Jólaaftan (4)
Jólaaftan 2014 -Jólafriðurin Mikli
Tekstur : Luk.2,1-14 ....tekstarøð
Nú er jólaaftan Vit eru so mong komin saman, og eg veit, at børnini eru sera spent. Eg fari at spyrja ein spurning. Men tit skulu ikki svara hart: “Er nakar tykkara, ið hevur verið óður ella argur inn á onkran, eitt nú mammu ella pápa, ella inn á systkin - um tit hava nøkur?” Tit hava óivað fleiri roynt hetta.
Tá ið ein verður óður inn á onkran, er skjótt at gerast óvinir, og í ringasta føri fíggindar. Tað ljóðar ikki gott, og tað er tað heldur ikki. Tað kann enda við, at ein heldur tað er ílagi at hava ein óvin, tí so kann ein ganga og sannføra seg sjálvan um, at tey, ið einum ikki dámar, ikki eru fitt fólk, og so kann ein kenna seg betri. Hetta hendur tíverri alt ov ofta. Tað kann vera í familjuni, skúlanum og á arbeiðsplássinum, at ymsar støður stinga seg upp, og illstøða stendst av hesum. Tað kann eisini vera, at vit her í Klaksvík kunnu vera eitt sindur ørg inn á tey í Havn og umvent. Men tíanbetur er hetta sum oftast bara til stuttleika, og tað eru nógvar góðar søgur sprotnar úr hesum. Men tað er vandamikið, tá ið fólkabólkar reisast hvør móti øðrum. Tá er vandi á ferð, og á henda hátt eru ikki so fá kríggj byrjaði. Øll ynskja frið, men tíverri er tað ikki so.
Eg fari nú at greiða frá eini søgu, sum í nátt hevur 100 ár á baki. Tað eru óivað børn her, sum ikki hava hoyrt um 1.veraldarbardaga. Hetta kríggi vardi í 4½ ár. Tað vóru ikki bara lond í Evropa, sum vóru við, men eisini USA og Kanada.
Hetta kríggj er kent fyri tær mongu skotgravirnar, ið vóru gravir, har hermenninir kundu fjala seg. Her búði teir, og uppgáva teirra var, í røttu løtu at koma fram og skjóta fíggindan, sum eisini hevði gjørt sær gravir. Hetta var eitt ræðuligt lív. Um veturin var bítandi kalt, mat høvdu teir heldur ikki nóg mikið av, og teir saknaðu familjuna. Nú kemur søgan.
Tað var jólaaftan í 1914. Hermenn lógu í skotgrøvum í Flandern í Belgiu. Brádliga hoyrdu teir bretsku hermenninir sálmasang – “gleðilig jól” sungnan á týskum. Sangurin kom úr teimum týsku skotgrøvunum, ið vóru um 100 m burturi. “ Stille nacht heilige Nacht” sungu teir. Bretsku hermenninir kendu henda sálm, og teir gjørdist sera glaðir og heitir um hjarta, og teir róptu: “Haldið áfram.” Ein týskur hermaður var djarvur, reisti seg úr skotgrøvini og rópti: “Skjótið ikki.” Teir byrjaðu at seta kertiljós allan vegin framvið skotgrøvini, og ein av heryvirmonnunum tordi at ganga yvir ímóti bretunum og spurdi, um ein av teimum kundi koma ímóti honum og heilsa uppá hann. Har var ein, sum fegin vildi. Teir rættu hvør øðrum hond við ynskjum um gleðilig jól og byrjaðu at tosa saman. Fleiri hermenn komu nú fram úr grøvunum og byrjaðu at tosa saman og at býta ymiskt sína millum.
Hoyr, hvat ein týskur hermaður Josef Wenzl skrivaði heim til foreldur síni um jólafriðin. “Vit høvdu tikið eitt jólatræ við og settu tað miðskeiðis millum skotgravirnar og ringdu við klokkum. Allir kundi ganga, sum teir vildu, og tað kundi ikki falli okkum inn at skotið nakran. Tað, sum eg fyri bert fáum tímum síðani hevði trúð var heilt ógjørligt, sá eg nú við mínum egnu eygum. Tað var henda ótrúliga sjón: at millum skotgravirnar stóð eitt jólatræ, sum fíggindarnir nú hond í hond gingu runt um. Hesa sjón vil eg minnast alla mína tíð.”
Tíðindini um hendan jólafriðin komu víða. Av hesum komu teir fronsku og belgisku hermenninir eisini í jólahýr, og jóladag spældu bretskir og týskir hermenn fótbólt móti hvørjum øðrum, ið staðin fyri at skjóta við kúlum og krúti.
Tá ið nakrir generálar frætti um hetta, gjørdust teir í øðini, og hóttu við deyðadómi til teirra, ið ikki fóru niður aftur í skotgravirnar og hildu áfram við krígnum. Tað verður sagt, at heilt til endan av februar mánaði vóru hermenn, ið við vilja siktaðu skeivt. Søgan er hugtakandi, men endin er ikki góður. Tí ongantíð aftur hevur hetta endurtikið seg. Hjartaloysið fekk fastatøkur og jólanna sanni friður fekk ongantíð aftur takið í nøkrum kríggi. Mitt í hvøllum brestum av kanón- og byrsuskotum var bert ein løta friður og kvirra - tað var í 1914.
Mær tykir, at tað er sami friður og kvirra sum ger, at menniskju leita í kirkju í kvøld. Vit leita eftir tí sanna friði, sum bert jólaboðskapurin kann bera okkum. Vit uppliva ikki byrsuskot og granatsplintir, men allan desember mánaða verða vit undirdíkt við lýsingum og tilboðum um eitt og annað. Tí er gott at kunna leita inn higar í kvøld, og lýða á, hvat alt í veruleikanum snýr seg um.
Tað var avgjørt ikki friður á jørð, ta náttina Jesus var føddur. Í Betlehem var hópur av fólki komið saman. Nógvur gangur og nógv rokan. Fólk vóru móð, høvdu ferðast langa leið, tey vóru komin til Betlehem, nú fólkateljingin hjá Augustusi keisara skuldi vera.
Í einum fjósi kom, á miðjari nátt, friður til jarðar. Ikki bara tann friður sum er, tá ið vit sløkkja fyri útvarpinum ella fartelefonini. Nei, hetta er friður, ið breiðir seg millum Jósef, Mariu og hirðarnar. Hetta var tann friður, menniskju uppliva, tá ið Guð er nær. Tey sóu andlitið á Jesusbarninum, og tey sóu, at hetta var Guð. Hesa náttina, hann varð føddur, trongdi hann inn í hjørtu teirra vaksnu á ein hátt, sum bara eitt nýføtt barn megnar tað. Hesa fyrstu jólanátt sungu einglarnir fyri hirðunum um frið. Henda saman frið lovar Jesus eisini okkum. Henda frið, sum vit kunnu fáa hjá honum, tá ið vit koma til hansara við øllum tí, ið nívir okkum. Hansara friður er ikki vápnahvíld, men friður hansara er, at vit gerast sátt við hann og tað lív, ið hann hevur at geva okkum. Friðurin er, tá ið vit varnast, at hann er hjá okkum og gongur við lið okkara gjøgnum lívið, hvussu tað enn háttar sær. Tí er tað bara barnið í krubbuni, maðurin á krossinum hin upprisni Jesus, ið kann skapa tann sanna jólafriðin og jólagleðina í okkum. Tað var í gleði yvir tað, hann hevur gjørt fyri okkum, at kanónirnar, hesa náttina fyri 100 árum síðani, steðgaðu sínum hvøllu brestum. Tað er í gleði yvir Guðs komu til jarðar, at vit í kvøld koma í kirkju at syngja jólasálmar, ið veruliga kunnu geva okkum jólagleði og frið. Friðin í Jesusi Kristi. Tað er í eyðmjúkt at vit venda okkum til barnið í krubbuni við tøkk. Eins og Bono forsangarin í bólkinum U2 tekur til. Tað er í sjálvum sær stórbært, at tað er ein megið av kærleika og meining við øllum í alheiminum, um ein trýr tí. Men henda hugsan, at tann kærleiki og meining at koma til sjóndar sum lítið barn føtt í fjósi, í allari armóð, er genialt, og fær meg at falla til kníggja bókstavligt. Guð sum gjørdist menniskja okkum til frelsu. Lat Guðs frið fáa loyvið at koma inn hjá tær hesi jólini, so tað av sonnum kunnu gerast eini gleðilig jól,
Nei, hjarta, sál og sinni skal nú upp latast tær.
Her skalt tú búgva inni,kom, Jesus, gist hjá mær.
Tað er ei fremmant býli,so dýrt tað keypti tú.
Nú tryggur her tú hvíli í kærleika og trú. Amen