Skriva út

8. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (1)

Marjun A. Lómaklett – prædika í Húsa kirkju 22. juli 2018: 
8. sunnudag eftir tríeindardag. Prædikutekstur: Matteus 7,22-29

Tekstur: Matteus 7,22-29

Marjun A. Lómaklett – prædika í Húsa kirkju 22. juli 2018:

Eg havi onkuntíð hugsað eitt sindur um, hvat tað er, sum ger eini ”hús” til eitt ”heim”? Tí hetta er als ikki sjónligt fyri henni ella honum, ið bert stendur og eygleiður eini hús uttanífrá, sum er ein bygningur, id fólk kunnu búleikast í. Ímóti hesum er heimið tað staðið, har ein hoyrir til og kennir seg tryggan, har farið verður - til tess at finna hvílu, frið og hugna – bæði gerandisdagar og í frítíðini, men eisini staðið har tú tekur ímóti og fjálgar um familju, vinfólk og gestir. Sannroyndin er, at tað er samlaða lívið ið livað verður í húsinum, sum ger húsini til eitt veruligt heim.

Innanhýsislívið kann koma til sjóndar á ymiskar hættir, tí lívshátturin er altíð tengdur at eini hugsjón, trúgv ella onkrari sannføring, ið somuleidis kann vera vantrúgv – hvør veit?

Eisini kirkjan er eitt heim, hóast hon somuleiðis verður sammett við eitt lívsfar ella skip, og her er tað kristnitrúgvin, ið ræður, og satt at siga átti hetta eisini veri soleiðis í egnu húsum og heimum okkara, sum á mangar hættir eru tengd at hesum mikla gudshúsinum.

Men í veruleikanum er tað sera ymiskt, hvat ella hvør hugsjón, trúgv ella sannføring ræðum – frá einum heimi til annað. Hetta er misjavnt, og spurningurin verdur tá, hvat børn og ættarlið hava til barlast ella vidføri hjá sær í lítla lívsfarinum út í lívið úr heimum sínum? Er tad haldgott grundarlag, id byggjast kann á? – Ja tað er við ikki sørt av ótta og fjáltri, at hesin spurningur kann verða settur fram, og tað eru bert lívsroyndirnar, id kunnu svara spurninginum, sum frá líður.

Á sama hátt var í líknilsinum um báðar húsabyggjararnar, id vit hoyrdu um í dagsins teksti.

Jesus hevur júst hildið kendu taluna, ið vit kalla Fjallatalan, og hann endar nú við frásøgnini um hesar báðar mennirnar, ið nakað samstundis fara undir at byggja hvørt sítt hús. Annar hevur skund og gevur sær ikki stundir til at ”grava út”, men roknar við, at tað man fara at bera til at seta húsini beint oman á lendið, ið er sandur, tí tá sparir hann útgrevsturin, og veðrið hevur jú verið gott í áratíggjur, so hví skal tað fara at leika í nú. Hin maðurin tosar sjálvandi við grannan og roynir varliga at mæla honum til at grava út fyrst, men hann flennir bert og svarar: ”Altíd ert tú so svartskygdur og væntar tað ringasta, vit hava ikki havt nevniverdan vind í langar tíðir, so tað eru burturspiltir pengar og tíð at grava út”. ”Eg hoyri teg”, svarar hin og gevst at veita ráð til grannan. Hann fer kortini skilabetri til verka og byrjar við útgrevstri heilt niður á berg ella hellubotn. Hesin mátin er bæði drúgvari og dýrari, so húsini hjá fyrra manninum eru longu innilokað, áðrenn hin seinni veruliga er komin í gongd, men báðir verða so lidnir at enda, hóast tann skundisligi hevur hug at flenna at honum, sum gjørdi alt hetta roksið burturúr.

Men náttúran er ikki so at spæla við, tí veðurlagið broyttist knappliga, ódnarveður brast á, glopraregnið kemur, og áirnar vaksa skjótt, vindurin leikar í og herjar á – og hvat hendir? Jú húsið, ið er bygt á hellubotn verður standandi meðan hitt húsið, ið er sett oman á sand, dettur á liðina og fer so illa, at tað ikki gerst aftur.

Og her kann ein so møguliga lata seg fanga av menniskjaligari skaðafrøi ella meinfýsni, tí sjálvandi mátti ganga soleiðis hjá tí óumhugsna manninum. Hvør kann byggja á sand og vænta, at húsini verða standandi?

Sama er við mannalívinum: Eitt lív ella heim, ið verður bygt á sand, myndaliga talað, má alla tíðina fáast aftur á beint, tí tað fer javnan av lagi, tá lívsins stormar leika í. Eitt lív í einum sovorðnum húsi ella heimi verður bædi gleðisleyst, hart og strævið fyri øll í húsinum, ikki minst hjá børnunum.

Líta vit nærri at dagsins evangeliieteksti, so stendur, at skilagóði madurin, ið hevði byggt á hellubotn, var hann, ið veruliga hevði lagt seg eftir at lurta eftir orði Guds og gjørt tað til lívsgrundarlag í lívi sínum. Hesin, ið ikki hevði latið seg ávirka av følskum profetum, men sum hevði varðveitt Guds orð reint í hjarta sínum. Meðan hin hevur latið seg leiða burtur frá røttu kósini av følskum profetum, ið høvdu sagt honum, at tað var ikki so umráðandi at taka við øllum Guds ráðum. Hann hevði helst latið sær fyrigyklað, at alt fer nokk at laga seg, tað er ikki so umráðandi at hava andaliga grundarlagið so væl útgrivið, myndaliga talað. Sannleikin hevur kanska verið fjaldur fyri tí óhygna húsasmiðinum.

“So sjálvandi mátti tað gangast á henda hátt” hugsa vit eisini. - Møguliga við einum farra av meinfýsni ella skaðafrøi. Kanska hugsa vit: “Gott tað ikki eri eg, tí eg veit, hvat er rætt, eg trúgvi rætt og geri tað rætta, so mítt hús stendur á góðum botni”. Verri er við felaga mínum, ið als einki hevur skilt av nøkrum. Ikki man tað fara at vera long tíð, áðrenn heimur hansara/hennara fer at ridla ella kanska í sor”.

Tá lurtað verður eftir evangeliinum í dag um hin vísa mannin og fávitskumannin, so hava vit uttan iva onkuntíð hevjað okkum til dómara yvir lívið hjá øðrum menniskjum, antin vit kenna hesi ella ikki, har vit í hugmóð okkara hava mett um, hvør ið hevur bygt á sand andaliga sæð ella, hvør man hava bygt á andaligan hellubotn.

Men hvussu kunnu vit yvirhøvur vísa á onnur, hvussu kunnu vit gera okkum til dómara um, hvør byggir á hvat og hvussu? Hvør hevur skilt orð Guds? Kanska okkara egna lívshús, okkara tilvera, er bygd á sandbotn uttan, hóast hetta ikki er okkum sjálvum greitt. Og møguliga hevur grannin, ið vit hava so ilt av, tí vit ikki halda, at hann dugir at liva lív sítt á rættan hátt skilt meira og bygt tryggari, enn vit hava varhugan av. Vit eiga heldur ikki at gloyma líknilsið um ”flísina”  og ”bjálkan”.

Meinfýsni ella skaðafrøi og betri-vitan eiga vit at leggja á hyllina, tí hetta er ikki nakað, ið menniskju hvørki kunnu ella skulu døma um. Tá alt kemur til stykkis, er tað bert ein einasti, ið við vissu hevur verið nóg vísur til at byggja andaliga hús sítt á veruligan hellubotn, har tað stendur óvikandi fast, og tað er sjálvur Jesus, meðan hann gekk her á foldum, lærdi og gjørdi væl, har hann at enda bygdi frelsunnar horn og hús okkara á Golgata.

Húsið, sum Gud hevur latið byggja, - er kirkjan ella samkoman, id standa føst og trygg á Harrans hellubotni, sum hvørki kann vikast av stormum, aldum ella áarføri.

“Kirkjan, hon er eitt gamalt hús”, syngja vit í einum kendum sálmi, tí hon er grundað á varandi tilfar, id heldur, og hon kann tí ikki falla. Kirkjan/samkoma Guds er grundað á sjálva trúnna á Jesus, og tí rúmar hetta hús alla himnadýrdina, men væl at merkja á foldum, har vit sjálvi eru. Gudshúsið er himmalin, ið er sigin niður á jørd.

Og hóast okkara gamla kirkja er bygd av sterkum gróti, so fer hon eisini einaferð at tapa fyri tonn tíðarinnar - hitt einasta, ið verður verandi, er nærvera og hjávera Guds í heiminum, hin bergfasta hondin, hann heldur undir okkum.

Tí øll okkara egnu hús og bygningar, teir eru her bert eina tíð. Sum tornini detta, falla teir uttan mun til, hvussu stórir og máttmiklir teir eru. Vit megna ikki við okkara egnu hondum at byggja nakað, hvørki list ella hús, lív ella tilveru, ella nakað sum helst annað, sum kann halda í tíð sammett við ævinleika.

Flestu okkara munnu ynskja at vera á einum kletti, á hellubotninum, standa trygt, har hin almáttugi Gud heldur hondina undir og yvir okkum, so lív okkara ikki fer av lagi – eins og húsið á sandinum. Á lívsleiðini - frá byrjan til enda - ynskja vit eina trygga havn at kasta akker í. - Ja, tann klettin, ið er so stinnur, at hann rúmar ævinleikan sjálvan. Og gleðiboðskapurin til okkara er, at hesin kletturin er veruliga til, og at vit ikki sjálvi eiga at skapa hann, men at vit fáa hann givnan – fyri einki, - í heilaga dópi okkara.

Í dópinum tekur Gud okkum í favn, og sigur Gud ja til sjálvur at verða hellubotnagrundarlag okkara, - ja, orð hansara, sum stendur enn tryggari enn allir klettar og hellur í sterku nátturu okkara. Hóast alt annað kring okkum fer á liðina ella brotnar og enda verður til einkis. Hetta uttan mun til, hvat onnur menniskju hugsa og halda um okkum og tað lívið, vit liva, so ber orð Guds okkum, tað er hellubotnurin, ið heldur út um tíðina og inn í ævinleikan.

At byggja lív sítt á hin trygga hellubotnin merkir ikki, at vit sleppa undan ódnarvedri og stormum í lívinum men tað merkir, at uttan mun til, hvussu ógvusligt illveðrið og brotasjógvarnir eru, ið vit kunnu koma at standa í, so megna hvørki veður ella brotini av álvara at koppa lívshúsinum, tí Gud hevur lovað at vera við okkum og halda trúarhúsinum uppi allar dagar alt til veraldar enda! Og hann stendur við sítt orð!

Boðskapurin um barnið í krubbuni er gleðiboðskapurin - orðið um náði Guds. At Gud ikki opinberaði seg til tess at døma okkum, men fyri at vísa og geva okkum náði og miskunn sína. Tað var fyri Jesu Kristi skuld – at Gud lat seg føða í heim okkara, leið krossardeyðan fyri sannleikan og syndaloysnina og gevur okkum ævigt lív.

Latum okkum tí takka Gudi fyri kærleiksgerð sína, ið veruliga fer út um øll mørk manna til tess, at hann kann vera hellubotnurin at byggja tilveruna á, - sum vit syngja í næsta sálmi: “Eg veit, hvat góð er grundin/ tað er tann klettur baldi,/ tann hond, sum mær vil halda,/ tað er mín Harri Krist!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!