Skriva út

3. sunnudagur eftir páskadag (1)

Prædika til 3. sunnudag eftir páskir – fyrru tekstarøð.

Tekstir: Áps. 4,7-12 og Jóh. 16,16-22. Fyrra tekstarøð
Prædika til messu í Norðskála kirkju 3. sunnudag eftir páskir 26.04.2015.

Prædika: Sorg vend til gleði.

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.

Jesus kundi ikki geva lærusveinum sínum – og tí heldur ikki okkum – lyfti um at sleppa undan sorg og mótgangi. Teir máttu ígjøgnum langafríggjadags sorgina, og tað var av sonnum ein tung og svár sorg. Hugsi tykkum, at teir skuldu missa hann, sum teir elskaðu fram um alt annað her á foldum. Og so at missa hann á ein sovorðnan hátt, sum teir gjørdu – tí at teir høvdu enn ikki skilt týdningin av deyða hansara. Tað mátti fara sum eitt svørð ígjøgnum hjarta teirra og sál. Og so at síggja fíggindan gleðast við sigur, tá ið deyðin tók hann, sum teir høvdu vónað skuldi endurloysa Ísrael. Ja, teir skuldu verða sorgarbundnir, og Jesus kundi ikki sleppa teimum undan hesi sorg. Men tað síggja vit nú aftaná, at høvdu teir veruliga skilt Jesu talu um líðing sína og deyða, so høvdu teir onga grund havt til sorg. Sorgin skuldi bert vara stutta stund og so skuldi gleðin fylgja.

Hetta er tann stóri og gleðiligi páskaboðskapurin, sum hesin tekstur ber okkum, at Jesu lærusveinar – eisini vit – kunnu ikki sleppa undan sorg og mótgangi meira ella minni, men tað er at líkna við føðingarverkir, sum vara stutta stund, og so kemur gleðin hin æviga.

Men kundi Jesus ikki sloppið sínum – teimum sum trúgva á hann – undan sorg og mótgangi, kann verða spurt. Menniskju eru, sum líða ræðuliga av krígsávum og forfylgingum. Hungur, fátækt og sjúkdómur plágar mannabørnini, órættvís viðferð, sinnisligar líðingar, persónligir trupulleikar og vónbrot av ymiskum slag. Og hví tykjast summi at sleppa lættari enn onnur? Kundu vit ikki sloppið undan hesi krossins byrðu? Men svarið er, tó at tað ikki er nøktandi fyri mannaheilan, at so leingi sum syndin og tí eisini ófullkomileikin er í heiminum, verður ikki øðrvísi. Orðið synd merkir jú at fara skeivur av málinum.

Krossin mugu vit øll bera hvør í sínum lagi. Men krossarnir eru ymiskir. Tú sært hvat ið tú sjálvur ella sjálv mást bera, men ikki altíð hvat ið onnur mugu bera. Tað kann vera onkur, sum í tínum eygum livir eitt lív í berari gleði, eydnu og framgongd – alt tykist at eydnast, og so kann tað kortini vera mangt og hvat, sum nívir og tyngir, ið er fjalt fyri eygum tínum.

Tað er ein stórur sannleiki í hesi gomlu halgisøguni: Tað var ein, sum gramdi seg um, at krossur hansara var alt ov tungur at bera. Tá sendi Guð ein av einglum sínum til hansara, og eingilin segði við mannin:”Kom við mær, nú skalt tú sleppa at velja tær ein annan kross.” Og eingilin førdi mannin út á ein stað, har nógvir krossar vóru – ymiskir í stødd, skapi og tyngd, og segði:”Vel nú tann kross, sum tú heldur hóskar tær.” Maðurin fór so at velja og royna, men illa bar til – eingin tyktist at hóska honum. Teir krossar, hann lyfti vóru annaðhvørt ov stórir ella ov tungir, ella tað var okkurt annað, sum var í vegin, til hann fann ein, sum var soleiðis vorðin, at hann kundi siga:“Lat meg fáa henda krossin, hesin hóskar mær.” Og hann fekk hann. Men tá var tað júst sami gamli krossur hansara, sum hann frammanundan hevði gramt seg um. Soleiðis hevur ein og hvør sítt at bera.

Vit kunnu væl í dreymum okkara ímynda okkum sólskinsdagar uttan kross og trongdir í heiminum, men vit náa ongantíð hesum máli. Synd og ófullkomileiki, egingirnd og sjálvsøkni eru og verða framvegis ein partur av okkum, so at við upplýsing, verðsligum kunnleika og vísind eina sleppa vit ikki undan hesum, og tó skulu vit stremba fram ímóti tí. Stríð og arbeiði í hesum heimi fyri friði og rættvísi, umsorgan og kærleika, er ikki nakað, sum vit skulu leggja á hillina fyri tað. Hetta er ein avgerandi og týdningarmikil partur av kristnu siðalæruni, at vit hava ábyrgd fyri hvør øðrum, øllum livandi og skapanarverkinum og ikki bert í sjálvgóðsku, egingirnd og havisjúku sæta okkum sjálvum – eru okkum sjálvum nóg mikið. Menniskjan er skapað til felagsskap og til at kenna sína ábyrgd í tí felagsskapi, har hon er sett – at kenna samábyrgd.

Sagt verður frá í Gamla testamenti um, tá ið Ádam og Eva í ólýdni høvdu syndað ímóti Guði. Guð leitaði tá í aldingarðinum og rópaði:”Hvar ert tú Ádam?” Ikki eru so fá, sum hava vent spurninginum við og spurt:”Hvar ert tú, Guð? Neyð, sorg og vanlukkur raka mannabørnini, men tú tykist hvørki at siga ella at gera nakað. Hvar ert tú, tá ið menniskju missa hús og heim, mann, konu, faðir, móðir ella børn í meiningsloysi – alt ov tíðliga? (Í hvussu so er í okkara eygum at síggja). Ósek verða jagstrað og nívd av ófriði, harðskapi, alskyns vanlagnum og mótgangi. Hvar ert tú Guð? Gert tú mismun? Ert tú deyður – ella ert tú yvirhøvur til?” Og Guð svarar:”Hvar ert tú menniskja? (Ádam merkir menniskja). Vilt tú vera hond mín, fótur mín, muður mín, til tess at hjálpa og gera gagnsverk har tú ert før fyri tí og hevur møguleika til tess? Vilt tú kenna tína ábyrgd og gera títt til, at tað góða kann vinna frama? Vilt tú vera tænari mín og útinna kærleikans gerningar? Byggja upp heldur enn at bróta niður?” Reisa upp hin falna, troysta hin sorgarbundna?”

Soleiðis er. Vit fáa einki veruligt nøktandi svar á spurningin um hitt ónda í heiminum, hví munurin er so stórur á eydnu og óeydnu manna millum, hví summi tykjast at sleppa lættari enn onnur. Natúrligt og menniskjansligt er tó at seta slíkar spurningar og einki skeivt er í tí. Men, vit eiga ikki at læsa okkum føst í sovorðnum spurningum, sum vit ikki hava nakað svar á kortini, men heldur geva okkum í Guðs hendur og so við trúskapi fara til arbeiðis, har vit nú einaferð eru sett og kenna okkara skyldu, ábyrgd og uppgávu.

Teksturin endar við hesum orðum:”Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.” Her sipar Jesus til uppreisn sína eftir deyðan og komu heilaga andans.

Eftir Jesu uppreisn og komu heilaga andans reistust lærusveinarnir og onnur, sum høvdu fylgt Jesusi í foldarlívi hansara, frá sorg til gleði, frá mistreysti til treysti og boðaðu henda sæla gleðiboðskap bæði í orði og verki. Tey boðaðu gleðiboðskapin samstundis sum tey tóku sær av hvør øðrum og høvdu umsorgan fyri hvør øðrum. Mitt í forfylgingunum og líðingunum áttu tey tó gleðina í Guði, sum gav teimum áræði at halda á hóast mangar miseydnaðar royndir, tí at tey vóru sannførd um, at hin upprisni við sínum heilaga anda var hjá teimum.

Soleiðis eigur eisini at vera hjá okkum. Latið okkum ikki missa mótið, men áhaldandi boða gleðiboðskapin, áhaldandi arbeiða fyri tí góða, so at mannaheimurin tó kann gera framstig, hóast málið ikki verður rokki til fulnar. Fullkomuleikin finst bert í tí æviga.

Fyrst tá ið Jesus kemur aftur, og vit fara yvirum til hitt æviga ljósið og ikki longur liva í trúgv, men í skoðan, koma vit til fulnar at sanna, at eitt er, sum ongantíð ferst, men verður standandi: Guðs ríki, kærleiki hansara, og gleðin honum.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður, ein sannur, tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.

Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Sálmar: 514 –193 – 347 // 440 – 267 – 385 – 455.