2.sunnudagur eftir páskadag (páskir)
Sandavágur 2017. Kirkjan 100 ár.
Vit takka tær góði Gud, fyri, at tú við boðskapinum um Jesus Kristus hevur gjørt okkum til eitt kristið fólk. Lat okkum eiga signing tína, so at vit vera øðrum til signingar, og náði tíni til prís og heiðurs.
Tiltikin vøkur er Sandavágs kirkja. Vit hava nógvar góðar grundir til at hátíðarhalda hennara 100 ára dag. Ikki minst tí hon umboðar eina søgu og eina mentan og trúgv, júst her í Sandavági, hvar: “Smáar aldur fjøru randa/ trilva haðan heim á støð/ Húsini í trunki standa/ niðan fyri grønan bø/ Fyri norðan Oman lið/ stendur kirkjan friðarlig/ lítur upp mót Húsafelli/ hon er boygd av tungum elli”, sum okkara deknur í mong ár, Heini Petersen sigur í sálminum, vit sungu, og sum varð yrktur, tá ið kirkjan varð fimti ár. Og júst hetta, at kirkjan við sínum 100 árum er boygd av elli er ikki minst grund til at hátíðarhalda. Tí “enn ljóðar hvølt um bygdarlagið/ hiðan klokkuljóðið enn./ Eins og áður kallar hon:/ Komið øll í kirkjulon/ sessist her við stillum sinni/ leggið Harrans orð í minni”.
Hundrað ár. Tað setur av sonnum tankarnar í gongd. Og her hugsi eg ikki fyrst av øllum um menningina og tær stóru samfelagsligu broytingarnar, sum hava verið, men meira um tað grundleggjandi, at vit liva í tíðini, men kunnu ikki ávirka hana. Hon strýkur avstað á síni skundmiklu ferð, og heldur bara fram uttan steðg, líkamikið um vit eru vakin ella sova, liva ella doyggja. Men hon førir okkum við sær, so vit kenna at vit alla tíðina mega vera á varðhaldi fyri ikki at lata møguleikarnar gleppa okkum av hondum. Tíðin, sum farin er, kemur jú aldrin aftur.
Og so er tað sum alt fer somuleiðis strúkandi avstað, mestsum lívið alla tíðina er eitt annað stað, enn har vit eru, tí “grasi er altíð grønari hinumegin”. At vera vakin, og dagførd, online og optimal so vit kunnu fylgja við, kekka teldupostar og sms`ir er tí neyðugt, tí tað versta, sum kann henda er at missa møguleikar at uppliva alt tað grøna grasi, sum veksur hinumegin. T.v.s. har tær røddirnar eru, sum ljóða meira spennandi og lovandi og avbjóðandi enn t.d. ein 100 ára gomul kirkja, sum er boygd av elli, stirvin og storknað í tungum aldargomlum ritualum og undarligum sakramentum, og møðisligum endurtøkum. Og hartil einum darvandi boðskapi, sum setur tað at tæna og seta lív sítt til fyri onnur í miðdepilin.
Men nú er tað so, at eitt og hvørt mál altíð hevur tvær síður. Sum munkurin Willfrid Stinissen eisini vísur á, tá hann um kærleikan sigur, at um “hann/ kærleikin ikki byrjar har vit eru, byrjar hann ongantíð”. Bara tann, sum veit hvar hann/hon stendur kann við øðrum orðum flyta seg og koma fram. Sum víst er á í sanginum Nánd..
” So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð/ tað tykist sum gloymir tú virðini her/ Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond/ enn síggja tað vakra, sum er í nánd”.
Vit hugsa valla um kirkjuna, tá vit í góðum veitslulagi syngja henda vakra sangin. Sangurin setur orð á rótleysi, tá menniskju gloyma virðini her, og bara droyma um tað fjarskotna staði hinumegin, har “grasi altíð er grønari”. Men hugsa vit í hesum sambandi um kirkjuna og hennara týdning í einum vælferðarsamfelagi, so er tað vissuliga nógv vert at síggja tað vakra og virðismikla, sum er í nánd. “Tær tykir at lívið er keðiligt grátt/ hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?/ Tá aldri tú unnar tær hvíld ella frið/ fæst einki at grógva við tína lið.
Ja, um so er, at lívið er keðiligt grátt, tí vit ikki unna okkum hvíld ella frið, so er tíðin júst komin at vit læra ikki altíð at skula fylgja við, læra at verða onkran møguleika fyri uttan, tí vit snøgt sagt ikki kunnu vera allastaðni í senn. Og hvar aðrastaðni læra vit at leggja allar ambitiónir frá okkum enn júst har kirkjan stendur, sum hon altíð hevur staðið?
Tað vakra, sum er í nánd har kirkjan stendur friðarlig og tignarlig og myndar hitt fasta og varandi í tilveruni, bæði her og aðrastaðni, - minnir ikki sørt á eina grasgrøna, góða fløtu. Meðan tíðir eru farnar og tíðir komnar stendur kirkjan við sama lag, og er sum ein hirði, ið leiðir til hvíldaráir. Hon hevur sæð tað mesta, sum er at vita um menniskjuna, - eisini tað, at mangir og ymiskir leigusveinar, sum ikki eru hirðar, framvegis kappast um at lata rødd sína hoyra, kappast um at leiða til hvíldaráir og grønar fløtur, men so títt og knapt tað ótýdliga og ræðandi kemur, sum vil ræna og spjaða, eru teir horvnir. Tá samanum kemur eru teir bara leigaðir at vera hirðar, teir siga seg vilja tæna mannaheimin, men klára bara at røkta seg sjálvar, og fáa harafturat fólk til at tuska lívi av sær, so tey/vit ikki “unna okkum hvíld ella frið”. Tænasta teirra hevur enntá ta fjaldu dagsskrá, at hon bara er brúkilig so leingi vit sum seyðir vera rikin í rætt eftir evnum og ressursum.
Og hvussu kann nakað “grógva við okkara lið”, tá vit lata okkum freista til at hoyra røddir, sum ikki geva okkum stundir til at liva, har vit eru?
“Far innar í stovuna um hon er trong/ og lurta – hon syngur ein stillan song/ Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í/ har vantar bert tí, at tú varnast tí”.
Inni í stovuni, inni í tí ótíðarhóskandi kirkjurúminum, - er tó tað, sum tú og eg leggja í. Haðani ljómar ein djúpur, tíðarleysur songur. Øldir eru farnar og øldir munnu koma, ongantíð er ljóðið tagnað. Einglarnir kvóðu tað jólanátt fyri hirðum, og “mann eftir mann hoyrist sama lag: Friður á fold/ menniskja frø teg/ tær føddur frelsari er í dag”.
Tað er vegna henda sangin av himli, henda boðskapin, um frelsaran, sum føddur var, at kirkjan kann verða gomul og nýggj á somu tíð. Tað trygga við kirkjuni og boðskapi hennara er jú nettupp, røddin á tí góða hirðanum, sum ikki bara er røddin úr fortíðini, men eisini framtíðini, sum bæði kennir sítt fylgi og tey, sum ikki hoyra uppí fylgi, ið kennir hin góða hirðan. Eisini tey vil hann leiða til tað sanna og vakra og góða. Tí kann verða sagt:” Tann eydnan tú hómar um blánandi fjøll/ hvør sigur hon finst ei í heima høll/ Tú átti ei friðleysur leitað so fjart/ men lært teg at elska tað, sum tú sært”.
Vit kunnu tí spyrja:
Hvussu ber tað til, at vit vilja hava arbeiðið, ábyrgdina, og uppgávuna at boða evangeliið til modernað menniskju, sum prestur, urguspælari, deknur, klokkari, kirkjuráð. Hvussu ber tað til, at vit savnast saman um orðið í sálmum, bønum, bíbillesnaði, prædiku og sakramentum? Er tað tí gudstænastan er stuttlig, prestarnir skemtiligir, ella tí vit vænta eina djúpa andaliga uppliving hvønn sunnudag?
” Tað eru nakrir sunnudagar, sum eru tað eg vil kalla stórir sunnudagar”, sigur drotning Margretha, “hvar alt er meira spennandi. So eru aðrir sunnudagar, sum eru eitt sindur meira gerandis-sunnudagar, og teir skalt tú eisini taka við. Tað snýr seg ikki um upplivingina. Tað er spell, at mong halda, at tað snýr seg um uppliving, men tað er helst tí vit eru so tilvitað um, at okkurt skal henda, um miðlar og sensatión… Men eg haldi, at einki kann siga tær nakað hvørja einastu ferð. Tað kann verða presturin, ella tú sjálv, ella tað kann bara vera Várharra, sum sigur:” Kanst tú ikki bara taka ein gerandissunnudag”.
Og rætt er tað. Gerandissunnudagarnar skulu vit júst taka undir við. Tí spurningurin er, hvat kristna trúgvin hevði verið verd, um hon bara var eitt ella annað forvitnisligt kensluligt “kick”, ella eitt slag av “abrakadabra”, sum loysir allar trupulleikar, eisini teir ósjónligu og gátuføru.
Tað er í øllum førum ein sannroynd, at hesin gátuføri aldagamli boðskapurin um hin góða hirðan enn ljóðar so leingi eftir, at alt hendi. Og tað er sjálvsagt tí vit onkursvegna kenna “virðini her”, her fáa dimensiónir orð og rúm, sum ikki eru okkara, her kenna vit sannleikan og veruleikan í røddini, sum sigur:” Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir og teir fylgja mær”. Røddin á tí góða hirðanum, sum setti lív sítt til fyri seyðirnar, fekk tey, sum fyrst sóu og trúðu, at fylgja Jesusi, sum seyðirnir fylgja hirðanum. Tey kundu ikki annað, heldur ikki tey, sum síðani hoyrdu og trúðu.
Tí røddin kallar framvegis handan deyða og grøv og skiftandi tíðir og lærir okkum “at elska tað vit síggja”. Ikki við at reka og jagstra í rætt fyri at frelsa nakran móti teirra vilja, men við at kalla og leiða við sínum lívssæla orði. Eydnan er nettupp á henda hátt at finna í heimahøll.
Vit skulu tí leggja okkara tíð og framtíð í Harrans hendur og biðja við sálmaversinum:
Hesa løtu sameint biðja/ vit av hjartans instu grund/ at tú kirkjuna vilt styðja/ kæri faðir hvørja stund/ væl við tíni veldishond/ ver við henni um øll lond/ Ger at hon títt verk má inna/ so at sálir frelsu finna”. Amen