Skriva út

26. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Í Hvannasunds kirkju

Í dag er stórur hátíðardagur í Hvannasundi. Biskupur okkara, Jógvan Fríðriksson, hevur vígt nýggja kirkjuhúsið, ið nú stendur liðugt bygt. Eitt snotiligt hús, ið letur nýggjar dyr upp og betrar munandi um karmarnar hjá kirkjuliga arbeiðinum her í bygdini. Arbeiðið at byggja húsið hevur sum heild gingist væl, fólk er spent, hava glett seg, og vit kunnu í dag fegnast um endaliga úrslitið: At vit hava fingið eitt nýtt hús, ið lýkur tey krøv, ið nútíðin setir. Eitt hús við alskyns framkomnum hentleikum. Eitt hús við nýggjum møguleikum, serliga við atliti at kirkjuligum barna- og ungdómsarbeiði, tónleiki – og so hesum, at kunna koma saman til ein kaffimunn aftaná tiltøk í kirkjuni umframt mangt annað. Eitt hús, ið ber boð um, at kirkjulívið í sóknini er livandi, at kirkjuliðið lítur frameftir og sær bjarta upp á framtíðina. 

Dagsins samfelag setir nýggj krøv: Vit eru nú samlað til guðstænastu her í Hvannasunds kirkju, her ið fólkið er komið saman, síðan kirkjan varð vígd í 1949. Men við síðuna av kirkjuni, hesi kirkju, ið er so eyðkend og vøkur á at líta, tá ið millum annað siglt verður á sundinum, stendur nú nýtt kirkjuhús. Soleiðis ganga tað siðbundna og tað nýggja hond í hond, lið við lið, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Alt verður sjálvandi gjørt Guðs ríkis arbeiði her í sóknini at frama, soleiðis at gróðrarlíkindini eru góð, og lívið í sóknini hevur góð kor og góðar møguleikar at spretta og blóma – alt Guði til heiðurs og æru, í hansara tænastu.

                                                                        *

Og so við atliti at dagsins teksti, har ið vit hoyra um seyðirnar og geitirnar, hesa álvarsomu mynd, ið er teknað fyri eygum okkara. Hesin tekstur minnir okkum á, at vit sum kirkja og sum kristin fólk hava eina uppgávu, nevniliga, at vit eiga at elska og hjálpa okkara næsta. “Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnugur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.» Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?» Hann svaraði: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.»” Guð hevur umsorgan fyri sínum skapningum. Hann ynskir, at vit taka okkum av og hjálpa hvør øðrum. Kristus er komin til okkara við gleðiboðunum um Guðs kærleika, og hann hevur lært okkum, at vit eiga at elska hvør annan. Kenda nunnan, Móðir Teresa, ið kanska er kendasta halgimennið í 20. øld fyri stóra arbeiði sítt millum tey fátæku, sigur í brøvum sínum frá, at grundarlagið undir, ja, sjálv orsøkin til stóra arbeiði hennara, var, at hon í eygum teirra fátæku og sjúku sá Kristus sjálvan “í syndarligum standi.” Tað lærdi dagsins tekstur hana, og tað er júst hetta, ið dagsins prædikutekstur eisini ber okkum boð um. Teksturin er álvarsamur, men í honum kemur ein serstøk guðsmynd til sjóndar: Nevniliga, at Kristus skal døma livandi og deyð – eins og vit siga í trúarjáttanini, at rættvísi at enda skal sigra, og at tað er Kristus, ið tryggjar hetta rættvísi. Men hann lærir okkum eisini, at Kristus gongur við lið teirra, ið hava tað trupult og líða. At hann hevur umsorgan fyri teimum, ið hava tað trupult, og hvørs tilvera gjørdist tung. Og so minnir hann okkum á, at vit eru hansara hendur her á jørðini. At vit eru send út í hansara ørindum. At vit við at elska næsta okkara eisini elska hann, ið hevur skapt okkum í síni mynd. Kristus minnir okkum á, at vit eiga at lata trúnna spetta úr hjørtunum og náa út í fingraspíssarnar, so vit hava ans fyri næsta okkara og eru trúføst í kærleikanum til næstans og soleiðis fylgja boðum hansara um at elska Guð og næsta okkara sum okkum sjálvi.

                                                                       * 

    Men hvussu sýna vit kærleika til næstans? 
    Jú, vit hava fingið lívið sum eina gávu frá Guði. Vit eru sett at liva saman við øðrum menniskjum – til at liva í felagsskapi við hvørjum øðrum, til at vera eitt medmenniskja. Vit eru øll kallað til tess at vera tænarar í Harrans mikla og víttfevnandi víngarði. Vit hava øll okkara náðigávur, okkara eginleikar, og vit kunnu øll nýtast í Harrans tænastu. Guð er ikki líkasælur við tí lívi, hann hevur givið okkum, men hann ynskir tvørturímóti, at vit skulu sýna næstakærleika, bera ávøkst: Men hvat merkir tað? Jú, tað merkir, at vit lata trúnna spretta og eru eitt gott medmenniskja og ein góður næsti. Tað merkir: At sáa kærleika, har hatrið grør; at kveikja ljós, har myrkrið køvir; at birta vón, har vónloysið ræður; at bera troyst, har sorgin nívir; at bera trúgv, har ivin gnagar. At vera ein flógv hond og ein opin favnur í svárum løtum; at spjaða gleði og vón. At sita við songarstokk hjá barni og at vaka við legu hjá einum líðandi ella doyggjandi. At sýna næstakærleika er av teirri orsøk ikki ein súr plikt ella ein tung byrða, ið er løgd á okkum, men nakað, ið byggir upp og í sær sjálvum er innihaldsríkt. Tað er nakað, ið bæði gagnar okkum og tí samfelagi, sum vit eru ein partur av – Guði til heiðurs. Tað er at sýna næstakærleika! 

    Góða kirkjulið! Gævi at nýggja kirkjuhúsið verður eitt hús, ið verður merkt av hesum boðskapi. Ein griðstaður, har ið fólkið fer at leita. Eitt hús, ið fer at hjálpa okkum í tænastuni eftir Kristi fyrimynd. 

    Hjartaliga til lukku við nýggja kirkjuhúsinum ynskja vit hvør øðrum! 

    Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir! Amen!