Miðføstu sunnudagur
Tað eru tveir sorgarleikir, sum eyðkenna menniskjuna”, sigur Oscar Wilde, “tann eini er ikki at fáa tað, tú ynskir tær, og hin er at fáa tað”.
Mundi tað vera nakað av hesum sorgarleiki, sum búði undir har maðurin sat í einum snartoki og hevði úr at gera. Hann sat og multitaskaði við sínari berbaru teldu, sínum kalendara og fartelefon. Hann skrivaði og hugsaði og tosaði í telefon og avtalaði fundir, deadline og framtíðina, hann var í gongd uttan steðg, inntil kvinnan yvirav honum legði hondina á knæið hjá manninum og segði:” Veitst tú ikki, at Gud flennir, tá vit leggja ætlanir?”
Hví hevði maðurin so nógv um at vera, meðan hann sat í snartokinum, var tað neyðugt? Ella er tað ein meira ein sannleiki enn sorgarleikur, at vit menniskju ikki klára einki at gera, vit orka ikki, at einki hendir, vit klára ikki kensluna av keðsemi. Einki er meira ótolandi enn at kenna seg í einari støðu sum líkist deyðavatn, eingin streymur, sum ger lívið spennandi, einki, sum fær okkum at søkja víðari. Man tað fullkomna yrkisloysi fáa okkum at kenna okkara máttloysi, tómleika? Tað er sjáldan málið í sær sjálvum, lutirnir, sum vit tráa eftir, nei tað leitanin í sær sjálvum, sum er umráðandi, spenningurin. “Um Gud í sínari høgru hond hevði allan sannleikan og í sínari vinstru hevði leitanina eftir sannleikanum og hann segði: Vel – so hevði eg eyðmjúkur fallið á knæ fyri hansara vinstru hond og sagt:” Faðir tann reini sannleikin er bara fyri teg”, sigur Blaice Pascal. Heldur leita enn finna, við øðrum orðum. Er hetta eyðmýkt ella stórlátnir? Hví blikna lutirnir sum følnað bløð so skjótt vit hava fingið teir? Um tað er nakað um tað, sum Oscar Wilde sigur, at tað í hesum heimi eru bara tveir sorgarleikir, “tann eini er ikki at fáa tað vit ynskja, og hin er at fáa tað”, so mega vit spyrja, hví tað í grundini er so, hví er leitanin eftir sannleikanum meira enn sannleikin sjálvur, hví er stríðið á leikvøllinum meira enn sigurin? Hvat er tað, sum ger at vit alsamt vilja leita og søkja og jagstra og tráa? Fjalir hetta yvir ein djúpan eksistentiellan tómleika? Hvat mangla vit? Vita vit tað? Kanska kunnu vit bara koma í tankar um teldu, internet, fasebook, ella eina feriu í Thailandi. Kanska kenna vit ikki orðini fyri tí vit mangla? Kanska mangla vit einki, vit hava alt, familju, vinir, arbeiði, áhuga, spennandi avbjóðingar. Vit vilja bara finna frið og vera til í tí lívinum, sum er okkara, finna tað, sum gevur øllum meining og innihald. Men vita ikki hvussu vit skulu metta okkara hungur og sløkkja tostan. Kanska leingjast vit bara eftir at onkur sær okkum og sigur:” Ver tann tú ert, ikki meira, ikki minni, ikki ein annar. Hvussu kann tað at leita fyri at leita víðari skapa nýtt lív í okkum? Kann okkara leitan og tráan siga nakað um hvørji vit eru? Kanska hungra vit eftir onkrum sum kann hjálpa okkum at finna tað, sum skapar lív í okkara lívi.
Hvat sigur dagsins tekstur? :” Eg eri hitt livandi breyði, sum kom niður av himli; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir”, sigur Jesus m.a. Ljóðar hetta ikki rættiliga spekulativt?
Jødarnir ilskaðust tá teir hoyrdu Jesu talu og vit hava hug til at yppa øksl og siga tað sama, sum teir:” Er hetta ikki Jesus sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann siga:” Eg eri komin niður av himli?” Tað sum er komið við Jesusi er komið úr Nasaret og ikki av himni....
Og skulu vit taka Jesu orð fyri áljóðandi, hvat merkir so tað at eta tað breyðið, sum Jesus er, sum er komið niður av himli? Eru vit yvirhøvur áhugað í einari føði, sum mettar á slíkan hátt at okkum ikki nýtist at vera svong aftur. Við Oscar Wilde og Blaice Pascal vilja vit heldur verða svong enn mett, vit vilja heldur leita eftir breyðið, finna tað og eta tað, og framvegis vera svong; vit falla heldur á knæ fyri manninum í snartokinum, sum hevur teknað ein ósjónligan sirkul rundan um seg á internetinum og hevur sett seg sjálvan í sentrum. Sum um hann kann metta seg sjálvan við arbeiði njótilsi, uppliving. Og hví skuldi hann eisini seta sítt álit á nakað, sum er uttan fyri hansara ætlanir og eftirlit? Sum enntá sigst hava tað, sum mettar í allar ævir? Um Jesus hevði lívsins breyð í sínari høgru hond og arbeiði fyri dagliga breyðinum í sínari vinstru, hvat hevði hann valt? Hevði hann valt tann ómettiliga tørvin eftir nøkrum nýggjum, nøkrum meira spennandi og alsamt avbjóðandi? Er hetta eitt reelt alternativ?
Vit vita, at maðurin í tokinum ikki sleppur undan at boyggja seg fyri tí sannleikanum, at “Lívið er tað, sum hendir nú og her meðan vit leggja aðrar ætlanir”. Lívið er meira og annað enn okkara ætlanir. Um hetta eisini er ein sorgarleikur kunnu vit vera ymisk á máli um, men at “Gud flennir meðan vit leggja ætlanir”, sum tað er sagt, er ikki tað, Joh ev. strikar undir í evangeliinum í dag. Tí “tað avgerandi í kristnu trúnni snýr seg ongantíð um, hvussu vit síggja Gud”, men hvussu Gud sær okkum. Og í evangeliinum verður júst sagt, hvussu Gud sær okkum: Gud er ein Gud, sum kemur við lívsins breyði til heimin. Tí lívið er meira enn at eksistera frá minutt til minutt sum biologisk menniskju. Og hann kemur á tann hátt, at hann “dregur” menniskju til Jesus, sum tað verður sagt.” Eg eri komin niður av himli ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg”, sigur Jesus. “Og hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi”. Hvussu henda megin hjá Gudi virkar, er ein loynidómur. Vit vita bara at hon virkar á tann hátt, at menniskju koma til Jesus, og vit vita at hon ávirkar eisini tey av okkum, sum ilskast og spyrja og hava hug til at yppa øksl.
Tað var einaferð ein munkur, sum búði í einum klostri. Hann bað 7 ferðir um dagin. Hann læs í sínari bíbliu, og hann yngsti av innasta hjarta at síggja Jesus í eini sjón. Ein dagin meðan hann bað, varnaðist hann eitt kámt himmalskt ljós í munkaklivanum. Hann varð ovurfegin, endiliga slapp hann at síggja Jesus. Klokkan ringdi á klosturgrindina. Tað var døgurðatími og í dag var tað hansara túrur at deila breyð út til tey fátæku. Hann var harmur um at skula avstað. Ongantíð hevði hann býtt breyð út til tey fátæku uppá so stutta tíð. Hann vendi aftur til klivan. Og tá hann kom, varð allur klivin upplýstur í allarfagrasta ljósi. Og Jesus tók ímóti honum.” Men, harri”, segði munkurin, “hevur tú veruliga bíðað eftir mær?” “Ja”, segði Jesus,” men vart tú ikki farin avstað við breyði til tey fátæku, so varð eg ikki komin”.
Søgan strikar undir tað sama sum evangeliið, at kristna trúgvin snýr seg um nakað so ítøkiligt sum breyð. Í tekstsamanhanginum hevur Jesus júst mettað ein skara sum taldi okkurt um 5000 menn, tvs. umframt konur og børn. Og tað hevði Jesus, sum kunnugt, gjørt, við einans fimm byggbreyðum og tveimum fiskum.
Onkuntíð kunnu vit hugsa um trúgv og átrúnað sum hesi bara eru tankar og teoriir. Tankar og teoriir eru spennandi og mennandi og eisini avgerandi, men at lesa um breyð er ikki tað sama sum at eta tað. Bara tann, sum etur breyðið, veit, hvussu tað smakkar. Munkurin sá Jesus, tá hann í inniligari tráan yngsti at síggja Jesus og samtíðis ikki gloymdi tey fátæku. Og júst í hesum sambandi minnir søgan um frásøguna, tá Jesus mettaði tann hungrandi skaran við nøkrum byggbreyðum og smáfiskum. Jesus sá teirra dagliga tørv, mettaði skaran, og so gjørdi hann tað dagliga breyðið til mynd uppá seg sjálvan og tað æviga lívið. Hann hevði umsorgan bæði fyri tí tímiliga og andaliga. Tað dagliga breyðið og breyðið av himli eru tvær síður av somu søk. Vit hava brúk fyri báðum. Skilja vit tað av sonnum?
Tað dagliga breyðið, sum spillis skjótt er mynd uppá tað tímiliga og forgeingiliga. Tað heldur ikki leingi, kann illa sparast saman. Og tað er samtíðis tað mest basala og neyðuga í lívinum. Vit kunnu ikki liva uttan breyð, tí ljóðar bønin:” Gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Men menniskjan livur ikki av breyði eina, hvussu so suveren vit eru við øllum tí tøkniliga, hvussu væl fyri vit eru, væl í holdum, væl trimmað og altíð mett. Tí tað dagliga breyðið sum vit skulu liva av inntil vit doyggja, ger Jesus sum sagt til tekin uppá lívsins breyð, sum vit skulu liva av, hóast vit doyggja. Eru tað tveir sorgarleikir, sum eyðkenna menniskjuna, so mega vit hinvegin siga við evangeliinum, at tað eru tveir sannleikar, sum eyðkenna menniskjuna, soleiðis sum Gud sær okkum, og tað er at missa seg sjálva og samtíðis vinna seg sjálva. At doyggja og kortini liva, so satt sum Jesus er lívsins breyð komið niður frá Gudi. Hvørjum boyggja vit knø fyri? Eru vit tey, sum arbeiða og eta fyri at liva, og samtíðis tey, sum bara liva fyri at arbeiða og eta?
Vit kenna lívið, tá kærleiki og vinsemi fylla okkara eksistentiella tómleika og vit veruliga vera mett av sonnum, tí tað góða lívið bæði veksur og smakkar væl, meðan vit deila tað dagliga breyðið, og hjálpsemi og tey góðu orðini millum okkum.
Hvat merkir tað í hesum sambandi at eta lívsins breyð? Tak orðini, við altarborðið: Hetta er likam Jesu Krists, hetta er blóð Jesu Krists. Breyðið við altarborði kunnu vit ikki liva av, men tað er sum breyðundurið í evangeliinum. Í ljósinum frá Jesu uppreisn er tað í roynd og veru so, at tað breyðið, ið var til avlops á sinni, tá Jesus mettaði ta stóru mannamúgvuna, framvegis er tað breyðið vit kunnu deila út. Ella tak orðini, sum einglarnir søgdu við kvinnurnar úti við Jesu tómu grøv:” Farið avstað, sigið við lærusveinarnar: Hin upprisni Kristus fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum”. Orðini eru síðani á ein undursaman hátt farin undan okkum við Jesu nærveru og Guds miskunn, tey geva føðslu og styrki, har vit líta á at Gud kemur við lívsins breyði har vit búgva og har okkara lív og deyði eru - við harra várum Jesusi Kristi.