Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2012
Kæri himmalski faðir. Takk fyri møguleikan at koma undir títt orð. Lat tað eisini hesa løtu vera lívgevandi og vegleiðandi, okkum at gagni og tær til heiðurs. Amen.
Hetta heilaga evangeliið til Ólavsøkudag skrivar Johannes evangelistur í 12. kapitli – ørindi 24-26, og ljóðar so í Jesu navni!
V24 ‘Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. V25 Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.
V26 Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann’.
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.
Fyrst vil eg nýta høvi at ynskja øllum eina góða Ólavsøku.
Kristni tjóðardagur okkara verður aftur í ár markeraður á verdigan hátt – og tað ber løtan eisini dám av.
Vit fáa loyvi at steðga á og seta orð á nøkur viðurskifti, sum, á ein og annan hátt, eru okkum viðkomandi – bæði sum fólk og tjóð.
Sjálvt um vit ikki eru lítaleys, so skert tó ikki burtur, at vit dagliga kunnu gleðast yvir eitt gott, trygt og vakurt land – og er hetta í sjálvum sær ein rík signing. Og frá einum menniskjaligum heildarsjónarmiði er tað harafturat sera gleðiligt, at hvør tann einasti føroyingur hevur so ómetaliga góðar møguleikar fyri at kenna og heiðra hin eina kærleiksfulla Gud, ið á sinni skapaði mannin og síðani kvinnuna og krýndi tey við dýrd og við æru. Jú, sanniliga er menniskja nakað serligt ímillum alt tað skapta – og í øllum hesum var, er og verður Gud, Gud og menniskja, menniskja.
Hetta er eisini galdandi eftir syndafalli, har menniskja í ólýdni gekk skaparanum og góða vilja hansara ímóti. Og tað, sum var so sára gott, hevur síðani verið meira enn merkt av ófullkominleika – og nú eru vit so mitt í lívsins realitetum, sum gudfrøðin eisini tekur í størsta álvara. Her kunnu vit tíbetur vísa hvør øðrum til hin eina Gud, ið veruliga hevur áhuga í lívi og ævinleika okkara – hetta hevur hann jú søguliga og ítøkiliga prógva:
‘Tí at so elskaði Gud heimin – t.v.s. hin falna, synduga heimin – at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív’. Við hesum síggja vit, hvussu Guds hjarta bankar fyri okkum.
Tí kunnu vit, um gávuna yvir øllum gávum, eisini gleðiliga siga: Har kristustrúgvin hevur fingið hjartarúm, har er bjarging, góðska, lívsvón og eitt satt takksemi at finna. Men møguleikin fyri slíkari positivari broyting frá andaligum myrkri til ljós kemur ikki av sær sjálvum, og nú nærkast vit dagsins prædikuteksti.
Páskahátíðin er fyri framman og Jesus er á veg til Jerusalem - og í samanhanginum lesa vit, at nakrir grikkar høvdu sett templinum stavnhald – har vildu teir biðja. Men harafturat høvdu teir eittans ynski, og tað var at fáa loyvi at síggja Jesus. Ein vælsigna tráan, tí hvat er størri enn at hava felagsskap við Kristus og harvið lut í hansara fullkomna kærleika, náði og miskunn. Júst tí skal gleðiboðskapurin í dag eisini ljóða – og ert tú við mær, eitt ófullkomið men dýrabart menniskja, so hoyr hesi orð:
‘
So mongum, sum tóku ímóti Jesusi, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara’.
Jú, sanniliga er kristni boðskapurin lívgevandi, upplyftandi og ikki minst frígerandi fyri tað menniskja, ið hevur fingið loyvið at smakka ta kristna andsliga frælsi.
Í samfull trý ár hevði Jesus gingið um og gjørt væl ímóti øllum, men alla tíðina visti hann, hvar leiðin bar. Gud hevði nevniliga sent son sín í heimin við tí høvuðsendamáli at vera bót fyri syndir okkara. Nú var tímin komin, tá ið menniskjasonurin skuldi vera dýrmettur. Og vit leggja okkum eitt í geyma: Her valdar als eingin tilvild. Tað, sum Gud vildi, lat Jesus nú - í lýdni - henda.
Til hetta eina serliga guddómliga offur á Golgata krossi hoyrir tí bæði myrkur, pína og longsul, men yvir øllum tó eisini Guds suvereni kærleiki – vístur í verki. Hetta er samstundis objektiva trúargrund okkara, ið ei kann vikast. Fara vit av leið, so skulu vit tó vita: Hjá Gudi skiftir ei.
Tað, sum er okkum fullkomiliga frítt við gleðiboðskapinum, kostaði Jesusi soleiðis alt. Tí eru vit sum menniskju – eisini í hesum høpi – sera dýrabar. Ver tí ongantíð í iva um Guds kærleika til tín, tá ið tú hoyrir: ‘Tí so elskaði Gud heimin’. Eisini her er Guds orð galdandi – og vit kunnu rokna við tí.
Og hví ikki geva sær sjálvum og frelsaranum ein møguleika, tá ið hann sigur: ‘Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann HEVUR stigið yvirum frá deyðanum til lívið’. Hetta, við meira, er tað dagliga ríkidømi ein kristi eftirfylgjari fær loyvi at liva í – og máttu vit øll við Linu Sandell kunna sungið: ‘O, Jesus, lat upp míni eygu, at mína ogn eg síggja kann’. Í Kristi hava vit við trúnni nevniliga lut í tí fullgjørda – syndin er sónað.
Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Hesa gongd kenna vit frá náttúruni, men við hesi einklu mynd vísur Jesus okkum á Guds ríki og tess lív og framgongd.
Í kjalarvørrinum av páskamorgni eru vit ómetaliga mong og ymisk menniskju um allan heimin, ið lívsjáttandi kunnu proklamera: ‘Jú, sanniliga er Kristus risin upp – og hann livir og vit liva við honum’. Og tað kunnu vit: Tí tann rættvísi, sum Gud – av røttum – krevur av tær og mær, hana hevur Jesus vunnið, og verður hon givin okkum við trúnni á Jesus.
Og gloym ei: Sjálvt trúgvin er ein gáva og harvið er øll frelsan av Guds náði. Vit sleppa at taka ímóti – men tøkkin hoyrir Harranum til.
Í tí kristna frælsinum fáa vit nú loyvi at liva og virka saman við frelsaranum – og eg endurgevi Jesus:
‘Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera’.
Hetta er fyrst og fremst ein framíhjárættur og samstundis ein stór avbjóðing fyri tað modernaða, kristna menniskja. Tí ikki eru vit kallaði at vera Jesu áskoðarar ella ummælarar, men lív okkara er nú halga honum, sum gav seg sjálvan fyri okkum. Fyri lív og raðfesting okkara merkir hetta, at vit í øllum viðurskiftum eiga at fylgja Jesusi eftir. Hann er meistarin – hin kristni er Jesu lærusveinur.
Tað er ikki meira enn góðir 14 dagar síðani, at eg á oynni Mors í Jyllandi stillisliga kom út fyri eini talandi hending. Kom spákandi fram við bakkanum – nakrar sólstrálur vunnu fram – og tá ið eg so hugdi hesar 30 metrarnar niður á strondina, so stendur við meturstórum, hvítum bókstavum skrivað: ‘Følg mig’ – ‘fylg mær’. Við tveimum orðum høvdu nøkur sunnudagsskúlabørn skrivað eina týðandi prædiku um tað, vit sum kristin ei mugu gloyma. Vit eru nevniliga øll kallaði at fylgja Jesusi eftir – ikki minst í okkara nærumhvørvi. Um hendan leið ikki altíð er løtt og populer, so er tó signing, troyst og ikki minst bjartasta mál fyri framman. Latum okkum tí ei í máttloysi troyttast.
Men av tí at persónliga trúgvin – per definitión – ikki kann avmarkast til tað privata, so eru eisini mangar avbjóðingar í tí almenna rúminum, sum ein kristi eftirfylgjari jú eisini er partur av – eins og øll onnur. Í hesum høpi verður man til tíðir eisini noyddur at taka støðu til ávís viðurskifti, og í slíkari tilgongd eiga vit at seta okkum ein avgerandi spurning:
Hvørjum fylga vit í grundini eftir?
Skulu vit í kirkjuni vera aktuell – og respondera uppá nýggjari tónar – so kunnu vit eygleiðandi bara staðfesta, at í sokallaðum etiskum málum hevur lobbyisman í øllum vesturheiminum fyri ávísum sera liberalum sjónarmiðum verið massiv, og nú eru nærum somu rák og krøv at hoyra í Føroyum.
Lat meg nú fyrst hálova felagsrættinum at tala og føra kampanjur v.m. Hendan rættin eigur ein kristi eftirfylgjari eisini – og er tað rímiligt at tala, tá ið spurnartekin verður sett við: Hvat eitt hjúnalag er!
Í stuttum kann sigast: Frá skapanini hevur eitt hjúnalag verið ímillum mann og kvinnu, soleiðis sum hin kærleiksfulli Gud hevur vilja tað. Hetta er eisini tann klassiska fatanin, ið kirkjan og føroyska samfelagið altíð hava staðið fyri. Men nú er so eitt ávíst krav um, at hjúnalagið skal nýdefinerast sum kynsneutralt – og harvið skulu fólk av sama kyni kunna giftast. Jú, radikaliteturin er í top – og mong við mær hava eisini bitið merki í, at tá ið vit tosa um slíkar grundleggjandi, søguligar kollveltandi broytingar, so hava fjølmiðlarnir at kalla ongar kritiskar spurningar, einamest einsíðugar lýsingar – og ein skuldi undrast.
Fyri ikki at vera misskiltur, so er mær nú alneyðugt at undirstrika: Óansæð hvønn persónligan observans fólk enn hava viðvíkjandi einum og øðrum, so skulu vit sum kristin elska hvønn annan, eins og Kristus hevur elskað okkum. Hetta má ikki gloymast – óansæð ósemjur. Men harvið eiga vit kortini – meira princippielt – at kunna varpa ljós á rák, skipanir og verðir.
Í dag eru tað veruliga mong kristin, ið kenna hetta persónliga svárt og trupult, tí handan hesi rák, ynski, virðir og praksis eru menniskju, vit halda av. Og avbjóðingin gerst í grundini bara enn størri, tá ið nærum øll argumentatión vísir til kærleikan – enntá Guds kærleika, sum ífylgi Skriftini er hin størsti. Men júst her er ein yvirskipaður principiellur trupulleiki: Tí um slík argumentatión og nýtsla av kærleikanum er nóg góð grundgeving – so eru principielt nógvar aðrar hjúnalagskonstellatiónir fyri framman.
Jú, fjølbroytni eru tey allarflestu av okkum fyri – men her tosa vit um nakað heilt annað. Og yvir fyri slíkum grundleggjandi møguligum broytingum, ið harafturat er ein klár uppgerð við Guds skapanarvilja, føðist so ein annar logiskur spurningur: Jamen, er tað ikki onkursvegna ein andsøgn, um vit sum Guds børn, sum kristi eftirfylgjarar, sum kristin tjóð, tilvita vilja arbeiða fyri at gera hjúnalagsskipanir, ið beinleiðis ganga Halgubók ímóti?
Jú, persónliga hava vit øll helst nokk at svara fyri.
Men her tosa vit um mikið meira – og spurningurin er, um dagsins vesturlendski hugsunarhátturin ikki átti at funnið aftur til sín ríka arv, tá ið nú alt fleiri lond – við lóg – beinleiðis blástempla tað, ið skal eitast at vera eitt hjúnalag. Í donsku fólkakirkjuni heldur man seg enntá kunna geva Guds signing yvir slíka skipan.
Eg meini, at vit – hóast ymiskar áskoðanir - eiga at lata tað absolutta fáa loyvi at standa sum tað absolutta – innsett av Gudi – meðan vit kunnu og til tíðir skulu vera broytingarsinnaði í málum, ið hava relativan karakter. Á tann hátt kunnu vit í nógv størri og sterkari mun, sum kristin tjóð og kristin fólk, áhaldandi standa saman um mentanararv okkara, ið er bygdur á kristna siðalæru!
Og vil eg nú endurtaka og enda við Jesu orðum – søgd til okkum øll: ‘Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera’. Lat okkum á tann hátt, so ymisk vit enn eru, í orði og verki fylgja og heiðra Gudi og frelsara okkara, Jesusi kristi. Amen.
Latum okkum biðja!
Jesus, gev okkum av hjarta at elska øll menniskju av tí einfaldu orsøk, at vit eru elskað av tær.
Lat kirkju tína - eisini í komandi tíðum - verða opna fyri øllum menniskjum og samstundis verða standandi á tíni grund.
Takk fyri trúargávuna – lat hana føra okkum fram á lívsins ævigu leið! Lat ungdómin og familjuna kenna vernd og samleika í tær. Ver teimum gomlu nær og lat tey hvíla hjá tær, ið skjótt skulu inn um deyðans gátt.
Harri, ver eisini á ein serligan hátt hjá løgtingi, løgtingsformanni, landsstýri, løgmanni og húsi hansara, drotning og húsi hennara.
Og somuleiðis biðja vit um signing yvir samkomur og føroysku fólkakirkjuna – við biskuppi á odda.
Takk fyri virki fólk – á landi og sjógvi – og fyri okkum øllum biðja vit um tína andligu sum tímiligu signing.
Gev okkum øllum so av nýggjum gleði í tínum fullgjørda verki og treysti til altíð at fylgja tær eftir.
Og Harri, lat so títt livandi orð, við dópi og altarborði, áhaldandi vera keldan og vegurin til virki trúarlív her á landi.
Síggj í náði til okkum. Tað biðja vit um í Jesu navni.
Amen.