítil miðalaldarkirkja, og aftan fyri altarið liggur steinurin, ið Ólavur sigst hava nortið í síni deyðastund.

Her kunnu fólk koma og leggja hondina á.

Løtan var rørandi.

Og ikki minni rørandi var løtan í hesi myrku miðaldarkirkju, tá lítil guðstænasta varð hildin um kvøldið, og vit sluppu at biðja Faðirvár á hvør sínum móðurmáli.

Í hesi dimmu kvøldarstund í tí lítlu 1000 ára gomlu kirkjuni var friður. Tann nærum munkaklæddi presturin ímyndaði, at alt gekk upp í eina hægri eind.

Tíðin stóð still.

Hetta kundi verið í árinum 1030, tá Ólavur var uppi á døgum, og hetta kundi verið í okkara tíð.

Orðið var og er tað sama.

Men so við eitt hendi nakað.

Brádliga lýsti ein ljósrípa úr lógvunum á prestinum, tá hann skuldi lesa dagsins tekst. Sum var tað eitt undur við eini glæmu á hesum heilaga staði.

Hvat var hetta?

Jú, tá hevði hann tendrað teldilin, i-pad’in, ið var handritið hjá honum hetta kvøldið í kirkjuni, har Ólavur doyði á vali á Stiklastøðum.

Orðið er tíðarleyst, og er enn tað sama, hvørt tað verður boðað við sveiggjandi svørði ella á skyggjandi skíggja.

Ymiskt er hvussu sáðað verður til allar tíðir. Men ”fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”

Hetta er orðið, sum ikki broytist, men er tann førningur, ið vit ikki hava funnið upp á sjálv, men kom til okkara eystan úr Noregi frá Ólavi hinum heilaga, ið bar okkum kristnina hendanvegin.


Eitt sereyðkenni við kristniboðanini í miðøldini var boðanin um Hvítakrist, hin sigrandi stríðsmaðurin við sjálvsáliti, ið vinnur á tí ónda í heiminum.

Ikki fyrr enn seinni varð tosað um hin stilla, líðandi Kristus á krossinum.

Norska stórskaldið Sigrid Undset segði, at Ólavur kongur var hveitikornið, sum varð lagt í norska jørð, tí tað hóskaði til moldina og veðurlagið har. Á tann hátt gjørdist hann eitt vitni um, at Guð sjálvur bleiv menniskja. Tí tað at Jesus bleiv menniskja merkir, at hann tekur okkum sum vit eru.

Og tá Guð vil hava við meg at gera, so kann eg eisini hava við meg sjálvan at gera.

Men nú kemur framtíðin okkum ann, sum vit hoyrdu kórið syngja í sálminum ”Fedranna kirkja”.

Søgufrøðingar vilja vera við, at vit kristnu í Evropa hava eina glæsiliga fortíð aftan fyri okkum, men eina óvissa framtíð framman fyri okkum.

Ja, tvinnir eru kostirnir, sigst: Antin kunnu vit verða kristindómsins kirkjugarður, har vit jarða kristindómin med alla. Ella vit kunnu verða tað fornminnissavnið, har kristindómurin verða sæddur og kannaður sum søguligt fyribrigdi.

Og gaman í, á kirkjugarðinum kunnu sterkar kenslur bilgjast okkum í barmi. Og hinvegin kunnu vit læra nógv á einum fornminnissavni.

Men vit vita kortini væl, at skal kristindómurin yvirliva, koma undan sum livandi tilverumøguleiki, so er eingin annar møguleiki, enn at vit síggja okkum sjálv sum kristindómsins laboratorium, royndarstova, har nýggir møguleikar verða royndir.

Hveitikornið má fella í jørðina og doyggja, fyri at nýtt lív kann halda áfram.

Allastaðni, har fólk koma saman, í álvara og gaman, gleði og sorg, síggja vit, at vit menniskju onkursvegna ávirka hvørt annað. Vit hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, áhuga og umsorgan. So ella so.

Vit hava eina ábyrgd av, hvussu vit sáa, hvar vit sáa – og ikki minst: Hvat vit sáa!

Lívið kann samanberast við eina langa ferð, har vit sita í sama vogni. Fólk koma og fara, vit kunnu velja at práta ella lata vera, hyggja eftir hvørjum øðrum ella hyggja burtur. Men alt, sum vit gera, ávirkar.

Eitt fólk er ikki ein oyggj, a man is not an island.

Vit eru ikki einsamøll. Vit hava altíð lívið hjá einum næsta í okkara hondum, og betur er bøtandi hond enn spillandi tunga, tá vit skulu ferðast saman gjøgnum tilveruna.

Sum menniskju hava vit altíð so mikið av valdi yvir okkara medmenniskjum, at vit kunnu velja, um vit koma við einum góðum orði, ella tí øvugta.

Um vit bjarga dagin hjá hinum, ella um vit oyðileggja hann.

Tað hevur týdning, hvat vit siga. Orðini vit siga, eru sum dýnan, vit skera hol á úti á einum trappusteini, og fjaðrarnir flúgva í allar ættir. Vit fáa ikki steðga teimum.

Er tað tá tey góðu orðini, ið flúgva út í heimin?

Vit vita ikki, hvar tey enda.

Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt. Men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.


Tað er kortini misjavnt, í hvønn mun vit kunnu ávirka á ferðini.

Summi fáa størri møguleika enn onnur, og tá krevst, at vit eru árvakin og ábyrgdarfull. Tað skerst ikki burtur, at summi hava størri makt enn onnur. Og summi eru vald til at hava vald.

Tá ið rithøvundin Vaclav Havel, fyrrverandi samvitskufangi og seinni kekkiskur forseti, fyri nøkrum árum síðani helt hann eina røðu, tosaði hann um tað, hann kallaði ”maktarinnar freisting”.

Her greiddi hann frá, hvussu forsetin í einum landi noyðist at hava nøkur serrættindi.

Ein forseti skal ikki brúka ta nógvu tíðina í bíðirúmum hjá læknum ella tannlæknum.

Ein forseti er heldur ikki noyddur at standa og bíða eftir bussinum, men hevur aloftast sín egna bil við sjaufføri.

Hetta er ikki bara tí, at forsetin skal spara tíð, men tí at landið skal spara tíð.

Tað er ikki bara tíðin hjá forsetanum, men tíðin hjá landinum, sum fer til spillis, um bíðast skal ov leingi.

Hetta er í sær sjálvum ikki nakar trupulleiki. Men trupulleikin kemur, um tey privilegii, sum fylgja við valdinum, verða skumpað yvir í privatlívið og sostatt misbrúkt.

Sjálvur vildi Vaclav Havel kortini vera við í røðuni – sagt við einum skálkabrosi - at ”millum hansara mongu keðiligu eginleikar, vantaði tíbetur ein, nevniliga longsulin eftir makt ella kærleikin til makt”.

Tað segði Vaclav Havel í øllum førum sjálvur, og tí metti hann, at hendan støðan gav honum eitt størri frælsi, enn um hann hevði tráað meira eftir valdi, enn gott var.

Men í sáðnum, sum sáað verður, er altíð spurningurin, um hetta er, sum hveitikornið, ið doyr, tí tað skal veita øðrum lív. Fellur tað ikki í jørðina og doyr, tá verður tað einsamalt.

Og einsamøll skulu vit ikki verða!

Sáðið verður sáðað, men tað er ikki altíð tað kemur upp í tí líki, vit høvdu væntað

Freistingin er ikki bara tað søta og tað spennandi og stuttliga.

Freistingin er álvarsamari enn so.


Tí freistingin er eitt grundleggandi kor í lívínum hjá okkum menniskjum.

Í Kvívíkar kirkju hongur sveinastykkið hjá listakvinnuni, Fridu á Hamri, har hon í træskurði hevur avmyndað Sankta Jørund og drekan. Sankta Jørundur ger við sínum stóra svørði av við tann stóra drekan.

Trupulleikin er bara, at sambært søgnini var ein drekaungi eftir í holuni, og tí eydnaðist tað Jørundi at vinna á drekanum, men ikki á tí ónda, sum altíð kemur afturíaftur.

Vit kunnu gera av við ein trupulleika, men tað merkir ikki, at allir snávingarsteinar her í lívinum eru beindir av vegnum. Lívið kann ikki altíð livast eftir uppskrift, tí lívið er tað sum hendir, meðan vit leggja aðrir ætlanir, sum onkur segði.

Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu leggja ætlanir.

Men tað er helst ov nógv at krevja, at vit skulu sleppa púra snikkaleys gjøgnum tilveruna.

Tí hóast tað ikki finst nøkur endalig uppskrift upp á mannalívið, so hoyra vit her í kirkjuni, at vit eru ikki einsamøll

At tað var ein, sum sjálvur valdi at gerast menniskja, hóast hann var sonur skapara himins og jarðar. Og tað er jú ikki so lítið!

Tí Jesus vildi ganga undir somu treytir sum vit menniskju og lata seg doypa og á henda hátt vísa, at hóast hann var Guðs sonur, vildi hann eisini liva okkara lív sum menniskja.

Hann vildi lata seg doypa eins og onnur menniskju og vera solidariskur við okkum.

Eisini hann møtti freistingum.

Í Oyðimørkini.

Akkurát hvussu hetta hevur sæð út, vita vit ikki, men tað løgna er kortini, at hitt ónda møtir Jesusi sum gestablídnið sjálvt. Djevulin førir seg ikki fram sum óndskapur, men við hjálpsemi og besnissaðum uppskotum og bjóðar Jesusi gull og grønar skógir.

Og tað tykist ikki, sum tað eru mótsetningar, ið hittast, tí hitt ónda setir á ongan hátt spurnartekn við, hvør Jesus er, og hvat hann kann.

Men hendingin úti í oyðimørkini er ikki bara freistingin.

Hendingin vísir eisini, hvat býr í Jesusi, hóast hann bæði er svangur, tystur og niðurundirkomin.

Jesus letur seg ikki misbrúka ella mutra.

Ístaðin, heldur hann seg til, at hann er Guðs sonur, sum framvegis er solidariskur við menniskjunum.

Tí Jesus varð freistaður, og at verða freistaður er at verða roynd ella royndur. Tað kann vera at vera í iva. Tað er at vera í kreppu, har ein avgerð skal takast, hvat tú skal velja, og hvørjum tú skal trúgva, og hvat tú skalt gera.

At verða freistaður er at lata seg sannføra um, at ein er nakað annað, enn ein er, at vera í iva um sín samleika ella identitet.

At freistast til at halda, at tú ikki ert eitt menniskja, men at tú ert Guð.

Freistingin er konfliktin ella stríðið millum tað góða og ónda.

Men freistingin er samstundis eisini menniskjans lutur – at ganga hesa oyðimarkargongdina viðhvørt, har tað kann tykjast tómt og oyði, og har vit noyðast at hugsa okkum um, áðrenn vit velja ta røttu kósina aftur í fruktagott øki.

Tí freistingin er at lata seg tøla av makt, heldur enn av mildni og miskunn.

Tey undrini, sum Jesus gjørdi, vóru altíð gjørd av miskunn. Hann vakti deyð, lekti sjúk. Ikki fyri at vísa sítt vald. Hesi maktarinnar freisting læt hann seg ikki tøla av.

Jesus ger ikki undur fyri at vísa hvør hann er – tí hetta kann jú vera so sera freistandi, at biðja Jesus gera hetta ella hatta.

Men Jesus lærir okkum, at tá vit biðja Faðir vár, skulu vit biðja Veri vilji tín, áðrenn vit biðja hann ikki leiða okkum í freistingar.

Jesus gjørdi ikki undur fyri at vísa mæti.

Undrini vóru hinvegin gjørd fyri at hjálpa øðrum og gleða onnur. Tað veri seg fólk, ið høvdu mist, vóru sjúk ella tað neyðars brúðarparið í Kána, sum helst var niðurundirkomið av skomm, tá tað helst ikki hevði verið niðurafturlagt, um vínið bleiv uppi.

-- -- --

Skaldsøgan Karamasov-brøðurnir, sum Heðin Heðin Brú týddi til føroyskt, verður roknað sum tann mætasta hjá høvundanum Dostojevskij.

Orðini um hveitikornið, prædikuteksturin til ólavsøkumorgun, eru bæði stevnuskrá fyri alla skaldsøguna, eins og tey standa á gravsteininum hjá Dostojevskij.

Eitt av hæddarpunktunum er, tá brøðurnir sita og práta, og annar byrjar at bryggja eina søgu saman.

Hann fortelur um Jesus, sum í 16. øld kemur aftur – júst, tá forfylgingingin eftir øðrvísi hugsandi var í hæddini.

Vit eru í Spaniu.

Á middegi, tá tað er allarheitast, trínur Jesus fram á torgið, har kirkjan fáar dagar frammanundan hevur brent eini hundrað fólk á báli.

Øll tyrpast rundan um hann.

Ein, sum hevur verið blindur frá barnsbeini biður um at fáa sjónina, og tað fær hann.

Við eitt kemur tann mætasti maðurin í kirkjuni fram. Ein 90 ára gamal maður.

Hann ger ikki mætari enn at hann setur Jesus í geglið.

Tá náttin kemur á, kemur hesin stóri forfylgjarin í øði og spyr Jesus:

- Hví komst tú aftur? Tú misskilti jú alt! Kirkjan hevur skilt tað betri nú. Í dag ert tú vandamikil fyri okkum. Tú trúði, at menniskju kundu vera fræls. Tey heiðra okkum, tí vit taka frælsi frá teimum.

Tann gamli maðurin minnir síðani Jesus um tilboðini frá djevlinum í oyðimørkini – tað var eitt mistak av Jesusi, at hann segði nei til hesi. Jesus valdi heldur frælsi enn at taka av.

Tí um Jesus hevði gjørt steinar til breyð, høvdu fólk fylgt honum. Hann kundi givið fólki materiellan tryggleika.

Í breyðnum er stór makt.

Hin gamli fýlist á, at Jesus frá segði sær valdið. - Kirkjan hevur vald, sigur hann, men Jesus vildi ikki taka av maktarinnar freisting.

- Í morgin skulu vit so fáa at síggja, hvør hevur mest vald, tú ella eg sum gevi boð um, at tú skalt brennast á báli. Hvat hevur tú at siga til tað, spyr tann gamli.

Jesus tigur.

So nærkast Jesus tí gamla, sum hevur sent so nógv fólk í deyðan. Tigandi gevur Jesus honum ein koss.

Tað er hansara svar.

Tað ørar fyri tí gamla, og kossurin brennur í hjartað. Hann veit, at um hann letur upp fyri tí, sum hann her møtir – eymleika, fyrigeving, miskunn og kærleika – noyðist hann at hálsa um og alt hansara lívsverk er farið fyri skeytið.

Tann gamli fer yvir til hurðina og sigur við Jesus: - Far út, og kom ongantíð aftur! Jesus so gjørdi.

Og soleiðis endaði hendan frásøgnin hjá Dostojevskij. Jesus læt seg ikki freista, men ferð eftir ferð eru bæði fólk og sjálv kirkjan fallin fyri freistinginum, bæði av makt og til at biðja Jesus um eitt tekin, at vísa hvør hann er, heldur enn bara at trúgva honum.

Men freistingin er sum sagt, at vit kunnu halda okkum vera Guð – ella at vit gloyma, hvør Guð er.

Okkara tala og okkara atburður hava árin – meira enn vit halda – og eisini tá vit eru farin og liggja undir grønutorvu, kemur tað samfelagið, sum vit løgdu eftir okkum, at vera tað, okkara eftirkomarar skulu heysta.

Heimssøgan hevur kortini víst, at vit ikki altíð hava dugað at umsitið hetta, at vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, at vit hava vald yvir hvørjum øðrum.

Mannarættindastríðsmaðurin og prsturin Martin Luther King segði, at læra vit ikki at liva saman sum systrar og brøður, doyggja vit sum býttlingar.

Ella um vit skulu vera verandi við Dostojevskij og brøðurnar Karamasov: Tann veruliga líðingin er at missa evnini at elska!

Vit gera sjálv av, hvussu vit sáa. Hvar vit sáa. Og ikki minst: Hvat vit sáa.

Hvør verður førningurin, ið okkara ættarlið leggur eftir seg?

Tað er jú, sum sagt verður í sálminum: Fedranna kirkja, ið Havnarkórið sang á loftinum fyri løtu síðani: Nú kemur framtíðin okkum ann, kristnaður ungdómur einans kann, vera vár vernd og várt virki.

Vit hava nógv at takka teimum, ið undan fóru. At vit í dag í gleðisfagnaði kunnu halda ólavsøku, og gleðast – eins og vit lósu úr Sálmi 100 frá altarinum í áðni: Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Fyri ásjón hans komið við frøi!

Ólavur heilagi legði hveitikornið í Norska jørð. Har treivst tað best, og kom hendanvegin. Tað mátti doyggja, so vit ikki eru einsamøll. Hetta er frøin, ið verður boðað í dag. Ikki við sveiggjandi svørði, men við skyggjandi skíggja eins og hitt kvøldið í miðaldarkirkjuni á Stiklastøðum.

Í ár eru 1000 ár liðin, siðan Ólavur Heilagi bleiv doyptur í Frankaríki.

Herrópið á hesum hátíðardegi er tí, at vit skulu frøast, fegnast og fylkjast, tí okkum untist at koma aftan á tey, ið løgdu okkum gott í beinið, at Guðs sonur mátti doyggja og rísa upp, fyri at vit í dag kunnu bera boðskapin um, at vit kunnu tæna hvørjum øðrum og gleðast.

Góða ólavsøku!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.

AMEN