Skriva út

Jólaaftan (3)

Jólaprædika

Fyrst av øllum: Gleðilig jól!

Vit hava hoyrt gleðiboðskapin, at frelsarin er føddur. Vit hava hoyrt um einglasongin, hirðarnar og um Mariu, sum føðir Jesusbarnið.

Prædikan her fer at snúgva seg um ein statisti í jólaevangeliunum. Um ein mann, sum hoyrir til og altíð verður nevndur, men sum ikke traðkar nakað serligt fram. Ja, han er fyri nýggja testamenti, hvat Prins Henrik er fyri kongahusið.

Talan er um Jósef.

Hyggja vit eftir bíløtum av tí heilagu familjuni í fjósinum, síggja vit høvuðspersónin Jesus í krubbuni, Jesu móðir, Mariu – og so Jósef.

Han stendur ofta eitt sindur frá, men er tó altíð við.

Eg havi hoyrt eitt týkst úttrykk: Du stehst wie Josef an der krippe /
ella: Tú stendur sum Jósef við krubbuna. Tað var brúkt um ein mann, sum var farin út at keypa við unnustuni hjá sær, sjálvt um hann ikki tímdi. Hon fór inn í prøvarúmið og hann stóð uttanfyri og bíðaði. Har stóð hann so pent uttan egentliga at gera nakað serligt, tað var ikki hann, tað handlaði um. Og soleiðis gekk dagurin. Hon passaði klæðir og han bíðaði – han stóð har sum Jósef við krubbuna.
Jósef stendur altíð í nærheitina og hyggur at. Ger onki serligt.

Eitt annað dømi:

Eitt par hevði fingið eitt barn og skuldi hava barnadóp. Í kirkjuni talaði presturin til gummunar og gubbanar, doypti barnið og rætti so pápan eitt dópsljós við orðunum: Hetta fært tú, so nýtist tú ikki at standa sum Jósef við krubbuna.

Har var tað aftur. Øll hava okkurt, tey skulu gera í søguni. Maria, hirðarnir, vísmennirnir – men Jósef? Hann stendur við síðuna av og hyggur.

Vit hugsa ikki nógv um Jósef, han er har bara. Og ídag er tað kanska ikki so undarligt hetta, at eitt ógift par fær eitt barn, og heldur ikki, at pápin Jósef í veruleikanum er ein bónus-pápi, á tann hátt er jólaevangeliið nokk so modernað, kundi man sagt.

Men tá, á Jesu døgum, var tað ein katastrofa, at ein ung, ógift kvinna varð við barn, og tað við einum øðrum manni. Jósef kundi væl haft annullerað forlovilsinum, og so hevði Maria verið steinað fyri utugt.

Men tað ger Jósef ikki. Hví? Jú, hann hevur droymt, at ein eingil hevur biðið hann taka sær av Mariu og barninum, tí tað er Guðs barn.

Tað er har, Jósef traðkar í karakter, tað er har, hann vísir seg at hava ein týðandi leiklut í Guðs ætlan. Tí er Jósef vigtig, han tekur sær av Jesusi og Mariu. Bæði á ferðini til Bethlehem, sum fødselshjálp, og undir teirra flýggjan til Egyptalands. Og seinni, undir uppvøkstrini, er hann eisini sum ein pápi fyri Jesus, tað hoyra vit í søguni um Jesus í templinum 12 ár seinni. Men so hvørvur Jósef út úr søguni aftur, hansara leiklutur er útspældur.

Har stendur einki um, at Jósef ger tað, sum han skal, við gleði. Hann ger tað, tí at tað er Guðs vilja, og so kann tað ikki vera øðrvísi.

Sum allir aðrir figurar í bíbliuni, verður Jósef ímyndaður á ein hátt, soleiðis at vit síggja hansara leiklut í søguni sum heild. Øll hava ein leiklut. Øll kunnu ikki spæla høvuðsleiklutin, men tað er heldur ikki poingið. Hvørki í bíbilsku forteljingunum ella í lívinum, sum vit kenna. Um øll útfylla tað plássið sum er teirra, gongur tað upp í eina hægri eind, brikkanir fella uppá pláss.
Hvør kennir ikki hetta, at man hevur ymiskar leiklutir alt eftir samanhanginum? Tann eina dagin hevur mann føðingardag og er í sentrum, onkur annan dag er man við til eitt arrangement og stuðlar ella koyrir børn til fotbólt.

Tann góði Jósef kundi kanska inspirera okkum til hvør sær at finna tað plássið, sum er okkara. Eisini tá vit ikki spæla høvuðsleiklutin. Og so líta á, at lítlu leiklutinir eisini hava týdning í tí stóra samanhanginum.

Og tá tað kemur til stykkis, so spælir man ongantíð høvuðsleiklutin í egnum lívi, kristiliga sæð. Næstin skal altíð hava heiðursplássið, soleiðis kann næstrakærleiksboðið tulkast. Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.

Tað kann ljóða eitt sindur keðiligt, at næstin, tað vil siga ein og hvør, sum tørvar hjálp, hevur so stóran leiklut í mínum lívi, men tað virkar eisini hinvegin rundt. Tann dagin eg havi brúk fyri hjálp, verði eg vónandi høvuðspersónurin hjá onkrun øðrum.

Kanska er tað tað sum er sjálv meningin í lívinum, at vit skulu vera her fyri hvønannan, serliga, tá á stendur.

Máttu vit sum Jósef sæð, at vit øll hava ein leiklut her í lívinum.

Onkuntíð spæla vit eina stóra rolli, og onkuntíð lítla. Men óansæð, hava vit ein týðandi leiklut.
Soleiðis kunnu vit sum Jósef standa og hyggja at krubbuni og hugsa at hetta undrið, at koma til jarðar, hevur Guð gjørt, tí at eitthvørt menniskja hevur eitt virðismykið pláss í Guðs frelsanarsøgu. Og við Jesu føðing, deyða og uppreisn, so endar hendan søgan gott!

Lov og tøkk og allan heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Jólaftan 2015