Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2010
Náði veri við okkum og friður frá Guði, Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi.
Hetta heilaga evangeliið ólavsøkudag - eftir aðru tekstarøð - skrivar Jóhannes
evangelistur, 12. kap. 24.-26. v.:
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisinitænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin
æra hann.
Amen.
Ólavsøkudagur er dagurin, har føroyingar steðga á.
Hetta er tjóðardagurin, har fólkið stevnir saman í álvara og gleði, og hevur gjørt tað gjøgnum øldirnar.
Hetta er dagurin, har gudstrúgv og lóggáva seta sín dám.
Dagurin, vit eru tilvitað sum fólk og tjóð.
Dagurin, vit lata gomlu kristiligu virðini tala til okkara inn í eitt nýtt ættarlið og eina nýggja tíð, og dagurin, har landsins kosnu kvinnur og menn byrja nýggja tingsetu at arbeiða og lóggeva fyri tí fólki, sum her býr – at skapa góð livikor fyri øllum bæði á sjógvi og á landi.
Hetta er eisini dagurin, vit eiga at fegnast og at vera takksom fyri hetta landið, vit búgva í, har hvør einstakar hevur nakað at geva, eisini tann fremmandi, sum hevur sett búgv okkara millum.
Í Føroyum er talan um gamla búseting við einum fámentum fólki, sum hóast kørgu korini og mótburð er hórað undan, og hevur ment seg til eitt fólk við ríkari mentan. Tjóðin, sum hevur bart seg upp eins og fræið úr døkku moldini til góðar gróðrarríkar tíðir á sjógvi og landi.
Prædikuteksturin ólavsøkudag, er um hveitikornið: “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”
Orðið um hveitikornið er lívgevandi. Hveitikornið, sum verður lagt í døkku moldina rennur spakuliga upp. Tað vinnur á myrkrinum, tá ið tað lívgast av hitanum og ljósinum og sprettur.
Hveitikornið er ein av mongum myndum, Jesus brúkar um seg sjálvan og týdningin við lívi og deyða sínum og uppreisn síni.
Lagnan hjá hveitikorninum er myndaliga tann sama í teimum andligu sum í teimum tímiligu viðurskiftunum.
Hveitikornið spírar og verður til eina nýggja plantu við grógvandi aksi, eftir at hveitikornið sjálvt er fúnað og er burtur. Tað eina kornið verður til tey mongu.
Í andans ríki doyði Jesus og reis upp av grøvini til bjargingar fyri øll, sum trúgva á hann.
Orðini lýsa kjarnina í allari kristiligari talu tí uttan trúnna á Jesu deyða og uppreisn, er eingin frelsa og einki ævigt lív.
Tað býr eisini meiri í hesum orðunum.
Myndatalan er greið. Umframt at vísa á kristiliga sannleikan, so fevnir myndatalan so víða. Um alt tað, sum hevur eina byrjan, um umstøður og um úrslit.
Vit eru øll í einum samanhangi. Vit hava okkara relatiónir. Vit hava eina ábyrgd fyri øllum tí, sum skapað er.
Vit fjálga og lívga um lívið.
“Lívið dýra undur eg var lutur av – eitt ævinleika boð av magn og anda...”
Soleiðis yrkir eitt av skaldum okkara.
Eitt annað av skaldum okkara yrkir: “Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit”...
Meginreglan í kristindóminum er, at Guð sær í náði til øll menniskju, og náðin verður givin fyri einki við trúnni á Jesus Kristus.
Men menniskjans vilji vil og hugsar øðrvísi.
Tá ið menniskjað setir á eitthvørt ella fer undir eitthvørt, liggja ofta aðrir tankar og hugsanir aftanfyri.
Vit menniskju leggja ætlanir, brúka snildir og viðhvørt eisini vald at fáa tað ígjøgnum, sum tænir egnum áhugamálum ella áhugamálum hjá ávísum bólkum best.
Dupulta kærleikaboðið – um at elska Guð og at elska næstan – hevur ikki altíð bestu sømdirnar, tá ið avgerðirnar skulu takast, tað veri seg hjá einstaklingum ella hjá eini størri fjøld.
Øll hava vit eitt virði í Guðs eygum – men vit ásanna skjótt, at Guðs eygu og mamma eygu síggja ikki altíð tað sama.
“Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív,” hoyrdu vit í evangeliinum.
Tann, sum elskar lív sítt? Hvør er ikki góður við lív sítt í hesum heimi? Tað skal livast fult út!
Men evangeliið vísir okkum, at tá ið lívið einans verður livað sum eginkærleiki og sjálvsøkni, so er hetta ikki í tráð við kristiliga talu og kristiliga lívið.
Við eginkærleikanum og tí sjálvsøkna lívinum kemur menniskja ongantíð longri enn til sítt egna eg. Alt snýr seg um ein sjálvan. Tá verður lívið hjá tí einstaka sjálvupptikið og avlagað og við ongari virðing hvørki fyri Guði ella monnum. Tað verður eingin frukt – einki úrslit. Tað fúnar burtur í einki.
At hata lív sítt er at lata myrkursins tankar og kreftir ráða, og soleiðis ikki at hava eyguni opin fyri næstanum, hvør hann so er. At elska lív sítt er at avnokta sjálvan seg og tað illa, sum býr í einum og fylgja Jesusi og orðum hansara eftir.
Vit byrjaðu gudstænastuna við bønini: Vit takka tær himmalski faðir, at tú gavst Ólavi kongi náði og kraft til at seta upp krossmerkið millum fólk okkara og at grunda tína heilagu kristnu kirkju her í heimlandi okkara.
Í dag fyri 980 árum síðani doyði Ólavur kongur í stríði á Stiklastøðum. Hann hevði tikið við kristnari trúgv og arbeiddi fyri, at henda sannføringin eisini skuldi verða galdandi í Noregs ríki.
Ymiskar kunnu meiningarnar verða um Ólav kong og tað, sum hann bardist og stóð fyri. Tað er tó ein sannroynd, at vit í dag enn minnast hesa søguliga hending saman við boðskapinum, sum er knýttur til frækornið, sum varð lagt í jørðina.
Í báðum hesum førum er talan um eina byrjan.
Tað er altíð við spenningi, vit seta skjøtil á eithvørt – tá ið okkurt nýtt verður byrjað.
Vit vita av góðum grundum ikki, hvat úrslitið fer at verða – men vit fara undir uppgávuna við vón og góðum treysti, at arbeiðið man fara at eydnast. Henda kenslan er okkum í holdi borin.
Í fluttum týdningi hevur hveitikornið, sum verður lagt í jørðina, stórar møguleikar, men avgerðandi er, at umstøður eru, so hveitikornið kann trívast. Hveitikornið skal hava alt, sum skal til frá náttúrunnar hond fyri at kunna festa rót, næla og trívast, men vit vita, at tað er ein sum gevur vøksturin. Tað er greið tala.
Kend er søgan um prestin, sum hevði ein vakran urtagarð og eitt av sóknarbørnunum kom framvið og rósti Várharra, hvussu góður hann var, at urtagarðurin kundi gerast so vakur. Presturin hugsaði sítt, og segði stillisliga: So skuldu tygum bara sæð urtagarðin, tá ið Várharra var einamallur um at røkja hann!
Møguleikarnir eru altíð til staðar við øllum tí, sum er latið av Skaparans hond – hvussu tað enn sær út! Karmar og umstøður eru ymisk, men evangeliið til okkara sigur, at hjá Guði er einki ógjørligt – vit menniskju eiga at brúka evnini, vit hava fingið hvør í sínum lagi. Vit eru Guðs víngarðsfólk.
Grundarlagið er lagt. Vit hava fingið evangeliið – gleðiliga boðskapin – av náði fyri einki – og eiga at siga takk!
Avleiðingin av evangeliinum skal vísa seg í tænastu fyri næstanum, hvussu og hvør hann so er: at hjálpa tí illa stadda og vera teimum veiku til hjálpar og minnast orð Harrans, tá ið hann sigur: “Sælari er at geva enn at taka!”
Eg komi at hugsa um søguna um gamla mannin, sum var farin í kirkju við abbasoninum.
Trúliga hevði gamli maðurin gingið kirkjugøtuna og sitið undir orðinum í fasta stólinum. Komnir innar í kirkjuna og í stólin, boygdi gamli maðurin høvdið og sat við foldaðum hondum og afturlatnum eygum fram á næsta bonk.
Abbasonurin skimaðist kring um seg í kirkjuni og hugdi uppá abban og spurdi: Abbi, hvat gert tú. Abbin svaraði: Eg biði! Ein løta gekk. Og drongurin spurdi aftur: Abbi, hvat biður tú um? Abbin svaraði sáttliga: Várharra veit hvat okkum tørvar!
Várharra veit at geva børnum sínum góðar gávur. Hann hevur skapað okkum, hann hevur givið okkum lívið og alt, sum hann hevur skapað til okkum at umsita.
Vit kunnu seta spurningin: Hvussu við børnum hansara: vita tey eisini at geva hvør øðrum góðar gávur? Tað er spurningurin til okkara.
“Tænir nakar mær, fylgir hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera.”
Tað verður ofta sagt í kristiligum høpi, hvat tú skalt gera ella ikki gera og gerningarnir verða mettir eftir stødd sum um hetta skal verða atgongdin til ta ævigu sæluna.
Skyldan hjá tí, sum trýr er, at tá ið hann er sannførdur við Guds Heilaga Anda um, at syndirnar eru fyrigivnar, so er avleiðingin at liva eitt kristiligt lív.
Og í kristiliga lívinum er høvuðsyvirskriftin at elska næstan... “tí hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan, 1.Jóhs.4,11.”
Vit eru tænarar hvør hjá øðrum, har sum vit eru stødd ella verða sett! Um vit sita frammi í kór í kirkjuni, í skipinum, í kirkjum- og samkomuhúsum ella har tvey ella trý eru saman komin í Jesu navni – tað, sum er galdandi fyri okkum øll er: at tað er kærleiki Krists, sum eigur at valda í okkum øllum!
Tað er skyldan hjá einum kristnum menniskja at vísa umsorgan fyri næsta sínum. Hetta er ein kristiliga dygd.
At vísa umsorgan fyri øllum: Góðum korum fyri øllum fólki okkara. Tað er at vísa á gongdar leiðir og stimbra og menna gudgivnu evnini hjá tí einstaka og ikki at køva tann lítla spíran ella neistan, sum boðar frá lívi og vøkstri. Vit eru øll rík við teimum evnunum, vit hava fingið frá skaparans hond.
Ríkidømi í einum landi eigur ikki at verða mett í krónum og oyrum, men eftir hvussu vit umsita krónurnar í umsorganini fyri okkara næsta.
Úrslitið av tí lítla frænum kann bæði eydnast og miseydnast. Hveitikornið, sum varð lagt í jørðina doyr fyri at og geva góðan ávøkst.
Gleðiligi boðskapurin í dag er um hetta hveitikornið, sum gevur okkum øllum eina livandi vón sum er knýtt til Jesus Kristus, harra og frelsara okkara, og til tað ríkið, hann hevur kallað okkum til, men eisini til tað lív, vit liva her á fold!
Uppgávan hjá okkum er at geva frænum gróðrarmøguleikar og lata Guð geva vøksturin. Tí innihaldið í gróðrarmøguleikanum er gudgivið.
Gævi vit øll fáa styrki og megi úr Guðs orði um hveitikornið at liva lív okkara saman við næsta okkara og øllum teimum vit samskifta við bæði burturi og heima.
“...Tí fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.”
“Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív.”
So lær meg, o, Harri, at tæna tær her/og nýta tað pund mær er givið,/ í dagligum virki, í orði og gerð/ tí bróður at hjálpa, sum veikari er,/ at elska, tí tað er at liva./ Og gev mær so vist/ eitt navn, Harri Krist,/ sum í tíni lívsbók er skrivað.
Amen.
Latum okkum øll biðja:
Alvaldi, ævigi Guð!
Vit biðja teg, Guð og faðir okkara, ver tú hjá okkum øllum við náði og hjálp og signing tíni.
Ver hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og eru stødd í neyð, hvar tey eru og hvørji tey eru; gev tú teimum ein lætta frá tær og birt tú eitt ljós fyri teimum!
Troysta øll tey, sum sorgarbundin eru; sit hjá øllum, sum sjúk eru; ver faðir at faðir- og móðirleysum; ver verji hjá einkjum og einkumonnum; ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan hava!
Styðja øll tey gomlu teirra seinastu spor; ver við teimum, sum standa mitt í lívsyrki sínum, at tað alt má verða gjørt fyri ásjón tíni og í tænastu tíni; ver við børnunum og teimum ungu og varðveit tey, at tey ikki mega villast burtur úr Harrans Jesu sporum, men lat tey vera í fylgi hansara og hjálp teimum at stríða lívsstríð sítt undir merki hansara, at tey mega vinna sigur!
Kæri himmalski Faðir: Vit takka tær fyri, at tú hevur savnað okkum til eina tjóð og givið okkum hetta landið, varðveitt fólkið til henda dag, og í dópinum gjørt tað til eitt kristið fólk.
Men vit hava ikki virt náði tína, sum vit áttu; misgerðir okkara eru fjølmangar og skuldin ovurstór.
Tak ikki náði tína frá okkum, lat navn títt verða heilagt okkara millum, lat orð títt leiða okkum og anda tín læra okkum gudsótta.
Tak tú gudloysi, illvild og ólevnað burtur úr hjørtum okkara. Gev tú, at rættvísin, sannleikin og bróðurkærleikin vinna sigur.
Lat frælsi, frið og gleði trívast væl í okkara landi.
Halt tú við megnarhond tíni yvirvøldini uppi og lat hana vera fólkinum til signingar. Ver við løgtingi og landssýri, nú nýggj tingseta byrjar – gev okkum góðar og rættvísar lógir. Ver við drotning okkara og húsi hennara og løgmanni og húsi hansara.
Verj tú føðiland okkara og alt fólkið.
Lat frið og sátt og semju valdu fólkanna og landanna millum og ver við útvalda fólki tínum.
Vit biðja fyri orði tínum, har tað verður boðað í kirkjum og samkomum her á landi.
Fyrigev okkum syndir okkara, og gev tú børnum tínum at semjast, soleiðis sum tín vilji er. Rek tú burtur allan illgruna, alla misfatan og alt tað, sum forðar okkum at finna saman í semju. Gev okkum skynsemi at skilja hvør annan rættiliga, so at vit saman betur og betur fata sannleika tín.
Ver við landsmonnum, sum eru í útlondum.Ver við sjófólki okkara og vælsigna starv teirra. Gev teimum vissu fyri, at tey eru í tínum hondum.
Varðveit okkum frá landaskaða, frá farsóttum, frá uppreistri, frá arbeiðsloysi og hungri, frá klandursemi og fólkatýning.
Lat gudsótta vera styrki okkara og kærleika og rættvísi vera æru okkara.
Lat okkum eiga signing tína, so at vit vera øðrum til signingar, og náði tíni til prís og heiðurs.
Við Jesusi Kristi, harra várum!
Amen.
Sálmar: 29, 31, 586 – 326, 585