Dýri biðidagur
Matt 7, 7.-14. ørindi - Seinna tekstarøð.
Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? Ella man hann vilja geva honum ein orm, tá ið hann biður um ein fisk? Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðir tykkara, sum er í himlunum, geva teimum góðar gávur, ið biðja hann! Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir. Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.
Amen.
Prædika:
Biðið! Søkið! Bankið uppá! Tað er, tað Jesus bjóðar sínum áhoyrarum at gera. Biðið! Søkið! Bankið uppá! Komið fram! Ikki læsa tykkum inni við tykkara stúran og trega. Svarið aftur! Og tit fáa! Tit skulu finna! Latið skal verða upp fyri tykkum!
Tí, sum einki tørvar, hevur einki at biðja um. Tann, sum ikki hevur mist, leitar ikki. Standa hurðar upp á bak,nýtist einum ikki at banka uppá. Hann ella hon livir ikki, elskar ikki og hevur ongantíð gjørt tað. Tí ein og hvør, sum livir og elskar, kennir til óttan fyri at missa – og hevur kanska roynt tað fleiri ferðir longu.
Vit kunnu hava mist onkran, vit vóru góð við – deyðin ella skilnaður kom upp ímillum. Mist seg sjálvan burtur – kanska er ikki brúk fyri einum meir – á arbeiðsplássinum, í hjúnarlagnum, í mun til børnini? Og hvør er ein tá – tá alt tað, sum ein skilti seg sjálvan út frá – er horvið?
So standa vit har, avbard og einsamøll, í skuggadali – hvussu koma vit so fram á leið? Biðið, so skulu tit fáa, søkið, so skulu tit finna, bankið uppá, so skal vera latið upp fyri tykkum. Tí soleiðis skal tað vera. Tað er Harrin sjálvur, sum talar!
Ófatuligt, ella hvussu? Kanska passar hetta ikki. Hvat skulu vit biðja um, og hvat fáa vit?
Hvørjum skulu vit leita eftir, og hvat finna vit? Hvørja hurð skulu vit banka uppá, kanska? Og hvat síggja vit, tá hon opnast? Vit skulu ikki seta slíkar spurningar, tí tað eru ikki vit, sum skulu finna loysnirnar. Biðið, leitið og bankið uppá. Tað er tað, vit skulu gera. Og taka ímóti tí, sum verður givið okkum, og tað sum vit finna, fer ígjøgnum tær dyrnar, sum opna seg fyri okkum.
Tað snýr seg um álit. Barnsligt álit. Á henda hátt vendir eitt lítið barn sær til foreldur síni – við áliti. Við álitið á, at tey eru størri og sterkari – tey bæði kunnu og vilja hjálpa mær. Eg kann siga frá tí, sum plágar meg – og tað eru tey, sum leggja uppí og hjálpa.
“Eg eri svang”, sigur barnið við pápa ella mammu, tí tey kunnu geva teimum mat. Barnið hugsar ikki: er tað ikki meir at eta, nú má eg hungra, tí hvar fái eg mat? Barnið vendir sær til ein vaksnan í áliti á at tey kunnu broyta støðuna.
Ein nýtist ikki at hava børn sjálv/ur, fyri at skilja, hvat Jesus meinar við, tá hann fortelur um faðirin og sonin. “Hvør gevur soni sínum ein stein, tá hann biðjur um breyð, ella ein orm, tá hann biðjur um ein fisk?” Sjálvt um ikki øll hava verið foreldur, so hava øll verið børn. Og sjálvt um ikki øll hava havt ábyrgdarfull og elskulig foreldur, so veit ein og hvør, hvussu foreldur eiga at vera við børn síni.
Tá alt er sum tað eigur, so geva foreldrini børnum, tað, teimum tørva – dagliga umsorgan, vegleiðing og leiðbeining, kærleika og nærveru. Vit royna, eftir førimuni, at geva børnum bestu fortreytir fyri einum góðum lívi.
Vit vita, at tørvurin hjá barninum mangan verður settur fram um. Hetta sermerkir serliga tað fyrstu tíðina, tá foreldur bæði seta svøvn og mat til síðis til fyrimuns fyri lítla barni, sum er prísgivið hjálpseminum hjá teimum vaksnu. Soleiðis er tað mangan. Børnini venda sær til okkara í sorg og gleði og vit finna ein útveg.
Og tá tað er ein sjálvfylgja, hví er tað ringt at skilja, at vit skulu biðja, leita og banka uppá, eins og Guds børn, so fer faðir okkara í himmalinum at geva okkum. Vit kunnu biðja Faðirvár, sum hann hevur lært okkum.
Vit eru skapaði í Guds mynd, so vit líkjast honum. Tí kann Jesus brúka myndir av okkara kærleika til at siga nakað um Guds kærleika. Ikki alt er sagt um Gud, tí vit samanlíkna hann við ein góðan faðir. Men okkurt týdningarmikið er sagt.
Tak kærleikan, tú kennir úr lívinum og ferfaldað við Guds kærleika. So skilja vit betur, at vit skulu biðja, leita og banka uppá – taka ímóti, finna og fara um dyr, sum eru opnar fyri okkum, taka teir møguleikar, sum eru.
Kærleikin ger, at vit ikki kunnu vera glað, um tey vit elska ikki eru glað. Vit kunnu ikki njóta matin, um tann vit elska einki hevur. Tí teirra hungur er okkara hungur. Teirra pína er okkara pína. Og av og á ásanna vit, at vit hvørki kunnu metta ella linna pínu. Kanska hevur tú hvørki breyð ella fisk. Men tú kann geva av tí, tú hevur, um tað so bara er teg sjálvan.
Soleiðis var Jesus. Hann ikki bara gav seg sjálvan, hann gav okkum alt. Likam og blóð. Tað gevur hann framvegis. Tann kærleikin, sum heldur fram, har vit noyðast at gevast.
Tað veit Jesus væl. Hann veit, at mark er fyri okkara kærleika. Jesus upplivdi tað jú sjálvur: menniskju sviku. Soleiðis hevur tað verið alt síðan menniskja valdi heldur at líta á egna mátt og megi. So máttu vit hava reglur fyri at kunna liva saman: Lógin og profetarnir, sum verða til gyltu regluna.
Hin gylta reglan
Mt 7,12: ”Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.”
Einfalt – ikki at liva eftir, men at skilja. Hetta er vanligt vit og skil. Ein nýtist ikki at vera trúgvandi fyri at síggja tað. Bara ítøkiligt. Um tingini ikki skipa seg sjálv, so mugu vit fáa tað at bera til.
Henda talan – Fjallaprædikan – snýr seg fyrst og fremst um, hvat vit skulu gera, hvussu vit skulu bera okkum at. Hvønn veg, vit skulu ganga.
Vegurin til lívs
Mt v13 Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; v14 tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.
Hvør er tað, sum velur vegin til fortapilsi og glatan. Tað kann so væl vera vit sjálvi, tí vit hava ábyrgdina! Tí vítt er portrið og breiður er vegurin. Og tað er hin lættasti veguri. Einki er lættari enn at velja hin breiða vegin, har vit kunnu seta fulla ferð á og yvirhála alt. Við fullari ferð uttan at geva okkum far um vakurleikan ella hava ans fyri líðingini rundan um okkum.
Hvønn veg velja vit? Tað kann avgera ikki bert okkara egnu lagnu, men eisini lagnuna hjá øðrum. Tað, sum freistar her og nú, er tað minsta stríð av her og nú, men tað kann fáa álvarsligar avleiðingar.
Tað kostar at liva og at elska. Tað er eitt stríð mangan. Far inn um hitt tronga portrið. Men tú kann eisini velja tað, sum er beint fram – hitt víða portrið, hin breiða vegin. Tú kann velja fortapilsi ella glatan fram um lívið. Lat okkum velja lívið.
Amen.