Skriva út

25. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis)

Gudstænasta í Christianskirkjuni seinasta sunnudag í kirkjurárinum, 22. november 2015.

Gudstænasta í Christianskirkjuni seinasta sunnudag í kirkjuárinum.

Saman við Jesusi
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur, 25. kap. 31. v. og út.

»Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum.

Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilur seyðirnar frá geitunum, og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin.

Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: »Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.«

Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: »Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?« Og kongurin skal svara og siga við tey: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.«

Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: »Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara! Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.«

Tá munnu eisini tey svara og siga: »Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?« Tá skal hann svara teimum og siga: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.« Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.«
--
Í dag er seinasti sunnudagur í kirkjuárinum. Vit hava sunnu- og halgidagar hoyrt gleðiliga boðskapin verða boðaðan, og vit kundu sett spurningin: Hvussu hava vit lurtað, og hvat hava vit veruliga hoyrt og tikið til okkara av tí, sum boðað er? Hvat er tað avgerandi við evangeliinum og prædikuni?
Kanska henda fitta søgan kann á einfaldan hátt svara uppá nakrar av hesum spurningunum:
Tað verður sagt frá um tveir vinmenn, sum vóru á ferð í eini oyðimørk.
Tá ið ein tíð var fráliðin, fóru teir at skeldast, og tann eini gav hinum ein ordiligan lúsing undir vangan.
Vinmaðurin kendi seg særdan, men segði einki, men skrivaði hetta í sandin:
“Í dag havi eg fingið ein ordiligan lúsing frá mínum besta vini.”
Teir hildu fram at ganga í oyðimørkini til teir funnu eina oasu. Teir gjørdu av at fara at svimja. Men tann, sum hevði fingið lúsingin fór at drukna. Men vinmaðurin bjargaði honum. Tá ið hann var komin fyri seg, skrivaði hann í ein stein:
“Í dag hevur besti vinur mín bjarga mær!”
Vinurin, sum hevði givið besta vini sínum ein lúsing og bjarga lívi hansara, spurdi nú: “Tá ið eg gav tær ein undir vangan, skrivaði tú í sandin, men nú skrivar tú í steinin. Hví gert tú hetta?”
Vinmaðurin svaraði: “Tá ið onkur ger okkum ilt, eiga vit at skriva tað í sandin, tí tá koma vindarnir við fyrigeving og strika ella slætta tað skrivaða út. Men tá ið onkur ger okkum gott ella væl, eiga vit at skriva ella høgga tað í stein, soleiðis, at eingin kann skava útyvir ella strika tað burtur.”
Tað verður sagt, at tað tekur ein minutt at hitta ella kenna eitt serstakt menniskja, ein tíma at virðismeta tað, men eitt heilt lív at gloyma tað.
Tað er kanska vert at hugsa um at skriva “sárini”, vit menniskju hava, í sandin og “eydnuna” ,vit hava, í steinin.
--
Í dag er seinasti sunnudagur í kirkjuárinum, og nýtt kirkjuár byrjar komandi sunnudag, 1.s.í advent.
Kirkjuár og vanligt kalendarár! Er nakar munur á tí?
Í kristiligum ella kirkjuligum høpi ella viðurskiftum tosa vit um eitt tíðarskeið, sum er at líkna við eina linju – ein byrjan og ein endi.
Sum kunnugt býta vit kirkjuárið upp í ymisk tíðarskeið – kendast er tað jú, tá ið vit tosa um tær stóru høgtíðirnar: jól, páskir og hvítusunna.
Men har aftrat eru aðrir dagar og onnur tíðarskeið, sum siga okkum, hvar vit eru í kirkjuárinum: trettanda, í føstuni ella í trinitatis- ella tríeindartíðini.
Á sama hátt er í vanliga álmanakkaárinum, har vit hava serligar dagar og tíðarskeið, sum vit brúka at kunna okkum eftir, hvar vit nú eru stødd í árinum.
Men nú er kirkjuárið 2014-2015 liðugt.
Kirkjuárið hevur sína rytmu. Tað merkja vit á tekstunum, vit lesa og sálmunum, vit syngja.
Sálmarnir vit syngja í dag er eitt lítið úrval av tekstum, sum eru valdir til bíbilsku tekstirnar, vit hava lisið hesa løtuna.
Hetta er vanliga rytman ella lagi, vit skipa okkara gudstænastu. Og soleiðis hevur hetta verið í øldir.
Á kirkjuársins seinasta sunnudegi kundu vit hóskandi steðga á og spurt: Hvat er tað, sum nú hevur størsta týdning fyri okkum kristiliga sæð, tá ið saman um kemur?
Hvussu hugsa vit í trúarmálum? Hvørjar tankar gera vit okkum um t.d. um Guð, Jesus, H.A., Lívið og Deyðan, Byrjan og Endi, Fyrigeving og Kærleika, Náði og Miskunn og um Næstan?
Stórir spurningar, sum viðhvørt mala í hugaheimi okkara.
Og hvat er eitt normalt lív í trúarmálum í evangelisku luthersku kirkjuni, sum vit eru ein partur av?
Hanga vit okkum føst í dogmum, lærusetningum, traditiónum, tí siðbundna ella hvussu?
Kirkjuárið er liðugt í dag. Hvat hoyrdu vit í farna ári? Hvat lærdu vit í farna ári? Er ikki alt eins? Sum vit altíð hava hoyrt? Er nøkur broyting? Er nakað nýtt at vænta?
Tað er ikki løgið, at vit seta spurningar – nógvar spurningar. Men hvørji svar fáa vit?
Evangeliið í dagsins teksti er álvarsamt.
Brotið er tikið burturúr einum av teimum seinastu kapitlunum í Matteusar evangeliinum, sum greiða frá um tær seinastu tíðirnar. Í hesum sama kapitli lesa vit um Hinar 10 moyggjarnar (v.1-13) og um Talentirnar (v.14-30).
Yvirskriftin yvir brotið, vit hava lisið í dag, er: Dómur heimsins.
Brotið byrjar við at siga frá, at menniskjusonurin skal koma aftur í dýrd og allir einglarnir við honum, og tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum. Síðani verður dómur hildin.
Eitt lið í gudstænastu okkara er at játta trúnna.
Hetta, vit lesa um í dagsins teksti, minnir okkum eisini á hvørja gudstænastu, at Jesus skal koma aftur at døma livandi og deyð.
Men í sama evangeliium í seinasta kapitli (kap.28) vera vit eisini mint á, hvør tað er, sum hevur fingið alt valdi í himli og á jørð.
Tað er ein royndur lutur, at tá ið vit hava nakað at gera við tað, sum fær ein enda og vit ikki reiðiliga vita, hvussu endaliga úrslitið man fara at vera, so óttast vit – vit eru bangin fyri tí dulda og ósvaraða.
Men tað er her, at evangeliið kemur til okkara og møtir okkum við boðskapinum um lívið, Jesus, sum hevur vunnið á óndskaparinnar og deyðans valdi.
Guð møtir okkum altíð í Jesusi Kristi við einum sinnalagi, sum ber av náði og fyrigeving, og sum stendur okkum øllum í boði.
Í evangeliinum í dag vísir hann okkum eisini á avleiðingarnar í tí dagliga: at vísa miskunn og hjálpsemi móti næstanum.
Hetta verður gjørt í smáum tænastum, sum hava stóran týdning fyri kærleikan til næstan: ein vitjan, ein máltíð, eitt glas av vatni og góð umsorgan. Tað, vit gera ímóti næsta okkara, gera vit eisini móti Guði, tað sum ikki gera ímóti Guði, gera vit ikki heldur móti næsta okkara!
Nú lesa vit í kenda bíbilørindinum, Jóhs 3,16, at so Guð elskaði heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Soleiðis ljóða gleðiboðini til okkara í dag. Hesi orðini eru gleðiboðini yvir øllum! Hetta er høvuðsyvirskriftin í allari prædiku!
Bøn okkara er, at vit halda fast í hesum orðunum, tá er vón og gleði fyri framman – eisini tá ið Jesus kemur aftur!
Eitt av skaldum tykkara her norðuri, Steintór Rasmussen, hevur m.a. skrivað sangin, sum hann kallar hann: Kom aftur Jesus!
Hann yrkir soleiðis:
“Kom aftur Jesus og valla foldum á - Var tað boð um frið og kærleika –
At elska hvønn annan, í trúnni vera sæl - At geva og at vilja væl -

Í heiminum Jesus eitt túsundára stríð - Um glatan og frelsu allatíð –
Las tú úr skriftum um myrkur og dóm - Ella komst tú við gleði og vón – “
Las tú í skriftunum um myrkur og dóm ella komst tú við gleði og vón?
Í hesum spurninginum hómast ein ivi uttan iva tí, at heimurin er so óndur, sum hann einaferð er.
Vit liva í einum heimi, har dómar verða feldir yvir okkum á hvørjum degi: í tonkum, orðum og í gerðum, og menniskju líða undir hesum dagliga. Ja, hjá summum kennist hetta, sum teirra dómadagur longu er komin!
Og spurningurin verður aftur settur: Er tað nøkur meining at tosa um ein annan dóm? Ein endaligan dóm, tá dómurin longu er sagdur?
Her er ein týðiligur og álvarsamur munur: Endaligi dómurin er ikki mannadómur, men Guðs dómur!
Tað er bara ein, sum kann døma rættvísan dóm: Guð!
Men her ljóðar evangeliið inn í ein óndan og syndafullan heim: Gleðiboðskapurin um Jesus Kristus. Tað er Jesus Kristus, sum hevur tikið syndina og dómin á seg, sum skuldi verið komin á teg og meg og okkum øll.
Evangeliið í dag ljóðar, at lata vit Jesus Kristus ráða í okkum, so eru vit eisini frítikin frá syndini og dóminum. Hetta er evangeliið – til allar tíðir – ja, líka til Jesus kemur aftur!
Hetta er kjarnin í allari evangeliskari talu: Soleiðis verður orðið borið fram av prædikustóli, við altarborð og doypifunt!
Tað er í trúgv á hesi gleðiligu tíðindini, at vit kunnu syngja: Guð er Guð, um land alt legðist oyði,/ Guð er Guð um menniskjan øll doyði... og Høga høll og lága lon skal víkja/ jørð og himmal skulu bæði svíkja/ hvørt fjall, hvør sýna/ hvør tindur dvína,/ men fram skal trína,/ sum sólin skína,/ Guðs ríki. (nr.1).
Tað er so nógv, sum kann órógva okkum í okkara tíð.
Óttin er stórur fyri tí sum hendir kring okkum.
Men sum vit sungu í einum av nýggjum sálmum okkara fyri løtu síðani:
Harri, lat títt ríki koma/ tolmóð, trúgv tú geva má/okkum sum her niðri bíða,/til tú okkum kallar á./ Fyri aftan, fyri framman,/ opið stendur krossins lið,/ vit at enda um tað ganga,/ prís at syngja einglum við (nr.596).
Ja, opið stendur krossins lið – her er ein gongd leið fyri okkum øll!
Steintór Rasmussen endar sangin: Kom aftur Jesus við hesum orðunum:
“Situr tú í himli hoyrir tú mín sang/
Øll ørindi úr míni verð til tín/
Eg undrist yvir lívið og ivist manga stund/
Nær kemur tú og kemur til mín
Kom aftur Jesus hvat vildi tú havt sagt/
Har trúgvin er vitloysið og makt/
Til leiðarar kring heimin og deyðans sølumenn/
Í Mekka og í Jerusalem/
Eg biði teg Jesus, sum mangur hevur gjørt/
Kom aftur! Tað hevði verið stórt/
At prædika um lívið og um hesa verð
So satt sum nakað er.”
Hesi orðini tala beint inn í okkara tíð! Í tann veruleika, vit liva nú.
Og við søguni at byrja við í huga: “Tá ið onkur ger okkum ilt, eiga vit at skriva tað í sandin, tí tá koma vindarnir við fyrigeving og strika ella slætta tað skrivaða út. Men tá ið onkur ger okkum gott ella væl, eiga vit at skriva ella høgga tað í stein, soleiðis, at eingin kann skava útyvir ella strika tað burtur.”
Vit eru enn einaferð vælsignaði við lívsæla orðinum í farna kirkjuári. Í gleði og í sorg hava vit hoyrt boðskapin um krossfesta og upprisna frelsaran, sum er hjá okkum í øllum lívsins viðurskiftum … sjálvt á morgunroðans veingjum ella við hitt ytsta hav…
Bøn og ynski okkara er, at vit lata gleðiliga boðskapin tala soleiðis til okkara, at orðið um náðina og fyrigevingina við Jesusi Kristi eisini má styrkja trúgv okkara.
Tá kunnu vit eisini ein dag møti Guði okkara sum einum náðigum frelsara í trúnni á Jesus Krist.
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Bøn.
Sálmar: 26, 235, 596 – 253, 689.