Skriva út

3. sunnudagur eftir trettanda (4)

Prædika í Sjóvar kirkju triðja sunnudag eftir trettanda, 21. januar 2024. Innsetingarprædika. Tummas Kannuberg, sóknarprestur.

Prædikutekstur: Luk 17,5-10. Seinna tekstarøð.

Triðja sunnudag eftir trettandu kunnu vit tað sama kalla fyri trúarinnar sunnudag, hvørt tað er fyrsta ella onnur tekstarøð. Av góðum grundum fyllir hetta evni í dag nógv í kristindóminum, tí høvuðsorðið tykist at vera trúgv.

Vit kalla eisini kristindóm fyri kristna trúgv, og alt í okkara átrúnaði verður knýtt at júst hesum orði. Vit koma til trúgv, taka við trúgv og eru trúgvandi menniskju.

Men trúgv, hvat er tað? Hetta er ikki ein eind, vit kunnu máta ella viga, vit síggja hana ikki, og vit kunnu ikki prógva fyri hvør øðrum, um vit hava hana ella ei.

Og tó er heimurin merktur av kristnari trúgv og øllum teimum virðum, sum harvið fylgja. Lond bera krossins merki í fløggum, hjálparfelagsskapir um allan heim, skúlar, barnaheim og sjúkrahús eru stovnað við grundarlag í tí kristnu trúnni.

Tað verða gjørdar royndir at telja, hvussu nógv játta seg til ta kristnu trúnna. Í vesturheiminum hoyra vit tíðum, at talið er dalandi, men fyri nýggjár bar Kristeligt-Dagblad tíðindini um, at kristna trúgvin er vaksandi bæði í Afrika, Eysturevropa og Asiu. Vit síggja hana ikki í fýsiskum skapi, men vit síggja fylgjurnar av henni kring okkum. Í dag steðga vit á og grunda yvir trúnna, nær hevur man ov lítið av trúgv ella nóg mikið.

Ápostlarnir standa í einari truplari støðu. Jesus lærir teir upp, hann vil byggja sína kirkju her á jørð saman við teimum. Teir fáa ábyrgd at bera gleðiboðskap hansara út um allan heim, og teir skulu vera mannafiskarar. Ápostlarnir hava sæð alt, sum Jesus er mentur. Teir hava sæð, at Jesus hevur givið blindum sjón, lamin ganga og tey deyvu hoyra. Munnu teir ikki eisini hava sæð Lázarus gingið út úr grøvini.

Tað er einki at ivast í, at teir trúgva, at Jesus er Messias, Guðs sonur og frelsari heimsins. Kortini kenna teir á sær, at teir ikki røkka til, trúgv teirra røkkur ikki til ta uppgávu, sum hann hevur kallað teir til. Leggið til merkis, at hetta var ikki bert ein ápostul, sum kom til Jesus við fyrispurningi um meira trúgv, nei, teir koma til hansara í fleirtali.

Ja, aftaná alt tað, sum teir hava upplivað, merkja teir ivan. Teir ivast, um teir megna tað, sum Jesus hevur sett teimum fyri. “Gevið okkum meiri trúgv!” Ein sera menniskjalig kensla, tí hvør av okkum hevur ikki kent seg lítlan, tá ið lívsins stormar bresta á, og vit kenna óttan og hjálparloysi. Hvør hevði ikki tá ynskt sær meiri av trúgv?

Sum prestur niðri upplivdi eg hesa somu neyð, tá ið ein kvinna kom til mín, eftir at eg hevði havt eina gudstænastu á einum eldrasambýli. Hon fangaði meg á veg út um hurðina. Konan segði, at hon hevði tað trupult við trúgv síni, at hon hevði so lítla trúgv, og tað gjørdi henni ilt, at tað ikki var henni lætt at trúgva. “Vil du bede for mig” var hennara bøn til mín.

Eftirfylgjandi havi eg mangan hugsað, um hon ikki hevði størri trúgv enn eg. Tí hon legði sín veikleika fram og bað um forbøn við trúgv um, at bønin til Jesus hevði ein virkna - at hon í sínum veikleika kundi verða borin, tí hon metti seg ikki hava nóg mikið av trúgv. Men er hetta ikki ein vitnisburður um, at hon hevur nevniliga hevur trúgv? Orðini frá manninum í neyð, sum kom við soni sínum fyri at fáa grøðing renna mær til hugs: “Eg trúgvi, hjálp vantrúgv míni” (Mark 9,24).

Tá ið Jesus vendir sær til ápostlarnar við svari til bøn teirra, so vísir hann á, at tilgongd teirra er skeiv. Teir hugsaðu ivaleyst at størri tænasta í Guðs ríkis arbeiði man merkja, at tess meiri er tørvur á trúgv.

Men so er ikki, heldur er tað so, at tá ið tað ræður um trúgv, so handlar tað ikki um kvantitet, men um kvalitet. Trúgvin er, at vit lata alt upp í hansara hendur, vit lata iva okkara koma trúnni til góðar. Tí trúgvin kann vera lítil og neyðarslig eins og eitt lítið sáð, ja, tað minsta man kendi til á Jesusar tíð, eitt sinnipskorn, ið er ikki størri enn ein til tveir millimetrar.

Er trúgvin bert sum eitt lítið sinnopskorn, so kunnu teir siga við morberjatræið: Slít teg upp við rót og set teg niður í havið. Morberjatræið er tiltikið fyri sínar djúpu røtur og stendur rótfast. Jesus meinar ikki, at teir skulu reika runt og flyta trø. Hinvegin har ið menniskju bert hava eina lítla trúgv á Guð, har hevur Harrin eisini umstøður at virka. Har, ið tað minsta álitið á Kristus er latast dyrnar á glopp fyri tí ómøguliga. Alt er møguligt!

Vit ganga upp í mál av trúgv, soleiðis er tað, og tað kann væl vera, at vit eru skrúvaði saman soleiðis sum menniskju. Meðan vit ganga upp í okkara egnu trúgv, so leggur Kristus dent á í dagsins evangelii, at vit eru honum trúgvir tænarar og umsita ta uppgávu, vit eru sett til við hegni.

Vit hava mangan lyndi til at gera Jesus og kristnu trúgv okkara torskilda og viðhvørt óítøkiliga, ja kanska háfloygda. Soleiðis var Jesus ikki, hann var praktikari, tað síggja vit við myndini, hann nýtir um húskallin, sum pløgir ella røktar seyð. Hvørjar væntanir hevur meistari hansara? At hann ger tað, sum var álagt honum. Soleiðis fyrireikar Jesus ápostlar sínar til ta stóru uppgávu at bera heiminum gleðiboðskapin kring allan heim í orði og verki. Ivist ikki, um trúgvin er stór ella lítil, hav bert tað minsta álit á hann, sum øllum valdar, so skal hann nokk virka sín gerning í tykkum.

Tað týdningarmesta er ikki, um trúgv okkara er stór ella lítil, um hon er køld ella heit, men at vit leggja álit okkara á hann og eru trúgv í tí gerningi, sum hann kallar okkum til. Alt er givið okkum av náði, við trúgv, uttan gerningar, til gerningar.

Lata vit hetta vera grundarlag fyri kristnilív okkara, so koma vit ikki uttanum at síggja hansara verk í okkum og kring okkum. Tað byrjar, har vit sita í nærumhvørvi okkara. Tað sær kanska lítið út í okkara eygum at byrja við, ikki meiri enn eitt sinnopskorn. Lata vit Guð virka í okkum, so festir tað góðar røtur og ber ávøkst líka inn til Guðs ríki.

Amen.

Sálmar: 26, 645, 306 – 271, 689