Skriva út

2. sunnudagur í føstu (1)

Tekstur: Matt. 15, 21 – 28. Fyrra tekstarøð.

- prædika í Vesturkirkjuni

Sálmar: 342 – 149 – 74 – 507 – 163.

B ø n fyri prædiku(Bo Giertz: At tro på Kristus):

Harri, miskunna mær! Vit takka Tær fyri, at eisini okkum verður loyvt at rópa á henda hátt, eisini tá ið vit fáa ikki nakað svar, eisini tá ið vit vita, at vit hava tað ikki uppiborið. Vit takka Tær fyri, at tað er nóg mikið, at okkum tørvar Teg, og at vit ikki kunnu vera Teg fyriuttan. Vit takka og lova Tær fyri, at tað ikki veldst um kraftina í bøn okkara, ikki um at vit finna tey røttu orðini, ikki um hvat ið vit føla ella uppliva, men eina um tað, at okkum tørvar Teg. Tí vilja vit ikki gevast, men biðja Teg, aftur og aftur:
Harri, Dávid’s sonur! Miskunna mær!
A m e n !

Í Kristeligt Dagblad fyri 6 árum síðan(hin 18. august 2006) varð upplýst, at samb. WHO vil strongd(stress) í 2020 verða tann mest vanliga deyðaorsøkin. Longu nú líða 45 % av dønum av strongd smb. sálar- og serfrøðingum, íroknað børn og vaksin. Og man tað vera stórt øðrvísi her heima á landi?

Sagt verður, at vit nú í 200 ár hava trároynt og seigpínt tað ytra natúrrutilfeingi, og at túrurin nú er komin til at trároyna tað innara tilfeingi í menniskjum. Markið fyri hesi ránroynd er nú farið at vísa seg sum sálarligar løðslur, sálarligar byrður, ið hvønn dag gera vart við seg.

Tí er tað kannska ikki av leið at vísa á, hvat týdning ið føsta hevði fyri tey gomlu. Tá bar til at steðga á, gera støðuna upp og siga nei til ovurát, ovurnýtslu og ikki at løða lívsfar sítt meira enn neyðugt. Tað er mark fyri, hvussu nógv ið vit sum menniskju kunnu bera. Kannska skulu vit heldur spyrja, hvar ætlanin er við lívinum, og gera upp, hvør ið lívskós okkara er, so at vit ikki renna okkum útav ella koma í óføri.

Jesus umboðar lívið. Sjálvur var og er Hann so fullur av lívi, at deyðin kundi einki gera Honum og ikki halda Honum fastan. Tí Hann hevði eitt óslitið samband við Skaparan, Hin Allmáttuga Guð á himni, sum setti allt í gongd og heldur øllum uppi. Sjálvur fastaði Jesus og var ofta einsamallur úti í oyðimørkina fyri at vera saman við og opin fyri Guði og lýða á talu Hansara. Tað sama gjørdu Móses og profetarnir.

Tað er eisini ein onnur kanning, sum eisini stóð í Kristeligt Dagblad árið frammanundan(16.02.05), og sum vísti, at kristindómurin flytir seg úr Evropu suðureftir, soleiðis at tað um fá ár(20) vilja vera fleiri kristin í Afriku enn í Evropu. Og professarin og leiðarin av Center for Multireligiøse Studier við lærda háskúlan í Áarósa, Viggo Mortensen, sigur, at henda gongd kemur ikki óvart á hann, tí at í uppruna sínum er kristindómurin ein religión fyri tey, sum hava ikki tey somu rættindi sum hini, og tey, ið verða lítilsgjørd. Tí er tað ikki so løgið, at kristindómurin flytir seg hagar, sum tey fátæku eru í dag. Tað er m.a. í Afriku sunnan fyri Sahara, sigur Viggo Mortensen.

Evropa fremur fólkatalsfrøðiligt sjálvmorð, sigur guðfrøðingurin og rithøvundurin George Weigel, sum hongur saman við teirri afturgongdini, sum kristindómurin hevur havt sum hin berandi mentunarliga megin í Evropu.

Kanningin kemur annars til ta niðurstøðu, at islam er tann religión, sum veksur skjótast, og vísir á høga burðartalið hjá muslimum sum høvuðsorsøk.

Er tað ljósastakin, sum nú í okkara tíð er um at verða fluttur frá okkum í Evropu, eins og hann á sinni varð fluttur úr bygdunum í Lítluásiu, sum fleiri av brøvunumn í Nýggja Testamenti eru skrivað til, og sum nú í nógv ár hava verið muslimsk lond.

Muslimarnir trúgva eisini á Guð, sum nógvir evropearar, norðurlendingar og føroyingar eisini gera.

Men hvussu við Jesusi? Hjá Muhammmedsfólki er Hann ein stórur profetur, men ikki nakar Frelsari. Hvussu hjá okkum?

Er Jesus Frelsarin hjá okkum, sum vit halda okkum afturat. Er Hann vegurin, vit ganga á og halda okkum til.

Livir Hann í okkum við fyrigevandi sinnalagi Sínum?

Hann er hjá teimum, sum hava tørv á tí, teimum veiku, teimum, sum hava ikki tey somu rættindi sum hini, teimum lítilsgjørdu, teimum, sum gera sum hin kánaneiska konan her í prædikutekstinum, fara út um markaskjalini bæði av einum og øðrum slagi og rópa: ”Harri, miskunna mær!”

Rópa vit tað?

Hava vit trúnna?

Vit trúgva á Guð, men trúgva vit á Jesus. Týski guðfrøð- ingurin Vilhelm Busch hevur víst á, at trúgvin á Guð frelsir ongan, men at tað er trúgvin á Jesus, sum frelsir, endur- loysir og bjargar.

Fyri aðru ferð hoyra vit Jesus her í prædiktekstinum tala um eina stóra trúgv, og enn einaferð snýr tað seg um eina menniskju, sum hoyrdi ikki til egna fólk Hansara. Hina fyrru ferð var tað ein heiðin herhøvdingi. Hesa ferð er tað ein kánaneisk kona. Eisini hon vísir, hvat ið eyðkennir eina stóra trúgv.

Hin stóra trúgv setir altíð vón sína til Jesus. Hon trýr, at Jesus kann og vil hjálpa. Konan prógvaði tað við at leita Hann upp, ganga aftan á Honum, biðja Hann um at miskunna sær, halda fram við at biðja, sjálvt tá ið Hann tóktist ikki at taka sær av tí. Soleiðis er øll verulig trúgv á
Jesus.

Hin stóra trúgvin trýr ikki stórt um seg sjálva. Konan fekk at vita, at hon hevði ikki nakað at koma eftir ella nakran rætt til at krevja nakað. Tað góðtók hon. Hon fekk at vita, at hon hoyrdi til tey menniskju, sum jødarnir kallaðu hundar. Børnini, tað var Guðs fólk, tey útvaldu, tey, sum høvdu fingið lyftini. Til teirra var Messias nú komin. Har lá uppgáva Hansara. Har hoyrdi hon ikki til.
Eisini tað góðtók hon. Soleiðis er tað við tí sonnu trúnni til allar tíðir. Hon veit, at um Hann hjálpir, so er tað óuppi- borin náði.

Enn eitt eyðkenni hjá tí veruligu trúnni kunnu vit finna í hesi frásøgn. Hon heldur seg til Jesus, sjálvt tá ið tað tykist, sum Hann ikki svarar. Fyrst fekk konan alls einki svar. Men hon helt aftan á Jesusi við síni rópan. So greiddi Hann henni frá, at Hann var ikki sendur til heidninganna.

Teirra tími var enn ikki komin. Hann vildi koma. Men meðan ið Jesus enn ferðaðist á jørðini, skuldi Hann fara til teir burturvilstu seyðirnar úr Ìsraels húsi. Hann hevði tikið seg aftur til henda stað, áðrenn farið varð niðan til Jerúsalem’s. Markus sigur frá, at Hann var farin inn í eitt hús og ikki ynskti, at nakar skuldi vita tað. Hví? Jú, tí at eisini Honum tørvaði at vera einsamallur fyri at biðja. Eisini Hann hevði eina menniskjansliga náttúru við kreftum, sum høvdu sína avmarking.

Men tá ið konan gevur Honum rætt í øllum hesum, og so kortini biður um bara ein av molunum frá borðinum hjá børnunum, tá gongur Jesus bøn hennara á møti.

Frásøgnin vísir, at ápostlarnir skiltu, at tað var eitt undantak, men eitt týdningarmikið undantak, eitt undantak, sum skuldi læra teir og okkum nakað týdningarmikið, nevniliga tað um ta stóru og røttu trúnna, at tað er hana, sum henda kananeiska konan hevði á Jesus.

Trúgv í einum mannahjarta er at stríða trúarinnar góða stríð, stríðast sum henda kánaneiska konan við ein Guð, sum kannska ønir tær ikki aftur og tegir, ja, sum, um Hann
tá svarar tær, líknar teg við ein hund. Stríðast sum Jákup á sinni við Jabbok’s vað, tá ið hann kom aftur frá Labani og ræddist at møta bróður sínum Esav, sum kom ímóti honum við 400 monnum og vildi drepa hann, tí at hann hevði svikað sær signingina til frá faðirinum. Jákup ræddist av góðum grundum og fór tí í bøn til Guð Ábraham’s og Ísak’s. Hann stríddist í bøn við Guð, allt til dagur tók at lýsa, og varð hann sligin á mjødnina, sum fór úr liði. Soleiðis mugu menniskju, sum krevja Guð at koma upp í leikin og rópa ”Eg sleppi tær ikki, fyrrenn tú vælsignar meg!”, viðhvørt rokna við at koma at gjalda tann prísin: At vera lamin restina av lívinum. Konan í teksti okkara í dag er ein sovorðin menniskja, sum stríðir stríð sítt við orðum í tí, sum fyri hana er Jabbok’s vað. Konan hevur ikki eina trúgv. Hon er trúgv. Hon livir trúnna. Hon er eitt við neyðina hjá dóttrini og við bønina. Hon gevur ikki upp í vónloysi, men heldur á við at rópa á Jesus: ”Harri, hjálp mær!”

Tað er hetta, Jesus kallar trúgv.

At koma og biðja um hjálp er tað, Jesus kallar trúgv.

Tað, sum Jesus kallar trúgv, hevur ein sovorðnan týdning, at alt annað gerst týdningarleyst í samanbering við tað. Tað er ikki bara soleiðis, at tað er ein ávísur munur millum tað at trúgva og tað ikki at trúgva, men hesin munur er av einum tílíkum slagi, at hann líkist muninum millum lív og deyða.

Tað er nakað, sum gongur aftur í øllum orðum Jesu og talum. Við stikni og andstygd vendir Hann sær burtur frá menniskjum, sum ganga við deyðans dovna andlitsbragdi,
teimum menniskjum, sum vita ikki, hvat ið tað er at trúgva. ”Tú vantrúna slekt!”, sigur Hann, ”hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum?” Vantrúgv – hesin følnaði og evnaleysi veikleiki – tað er hann, sum er orsøkin til vinglið hjá hesum fólki, ið hoyrir og hoyrir og hugsar og grundar, men einki dugir at skilja. Jóhannes kom og prædikaði rættvísi og dóm, tit hoyrdu hann og trúðu honum ikki. Eg komi og prædiki hin góða boðskap, og tit trúgva mær ikki, tit eru alls ikki førir fyri at trúgva, tað er einki annað at siga um tykkum, enn at tit eru deyð. Men sanniliga sigi eg tykkum, trúgv er tað sterkasta, ið finnst, hon kann gera menniskju frísk, hon kann fáa fjøll at flyta seg, ja, um tit bara høvdu trúgv sum eitt sinnops- korn, kundu tit sagt við hetta træið: Slít teg upp við rót og planta teg í havið, og tað vildi verið tykkum lýðið.

Soleiðis mátti Jesus tala, tá ið Hann skuldi tala um trúgv. Hann mátti tala soleiðis, at Hann var nær við at spreingja møguleikar málsins á sama hátt, sum Hann sprongdi tær avmarkingar, ið menniskju í berum sjálvsøkni seta bæði Guði, sær sjálvum og hvør øðrum.

”Dagur allra teirra hjálparleysu” verður hesin sunnudagur kallaður í øðrum londum, t.d. í Noregi, ella ”dagur teirra burturriknu og teirra, sum eru uttanfyri.” Tey hava hjálp fyri neyðina og rópa eftir Honum, sum kann geva teimum hjálp.

Hesin heimur er vakur og eigur nógv gott í sær, sum vit kunnu fegnast um og gleðast yvir. Men hann er eisini ein fallin heimur, har girndarfýsni, órættur, svik og neyð, klandur og kríggj ræður, og tí kemur hesin heimur ikki at standa. Syndin forkemur honum. Jesus kom og kemur til okkara sum hjálp í neyðini fyri at bjarga, frelsa okkum frá hesum falli, reisa okkum, so at vit ikki ganga til grundar saman við heiminum. Hann er tann, sum hjálpir okkum. Tað verður sagt t.d. í fleiri líknilsum. Eitt av hesum er avmyndað í mongum kirkjum. Vit síggja Jesus og útrættu hendur Hansara og lærusveinarnar, ið eru farnir út á vegir og strætir, at biðja tey koma, sum hava hjálp fyri neyðini, og vit síggja eisini tey, sum ikki vilja koma, tí at okkurt annað liggur teimum fremri í huga enn at søkja hjálp frá Jesusi. Tað er ein so stórur munur, sum hugsast kann, á teimum, ið boðin eru, men ikki vilja koma, og so tí kánaneisku konuni og trúgv hennara á Jesus. Tey bodnu komu ikki, men kánaneiska konan rann aftan á Jesusi enntá longur enn hon átti, út um markaskjalini, stendur skrivað.

Trúgvin á Jesus kann eisini fáa okkum at fara út um markaskjøl, og tá er tað – eigur í øllum førum ongantíð at vera fyri egnan vinning -, men bara tí at tað er eitthvørt, Hann vil hava gjørt og brúkar okkum til. Sælur tann, ið Jesus vil brúka!

A m e n !